leygardagur 9. februar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
IDEALISMA
Dagfinn Olsen
Kristian Blak hevur ikki júst
verið tagdur burtur. Nógvar eru
samrøðurnar við hann í fjølmiðl-
um seinnu árini. Men nærum
altíð er hann frammi sum tals-
maður fyri Plátufelagið Tutl ella
í eginleika av stigtakara til
Summartónar ella onnur tiltøk,
tónleikahugaðum at gagni.
Persónurin, idealisturin, hvørs
lív nærum ikki rúmar annað, enn
tónleik, tónleikaútgávur og tiltøk
og harav standandi umsiting, er
ikki so ofta havdur á lofti.
Vit hava hitt Kristian heima.
Tað merkir Úti á Reyni í Havn,
har hann og konan Sharon Weiss
hava húsast, nærum síðani tey
komu til Føroya miðskeiðis í
sjeytiárunum. Seinni eru so
eisini børn komin afturat í húsið.
Kristian er ofta frammi, tí hann
er nærum samnevndur við Tutl,
Jazzfelag ella onnur tónleika-
tiltøk. Men vit hava hitt Kristian
til eitt prát um eitt so sveimandi
hugtak sum idealismu.
Úrslitið er áhugavert
- Tað sum liggur í idealismu er
jú, at fólk gera okkurt, uttan at
fáa nakað fyri tað. Tað kann vera
frá humaniterum arbeiði, til
okkurt, ið líkist kommersiellum.
Tað kann eisini sameinast, men
lat okkum halda fast við ideal-
ismuna. Tað eru so mong dømi
um, at bólkar ella einstaklingar
gera átøk fyri okkurt, ið hevur
teirra áhuga. Tað er eitt ideal, ið
ein starvast fyri. Tað er áhugavert
og spennandi, annars kann tað
ikki eyðmerkjast sum idealisma.
Men ímeðan idealistiska arbeiðið
fer fram, er nógv tungt eisini á
skránni, men úrslitið er áhuga-
vert. At skipa fyri eini konsert
t.d. krevur, at ljóðføri og annað
skal flytast. Tað er ikki áhuga-
vert, men úrslitið er áhugavert,
sigur Kristian Blak.
- Eg ivist ikki í, at tey flestu,
ið fáast við slíkt, fáa okkurt
burturúr persónliga. Tó eru
tíðarskeið, har ein kennir, at tað
bert er ymiskt, ið skal gerast,
men tað tíðarskeiðið tekur ein
við, tí nógv arbeiði er eisini lagt
í frammanundan. T.d. útbreiðsla,
søla av eini fløgu, ella at syrgja
fyri eini skrá til eina konsert ella
festival, sigur Kristian.
- Tað vanliga er, at ein biður
arbeiðsmegi og sigur, at so og so
nógv verður latið fyri tað. At
geva løn fyri tað, idealisturin ger,
vilja vit eisini fegin í okkara
idealismuvirksemi, tí meira ein
kann gjalda idealistinum, ið
arbeiðir av áhuga, fríari verður
hann av øðrum arbeiði, har hann
vinnur pening. Og tess meira fáa
vit, samfelagið, burturúr hesum
originalinum, ið vil og tímir at
gera okkurt, metir Kristian.
Kristian umvældi gamalt
skip
- Dømini eru sera mong um
idealistiskt arbeiði innan ítrótt og
mentan, vísir Kristian Blak á.
Tú nevnir ítróttatfeløg og
annað , men er tað ikki, sum er
tíðarandin farin frá idealismuni?
- Jú. Eg kann nevna dømi. Í
sjeytiárunum gjørdu vit sera
nógv felags. T.d. umvældi eg eitt
træskip á stødd við Norðlýsi. Eg
keypti skipið fyri mína fyrstu løn
sum studentaskúlalærari. Tað var
ikki mín uppgáva, men heldur
ein samfelagsuppgáva. Skipið er
nú eini 100 ára gamalt og siglir
enn tann dag í dag. Alt var
ókeypis arbeiðsmegi, gjørt av
áhuga. Tað kundi tað sama verið
Vejle býur, ið átti uppgávuna.
