leygardagur 9. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
GRAND PRIX
Orð: Eyðun Klakstein
Myndir: Jens Kristian Vang
Keypmannahavn: Teir standa á
Ráðhúsplássinum. Ballaðir inn í
tjúkkar jakkar, húgvur og turri-
klæði. Eitt sjónvarpskamera
stendur millum teir, tíðindaleið-
arin í sjónvarpinum tosar í
fartelefon, meðan kameramað-
urin og tónleikarin, sum alt snýr
seg um í hesum døgum, standa
og práta.
Sjónvarpið hevur sum hinir
føroysku fjølmiðlarnir sent fólk
avstað, og teir eru ikki meira enn
lendir, tá teir fara í gongd við
upptøkurnar. Tað sama er við
myndamanni tykkara, hann
verður eskorteraður av Hoved-
banagarðinum og beint út í
leitanina eftir føroysku Grand
Prix stjørnuni.
– Nú eru vit akkurát farnir yvir
á Ráðhúsplássið, men vit ganga
yvir aftur til Cirkusbygningin um
eina løtu, sigur Pætur við Keldu,
tá vit ringja til hann fyri triðju
ferð innan lítla løtu.
Dagin fyri hevur hann tosað
um munin millum føroyskar og
danskar fjølmiðlar, sum hann
hevur havt nógv at gera við
seinastu tíðina.
– Føroyskir fjølmiðlar eru
meira líkatil. Teir ringja klokkan
11 kvøldið fyri og siga, vit
hoyrast í morgin, tá vit koma
niður. Danskir fjølmiðlar ringja
fleiri dagar frammanundan og
gera avtalur og ringja aftur at
spyrja um ymiskt, greiðir hann
flennandi frá.
Stórur áhugi fyri
føroyinginum
Pætur við Keldu er føroyski
tónleikarin, sum alt snýr seg um
í dag.
Hann er komin við í eksklusiva
Grand Prix selskapið.
662 sanskrivarar royndu seg,
men teir flestu fingu sangirnar
aftur í heysin.
Dreymurin verður veruleiki
Pætur við Keldu skal í kvøld syngja í danska Melodi Grand Prixnum, og tvær
milliónir fólk fara vætnandi at hyggja. Seinastu dagarnir hava bjóðað royndir av
ymsum slagi – eisini tá tað kemur til sambandið við fjølmiðlarnar
Pætur og Tóra við Keldu fara leygarkvøldið á pallin í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn. Einar tvær
milliónir fólk fara at hyggja og lurta eftir teimum
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
7
Pætur kláraði tó at stinga
nøsina fram um teir flestu, og tá
danska Melodi Grand Prixið
2002 fer av bakkastokki í kvøld
klokkan 19.00, er Pætur ein av
teimum 10 finalistunum.
Og finaluplássið í Grand
Prixnum hevur skapt áhuga fyri
føroyska tónleikaranum, sang-
aranum og komponistinum sum
ongantíð áður. Bæði føroyskir og
danskir fjølmiðlar toga og draga
til hetta og hatta. Sjónvarps-
interview, upptøkur, útvarps-
samrøður, fotografering.
Smíl til fotografin!
Hósdagin presenteraði danska
dagblaðið BT, sum í hesum
døgum avdúkar politiskar og
kongaligar gølur sum sjáldan,
føroyska luttakaran í Grand
Prixnum.
– Eitt sindur kendur er mann
væl, er stóra yvirskriftin yvir
greinini við Pæturi og systur
hansara, Tóru, sum skal syngja
kór til sangin hjá Pæturi.
Greinin klárar at ganga uttan
um vanligu fellurnar, sum
danskir fjølmiðlar plaga at detta
í, tá teir skriva um Føroyar ella
føroyingar. Einki um vind, veður,
fjøll ella seyð.
– Tað hevur havt nógv at siga
fyri mína persónligu menning, at
okkurt av mínum tónleiki kemur
fram, og at eg skal framføra
hann ístaðin fyri, at eg bara skal
vera eg sjálvur. Eg havi okkurt
liggjandi, um tað nú gongur væl
til Grand Prixið, tí tú skalt
smíða, meðan jarnið er heitt.
Hetta er ikki ein kjansur, sum tú
fært aftur, segði Pætur millum
annað við BT.