Men um býurin var stigtakari, so
kundi ein ikki rokna við, at
arbeiðið bert kostaði tað, ið til-
farið kostaði. Nógv slíkt virk-
semi fór fram í sjeytiárunum.
Sami andi var, tá eg kom til
Føroya, um hugsað t.d. verður
um Jazzfelagið. Hesin andin er
ikki so sjónligur longur, metir
Kristian.
Kristian metir, at hóast langt
er ímillum, so eru enn fólk, ið
bjóða seg fram við dyggari og
sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og
best er, um hesi kunnu fáa løn
fyri hetta, so tey kunnu liva av tí.
- Fólkini í Gøtu eru í dag
nærum eindømi um slíkt, sigur
Kristian og sipar til tónleikasam-
takið Grót.
- Vit hava ikki havt ókeypis
arbeiðsmegi í Tutl í langa tíð,
staðfestir Kristian Blak. Tó legg-
ur hann afturat, at skal okkurt
flytast ella tílíkt, so verður heitt á
limirnar.
Kristian afturvísir ikki, at
hetta við idealismuni er nakað,
Idealisturin:
Eg eri bert hann, ið letur postin upp
Kristian Blak hevur verið ein týðandi orkudepil innan føroyskan tónleik seinasu 25
árini, bæði á plátu, fløgu og á palli á sjógvi og landi, um tað so var innandura ella undir
opnum himni ella inni í onkrum helli. Hann er nærum samnevndur við Tutl og
Jazzfelagið. Men er hann bert ein idealistur og um so er, hvat er so orsøkin til, at hann
áhaldandi finnur orku og hug at halda fram? Hvat er drívmegin hjá idealistinum, hvat
fær hann fyri ídni og strev?
Kristian og Sharon venja eina stutta løtu eftir samrøðuna, tí útvarpsupptøka er fyri framman. - Eg keypti skip fyri mína fyrstu løn sum
studentaskúlalærari. Tað var ikki mín uppgáva, men heldur ein samfelagsuppgáva. Skipið er nú eini 100 ára gamalt og siglir enn tann dag í
dag. Alt var ókeypis arbeiðsmegi, gjørt av áhuga, greiðir Kristian m.a. frá viðvíkjandi idealismu
Mynd: D. Olsen
Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002
5
ið kemur og fer í bylgjum. Men
sum er sær hann ikki vón fyri, at
ein glotti er fyri stavn í so máta.
- Í dag verður ikki væntað av
fólki í feløgum, at tey gera eitt
støðugt arbeiði. Og tað er jú her
vandin liggur, um okkurt byggir
á, at fólk ikki hava eitt lønt starv,
men gera arbeiðið við gleði og
fyri einki. Og ein er ikki idealist,
um ein ikki tekur uppgávuna í
álvara og ger sítt besta. Tekur ein
t.d. á seg at vera venjari og ikki
møtir til venjing, so leggur ein í
oyði virðingina fyri ítróttinum og
oyðileggur eitt ættarlið. Annað-
hvørt sigur ein ja, ella sigur ein
nei, sigur Kristian.
- Viðvíkjandi slíkari idealismu
hava vit heilt einfalt eina ættar-
liðskreppu, ið ikki bert er her
heima hjá okkum.
Havi latið postin upp
Men Tutl er kanska eitt dømi um
felag, ið er komið langan veg við
idealismu og idealistiskum
arbeiði.
- Ja. Eg havi tó ikki verið hin
einasti, tað er ikki rætt at siga,
men eg havi verið tann stabila
arbeiðsmegin. Eitt ár undantikið,
tá vit búðu í Amerika, so havi eg
verið tann, ið havi latið postin
upp. Eg skal tó ikki siga hasum
positiva, tú sigur, ímóti, men tað
eru nakrir idealistar, ið gera sítt.
Men hetta er ikki endamálið í
sjálvum sær. Sjálvsagt vildu vit
fegin goldið hvørjum sítt fyri
strev og stríð. Men so leingi
støðan er, sum hon er, og arbeiði
má gerast, so má tað vera sum
tað er, sigur Kristian Blak, ið
eisini sær eitt mynstur og vandar.
- Mynstrið er hitt sama við-
víkjandi ymsum klubbum og
feløgum í Norðurlondum. Ser-
liga ættarliðið frá seksti- og
sjeytiárunum, sum eg eri partur
av, hava gjørt feløg fyri alt
møguligt. Tað gongur væl í eini
15 ár. So flyta fólk ella hann, ið
lat postin upp, ikki tímur ella
orkar meira, sigur Kristian og
vísir her á, hvussu viðbrekið tað
er við hesum fáu idealistunum,
ið standa einsamallir, tí hendir
okkurt smávegis, so er skjótt, at
alt dettur sundur.
- Er ein komin so langt, sum
Tutl er, so merkist væl, hvussu
viðbrekið alt er. Vónandi gerist
eg ikki sjúkur, men vit hava
merkt til sjúku og tað hevur
merkt mítt arbeiðsátak heilt
nógv. Og vit hava ikki nakað
annað at taka til. Tann vitan, ið
eg havi, er ikki skrivað niður og
finst ikki á nakrari skrivstovu.
- Tað er ein stórur vandi við
hesum. Tað skal ikki misskiljast.
Tutl er nú einaferð mítt besta
dømi. Felagið hevur 200 fram-
leiðslur innan nógv tónleikasløg
og er hetta væl meira enn helm-
ingurin av tí, ið føroyingar hava
givið út á fløgu. Sigur ein so, at
tað ger einki, vit vága tað, at
møguleikin er fyri, at ólønti
leiðarin gerst sjúkur. Hendir
okkurt so við mær, so er
ruðuleiki í. Hetta hava vit latið
landsstýrið vitað tvær ferðir,
sigur Kristian Blak, ið ikki dylir,
at ynskiligt hevði verið, at
virksemið kom undir alment
mentanarvirksemi.
Hann dylur heldur ikki, at
hann fegin vildi havt løn fyri sítt
strev, men tað er peningur bara
ikki til. Kristian, sum í mong
hevur undirvíst í Hoydølum,
segði fyri nøkrum árum síðani
hetta frá sær, tí Tutl fór undir at
selja fløgur í handli, men hetta er
nú steðgað.
Kristian kemur í hesum
sambandi inn á, hvørjar sømdir
bøkur og annað, t.d. sjónleikur,
hava, har almennir persónar og
pengar eru við í leikinum.
- Taka vit t.d. bøkurnar, so eru
tær bert her í landinum, meðan
vit hava allan heimin sum virkis-
øki. Men okkara øki er so ungt,
Hansemann Tórgarð byrjaði jú í
fimmtiárunum, leggur Kristian
afturat.
- Vit mugu ásanna, at tað gekk
skjótt tey fyrstu 20 árini, men so
nógv skjótari tey næstu fimm,
sigur Kristian um 25 ára søguna
hjá Tutl. Hann dylir ikki, at hann
sær tað sum eitt skot í tóman
heim, um mett verður, at til ber
at umsita tær meira enn 200
útgávurnar við berari idealismu
at líta á.
Idealisma og dugnaskapur
Kristian tosar um munin á hesum
við at vænta, at fólka arbeiða og
fara til hús klokkan fimm, ella
um roknað verður við, at við-
komandi hevur áhuga og t.d.
setur seg á nátt at svara teldu-
posti.
Er her munurin arbeiðsmegin,
ið ikki er annað enn tað, ella ein
arbeiðsmegi, ið arbeiðir, tímir og
vil, og sum harafturat fær pening
fyri tað?
- Tað eigur jú at sameinast.
Mín støða er trupul. Eg eri t.d.
burtur í tíðarskeiðum. Tá má ein
setast ístaðin fyri meg fyri
pening. Eg havi verið við til at
skapað ein tørv á einum
arbeiðsplássi, men fái ikki løn
sjálvur, men ein annar kanska
fær. Trupulleikin er ikki við
hesum persóninum, men hetta er
trupult, viðgongur Kristian, sum
tó vónar at fólk ikki misskilja
hesa støðu, men síggja trupul-
leikan.
Kristian og Sharon eru bitin av
hesum trupulleika, skilst á prát-
inum, ið nú tekur seg upp.
Hvussu kemst víðari, tá umstøð-
ur ikki eru til lønta arbeiðsmegi.