Beinleiðis í DR
Tað er ikki bara BT, sum heldur
at Pætur er áhugaverdur. Í gjára-
morgunin sendi væl umtókta
danska morgunsendingin Strax
hjá Danmarks Radio P3
beinleiðis frá Cirkusbygning-
inum í tríggjar tímar. Teir
prátaðu um Grand Prixið, men
teir høvdu bara tveir luttakarar
við í sendingini – annar var
Pætur.
Vinkulin til prátið var sjálv-
andi, at nú var ein føroyingur við
í Grand Prixnum aftur. Danir
hava ikki gloymt sína Grand Prix
søgu, og tað verður nevnt ferð
eftir ferð, at Annika Hoydal var
við í 1979.
– Um tú vinnur danska Grand
Prixið, so mást tú gera okkurt
við navnið hjá tær. Tú kanst ikki
eita Pætur við Keldu, um tú skalt
út í Europa, hildu vertir speisk-
liga fyri.
– Nei, tað kann vera, at eg
skal finna mær eitt kunstnara-
navn, svaraði Pætur.
Vertirnir í Strax-sendingini
hildu, at tað var gott, at føroy-
ingar vóru komnir við í Grand
Prixið aftur.
Og at Pætur er komin við er
ikki tilvildarligt. Ein góður
sangur og ein góð innspæling
syrgdu fyri, at Som en drøm varð
valdur millum 662 aðrar
innsendar sangir. Tað skal meira
enn tilvild til fyri at tað kann
henda…
Sjónvarpið eirindaleyst
Seinastu dagarnar hevur Pætur
við Keldu fyrireikað seg so væl,
sum hann hevur kunnað. Royndir
hava verið hildnar í sambandi
við Grand Prixið, og tað hevur
eisini gingið væl.
– Í dag hava vit framført við
upptøkutólum, og tað er øðrvísi.
Tað er eitt sindur løgið at síggja
seg aftur fyrstu ferð. Tað er líka
sum at hoyra upptøkur av røddini
hjá tær fyrstu ferð. Tú kennir teg
ikki ordiliga aftur og spyrt, er
hatta eg, greiðir Pætur frá.
– Tann visuelli parturin hevur
so ómetaliga nógv at siga í hesi
kappingini. Um tú ikki klárar at
náa út til fólkini, sum hyggja í
sjónvarpinum, so skalt tú hava
ein óvanliga góðan sang fyri at
vinna tað innaftur.
Tað eru hyggjararnir sum gera
av, hvør skal vinna Grand Prixið.
Fólk við einum ávísum endatali í
telefonnummarinum sleppa at
ringja inn at atkvøða fyri einum
av teimum 10 sangunum, og so
verður talt saman kalt og
kyniskt, og vinnarin verður
funnin.
– Tað hevur gingið væl við
royndunum, og eg haldi, at eg eri
væl fyrireikaður til at fara á
pallin leygarkvøldið. Tað ræður
um at njóta hetta og gera tað
besta, sum eg kann. So er at
vóna, at eg kann gera vart við
meg á onkran hátt, sigur Pætur.
Eingin vil tosa um møguleik-
arnar fyri at vinna. Heldur ikki
Pætur. Og tað er væl skiljandi, tí
eingin kennir sangirnir hjá
hinum.
– Tað hevði verið ein skandala
um eg vinni. Ein føroyingur. Nei,
tað hevði sjálvandi verið ótrúliga
stuttligt, men tað ræður fyrst og
fremst bara um at gera tað so
gott, sum eg kann. Meira fái eg
ikki gjørt.
Kiks og gull
Danska Melodi Grand Prixið er
nakað fyri seg. Fólk hava hug at
smílast at tí, men sanniliga eisini
taka tað í álvara.
Tað hava ivaleyst verið nógvir
kiksaðir sangir við í Grand
Prixnum, og tey, sum vanliga
taka tónleikin í stórum álvara,
hava neyvan so nógv til yvirs
fyri Grand Prixnum. Men sam-
stundis er Grand Prixið eitt
fólksligt tiltak, sum gevur
tónleikarum møguleikan at koma
fram.
Brøðurnir Olsen fingu altjóða
gjøgnumbrot, seldu eina millión
fløgur, og vunnu milliónir av
krónum upp á hesa sølu og
konsertframførslur. Teir kunnu
smílast allan vegin í bankan, og
tað saman kunnu eitt nú Rollo &
King, sum vunnu danska Grand
Prixið í fjør.