Røkkur idealisman, nú komið er
so langt, sum Tutl er komið.
Semja tykist um, at idealisma er
ikki nóg mikið.
- Dugnaskapur má til og ideal-
isman er sjálvsagt sera ynskilig.
Men ein setur t.d. ikki fólk at
arbeiða í einum skúla, tí teimum
dámar børn, tað er ikki nóg
mikið, sigur Kristian.
- Annað dømi um, at gassið
fer úr ballónini er Jazzfelagið.
Fólk arbeiddu og fundir og
annað var fleiri ferðir um vikuna.
Tá so vit mistu hølið (Perluna,
blðm), og einki kom ístaðin, so
mistu vit orkuna. Ein vil fegin
hava moralskan stuðul og at
stuðul er kring ein. Í dag er slíkt
virksemi óhugsandi og eg veit
ikki, um eg í dag stuðli hugskot-
inum um, at Býráðið letur høli til
eitt felag av slíkum slag. Í dag
má slíkt innihalda leiðara og
annað, tí nú er eitt høli ikki nóg
mikið. Tað var tað tá, vit vóru
sera fegin um hølini og arbeiddu.
Sagt verður, at vit kunnu stoypa
hús sjálvi. Tað hendir ikki í dag,
tað høvdu vit kanska gjørt tá,
men unga ættarliðið ger tað
neyvan, metir Kristian.
Prísurin
- Eg gjaldi mín idealistiska
arbeiðsdag við míni tíð sum
komponistur. Eg umsiti, men
komponeri nærum einki og spæli
nærum ikki klaver. Tað, sum eg
fegin vildi gjørt, verður sett til
síðis, sigur Kristian og Sharon er
samd.
Bæði hava tey roynt at havt
sitandi á sær at hava tveir festi-
valir koyrandi í senn, umsiting
undir somu tekju á Reyni. Hetta
var fólkatónleikarastevna og
Summartónar, so familjan hevur
roynt sítt og við tí úrsliti, at lítið
varð spælt og at strongd gjørdist
partur av gerandisdegnum
- Tí er Listastevnan positiv
gongd. Eg meti, at samskiparin
skal ikki vera listafólk, men ein,
ið ger sítt dagliga arbeiði. Hetta
kom samstundis, sum eg segði
nei til at samskipa Summartónar
fyri 10. ferð, uttan skrivstovu-
hjálp. Nú er okkara festivalur
minni, sigur Kristian m.a.
viðvíkjandi prísinum fyri
idealismu.
Men hvussu leingi heldur
idealisman, brennur idealisturin
út?
- Ein kann halda út, um tað er
stuttligt. Men idealisman gevur
ikki breyð á borðið og ein skal
liva. Vit tosa nógv um, hvussu
vit kunnu gjalda persónum, ið
gera eitt arbeiði, og sum ikki
hava annað arbeiði. Tí so er tað
ein inntøka at heinta hjá hesum
persónum, ið vilja gera eitthvørt.
Eg spæli og havi verið virkin
komponistur í nærum 30 ár, so
eg klári meg. Eg skal ikki siga,
at eg ikki banni og svørji av og
á, men beinleiðis troyttur eri eg
ikki og tað er ikki tí, sum eg fari
til myndugleikar og fjølmiðlar
við.
- Men tað er ikki bert stutt-
leiki. Mín undirvísingarleið
steðgaði, tí eg mátti velja. Vit
høvdu handil, sum so steðgaði,
men forlagið gerst størri og
størri, so eg mátti velja. Sjálv-
sagt var lættari at havt fasta løn
hvønn mánað, tí annað er altíð
ótryggari, men eg eri tó ikki
keddur av tí, eg fáist við, sigur
Kristian, sum tó sær nógvar
møguleikar fara framvið hjá
føroyskum tónleikarum, sum
hann hevði ynskt hann hevði
møguleika og orku til at gera
meira við.
Fangaður í egnari nót
Men kann ein persónur, sum
Kristian Blak, sum er samnevnd-
ur við so mangt innan tónleika-
virksemi, blíva fangaður í egnari
nót, so ikki slepst úr hesum
aftur?
- Eg sleppi ikki úr tí aftur!
Men hetta eru pliktir, bæði so og
so, og ein kann bert arbeiða seg
úr tí, fáa fólk at gera tað ella seta
ferðina niður. Men tað gongur
ikki við einum plátufelag. Sigast
kann ikki, at nú er ikki meira at
geva út. So standa vit við eini
fjórðings øld av tónleiki og at
lata tað liggja, er ein brotsgerð
mótvegis landi og fólki. Ein
kann ikki leggja ábyrgdina á
onnur. Og tí er ein eisini fangað-
ur av, at ein er sera glaður fyri
tað, ein hevur gjørt, so tað vildi
verið sum at mist ein part av
samleikanum, metir Kristian.
- Men hetta er avgjørt ein
vandi. Ein kann jú heldur ikki
gjalda øðrum fyri at gera
arbeiðið, tí tann møguleikin er
ikki til staðar, so tað býtur seg í
halan.
Skilligt er, at prátið ferðast
víða. Virksemið hjá Kristiani og
allari familjuni er stórt. Og
sveimandi spurningurin um
idealismu sveimar víða undir
lágu húsatekjuni á Reyni, har
hugfarsliga er høgt til loftið og
vítt til veggja.
- Onkur hevur skotið mær í
skógvarnar, at eg kundi ikki gjørt
tað, eg geri, var eg ikki í Føroy-
um. Tað er rætt. Men eg kom
ikki, sum eg eri nú, til Føroya.
Eg havi broytt meg eftir um-
støðum og avbjóðingum. Men eg
havi eisini verið við til at skapa
umstøður og havi verið virkin
við í tí, eg havi fingist við, sigur
Kristian og leggur afturat, at
Føroyar sum lítil tjóð, gevur
einum møguleikar at gera seg
galdandi.
- Eg eri bert ein brikkur í
hesum, sigur Kristian.
- Eg eri virkin og fái jú altíð
møguleikan at fáa eitt verk fram-
ført. Í Tutl gevi eg eisini mín
tónleik út, men vandamikið er at
byggja á slíkt, ásannar Kristian
hugsunarsamur.
- Ein forkláring uppá ideal-
ismu er jú, at fólk fáa burturúr,
hava tað stuttligt. Eg taki hattin
av fyri idealistum, ið ikki sjálvi
eru virkin, sigur Kristian Blak, ið
við hávirðing umtalar mangar av
fremstu felagsformonnum okkara
innan ítrótt og annað, ið ikki
sjálvir eru virknir á økinum, men
sum leggja eitt stórt arbeiði eftir
seg umsitingarliga.
Um 10 ár
Men hvar er Kristian um 10 ár?
- Eg havi ætlanir um at kom-
ponera meira. Eg havi nógv hug-
skot, ið ikki eru vorðin veruleiki
enn. Sum 65 ára gamal fái eg
pensjón. Vónandi spæli eg fram-
vegis tónleik og ferðist fram-
vegis, tí tá sær ein samfelagið
innanífrá. Hesum vil eg fegin
halda fram við, sigur Kristian, ið
eisini eigur eftir á at spæla mong
av verkum sínum inn á fløgu.
- Fyri 10 árum síðani byrjaðu
vit uppá so mangt. T.d. hellis-
konsertirnar. Tað eru mangir
møguleikar í hesum, vit fáast
við, so eg havi ikki ætlanir um
nakað nýtt.
- Vónandi hevur Tutl umsiting-
arhøli og virkar sum stovnur,
sigur Kristian og hugleiðir
ásannandi um, at ein dag skal
onkur taka yvir.
- Vónandi er eisini eitt spæli-
stað komið tá, tí í mínari verð er
látuligt at skriva álit eftir álit,
uttan at gera nakað við hesar
trupulleikar.
Kristian er í hesum døgum á
tónleikaferð í Argentina í ein
mánað, so hvør umsitur, svarar
telduposti og letur postin upp, er
ein góður spurningur, men
tíbetur er februar ikki longsti
mánaðin.
-Vónandi er eitt spælistað eisini komið tá, tí í mínari verð er látuligt at skriva álit eftir álit, uttan
at gera nakað við hesar trupulleikar, sigur Kristian Blak
Mynd: D. Olsen
C
M
Y
K
25
24