Tí er Grand Prixið ikki bara
eitt kiks. Tað er eisini ein gyltur
møguleiki hjá donskum tónleik-
arum, sum hava evni og dirvi til
at vera við.
Og tað hevur Pætur við Keldu.
Evnaríki klaksvíkingurin hevur
skrivað ein sang við mammu
sína í huga, og hann skal nú
royna seg í kapping við 9 aðrar
sangir. Hann syngur sjálvur, og
tað ger hann vanliga framúr væl.
Hann dugir eisini at spæla
klaver, men í kvøld fer hann bara
at syngja.
Í kórinum verður systur
hansara, Tóra, sum hann hevur
sungið nógv saman við gjøgnum
árini. Bæði heima hjá foreldr-
unum, í samkomuni í Betesda í
Klaksvík og á fløguni Tiðnað.
Øll somu viðferð
Tað einasta, sum fólk hava hoyrt
til teir 10 sangirnar, sum verða at
við í danska Grand Prixnum í
kvøld, eru 10 sekund, sum hava
ligið úti á heimasíðuni hjá Grand
Prixnum. Ein sangur hevur verið
at hoyra hvønn dag.
– Vit gera óvanliga nógv
burturúr, at eingin sleppur at
hoyra sangirnar. Tað er av
avgerandi týdningi, at øll fáa
somu viðferð. Eingin skal aftaná
kunna siga, at sangurin, sum
vann, var at hoyra har og har,
sigur Morten Carlsson, sum er
leiðari fyri tiltakið.
– Vit eru næsta paranoid. Tað
skal ongantíð gerast nøkur orsøk
til, at tann vinnandi sangurin má
kolldømast aftaná. Tí mugu vit
forða fyri, at nakað sum helst
kemur út av sangunum. Vit hava
lagt eitt lítið brot á heimasíðuna,
og tað er tað einasta, sum verður
at hoyra áðrenn leygarkvøldið.
Tí hava donsku útvarpsrásirnar
í døgunum áðrenn Grand Prixið
spælt nógvar av teimum gomlu
Grand Prix sangunum. Teir
kunnu eisini eggja og lokka fólk
at hugsa um Grand Prixið.
Det siger boom boom…
Pætur sigur eisini nei
Aftur á Ráðhúsplássinum kjakast
menninir hjá almenna føroyska
sjónvarpinum um, hvørt teir fáa
sent alt tilfarið, sum teir hava
gjørt, heim. Øssur Withereig
ringir til Danmarks Radio fyri at
kanna málið, men fær ikki fatur
á fólkinum, sum kann finna út av
tí.
– Vit senda tað heim, sum vit
hava tikið upp av Pætur, og um
vit ikki fáa tíð til meira, so má
eg bara tosa yvir telefonina,
sigur Øssur, og so leggur før-
oyska ferðaliðið leiðina yvir til
Cirkusbygningin.
Fólk venda sær altíð, tá
sjónvarpskamera og fotografar
eru í nánd, og soleiðis er eisini í
Keypmannahavn.
Pætur smílist og stillar upp, tá
hann verður biður um nakað.
– Teir fáa meg til alt møguligt,
men eg havi sagt nei tvær ferðir,
sigur hann og sipar til menninar
hjá Sjónvarpinum.
Við Cirkusbygningin verða
seinastu sjónvarpsupptøkurnar
gjørdar, og so sleppur fotograf-
urin hjá blaðnum aftur at taka
nakrar myndir av Pæturi og
systrini Tóru.
Tað er kalt, og Pætur ansar
væl eftir, at hann ikki verður ov
kaldur. Jakka, húgvu og
handskar, men systur hansara
gevur honum boð um at taka
húgvuna av, nú okkara maður
skal taka mynd av teimum.
Smíl til fotografin!
– Tað hevur gingið væl við
royndunum, og eg haldi, at eg eri
væl fyrireikaður til at fara á pallin
leygarkvøldið. Tað ræður um at
njóta hetta og gera tað besta, sum eg
kann. So er at vóna, at eg kann gera
vart við meg á onkran hátt, sigur
Pætur við Keldu
C
M
Y
K
27
26