Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1. februar í 1974 byrjaði ein nýggj bilstøð í Havn virksemi sítt – HAVNAR TAXI. Støðin helt til í húsunum hjá John & Poul Joensen í Jónas Broncksgøtu. Tað vóru einamest bil- stjórar úr Mini-Taxi, sum tá helt til í kjallarahæddini í bygninginum hjá Arnold Øster, sum stovnaðu hesa nýggju bilstøð. Bilstøðin, Havnar Taxi, byrjaði við umleið 20 bilum. Á myndini sæst Hans Dølum við bensinpumpuna hjá John & Poul Joensen – ein av teim gomlu pump- unum, har pumpast skuldi við hondkraft í glasbehold- ararnar ovast á pumpuni. Annars kann nevnast, at Hans Dølum var tann fyrsti, sum innførdi »zonu- koyring« í Havnini, og varð Havnin vistnokk býtt upp í fýra øki. Myndaeigari: Tróndur Joensen 2 Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Ein óvanliga opinskárað samrøða millum hoffreport- aran í B.T. Bodil Cath og Heindrikk prins hevur vakt øtuligan ans — ikki bara í danska almenninginum, men nú rungar víðari í útlondum eisini. Danska monarkiið sigst vera í vanda og gitt verður um, drotningin og prinsurin hava ætlanir um at lata seg skilja... Og meðan atfinningarsomu orðini hjá prinsinum enn runga, veksur forargilsi og vreiðin móti hesum manninum, sum dyttar sær at vera ónøgdur — og at siga tað hart! Kann ein slíkur maður loyva sær at grenja, tá hann fær fimm milliónir í apanasju um árið? Tá hann livir eitt lív í villasta luksus, koyrir í dýr- um bilum við privatsjafføri, eigur eitt vínslott i Caix í Fraklandi og kann gera stórt sæð tað við sína tíð, sum líkar honum... fara á stuttleika- veiðuferð, sigla við seglbát- um, spæla golf, ferðast verðina runt... kann ein slíkur maður, sum hevur alt hetta, loyva sær at havast at nøkrum sum helst? Eigur hann ikki bara at vera takksamur? Nei, ikki haldi eg synd er í manninum, hóast hann so opinskárað almannakunnger sínar tankar um frustratión- irnar av at verða settur til viks og bara verða nummar tvey — ella enntá nummar trý, nú krúnprinsurin er komin sær meir og meir uppí spælið. Hetta eru jú spælireglurnar, sum ein prinsur í hansara leikluti má og skal fylgja - um so er, at hann ynskir at vera partur av danska monarkinum. Um ikki, verður tað heldur torført fyri monarkiið at yvirliva. Og skamm fái fuglin, sum drýtur í egið reiður. Men eg vil kortini fegin partvíst taka partí við manninum, nú ágangurin móti honum leikar uppá tað harðasta í donskum fjølmiðl- um, tí flestu álopini á hann tykjast so ósaklig og so óneyðug. Ákærurnar røkka nógv longur enn bara tað, sum maðurin hevur úttalað seg um. Ein — kanska heldur óumhugsað — viðmerking til eitt blaðfólk, er blást upp út um øll mørk av fjølmiðlun- um, sum mest virka sum úthungraðir úlvar, ið tolnir sita og bíða til offurið fer bert eitt lítið fet av leið og høvi býðst at bíta. Heindrikkur prinsur fær ikki blíða viðferð. Maðurin — sum so ofta fyrr er út- hongdur í donsku sensatións- pressuni — verður meir enn nakrantíð alment flongdur nú. Ikki bara fyri at hava sagt okkurt óumhugsað, men bara fyri at vera tann, hann er. Men maðurin er jú stórt sæð uttan skuld í, at hann situr í tí støðuni, hann situr í. Danska fólkið avger, um tað vil hava eitt kongadømi ella ikki — og harvið tað, ið fylgir við av privilegium til tey kongaligu - so tað kunnu tey ikki lasta mannin fyri. Einasta, hann hevur gjørt ’galið’, er at vera ein útlend- ingur, sum forelskaði seg í einari kvinnu, sum tilvildar- liga skuldi verða drottning av Danmark, og at hann alla- tíðina hevur hildið fast í - eisini - at varðveita sín franska identitet. Hetta hava nógvir danir sera ilt av. Og so tað — sum aftur og aftur er at hoyra — at hann aldrin hevur lært seg at tosa danskt sum ein dani! Men hetta sigur meir um hesar danir og teirra intoleransu, enn tað sigur um Heindrikk prins. Tað er ikki einum og hvørj- um beskorið at hava tað full- komna máloyrað. Eg havi hoyrt mangan tjóðveldismann í Føroyum tosað danskt sum brent, meðan eg havi hoyrt tey mest innetnu sambands- fólkini tosa danskt, sum høvdu tey munnin fullan av ull. Tað sigur einki um loyalitetin yvirfyri danska kongaríkinum, hvussu reint danskt tú ert før/-ur fyri at tosa. Og tað, at tú heldur fast í tín uppruna, er heldur einki at lasta mannin fyri, tí tað forðar ikki fyri, at tú ikki eisini kanst halda av tínum nýggja identiteti, sum jú verður ein størri og størri partur av tær - heilt av sær sjálvum - jú longri tíð tú býrt í einum øðrum landi. Heindrikkur prinsur hevur uttan iva gjørt sítt besta fyri at blíva viðurkendur í Dan- mark — og tó enn eisini at varðveita ein feril av sær sjálvum. Trupulleikin liggur heldur hin vegin — at nógvir danir hava øgiliga ilt við at viðurkenna fólk, sum ikki síggja út, tosa og bera seg at 100 prosent sum tey sjálvi. Líkamikið, hvussu ein útlendingur kýtir seg fyri at gerast ’dani’, verður hann ongantíð dani kortini í eygunum á mongum dønum. (Hygg bara at innflytarunum í øðrum og triðja ættarliði. Kenna vit ikki eisini okkurt aftur her, føroyingar?) Og hvussu kunnu danir nú lasta ein mann so hart fyri ikki at vera tað, tey aldrin sjálvi hava loyvt honum at vera? Ja, eg spyrji bara. Heindrikkur prinsur alment flongdur í donskum fjølmiðlum Elin Heinesen, ritstjóri, skrivar: GAMLAR HAVNARMYNDIR Lagt til rættis: Birgar Johannessen Havnarvág í tríatiárunum Partur av Eystaruvág í Havn í fyrru helvt at tríatiárunum. Havnar Timburhandil byrjaði virki sítt í 1928, og varð tað í pakkhúsinum hjá Jens í Dali. Fyri kríggið bygdi Timbur- handilin longur inni á havnar- lagnum. Frammanfyri høgrumegin sæst tann fyrsta kioskin hjá Óla Arge. Hann byrjaði kioskvirksemi í 1930. Hesin parturin av havnarlag- num, sum sæst á myndini, varð vistnokk liðugur í 1928. Tikið myndina hevur Niels L. Arge Minnisvarðin uppi í plan- tasjuni kom til Havnar í 1955 – og varð liðugt upp- settur og avdúkaður í 1956. Tað var norski listar- maðurin, Kåre Orud, sum gjørdi standmyndina. Standmyndin bleiv flutt úr Oslo til Keypmanna- havnar við »Kronprins Frederik« og víðari til Havnar við »Drotningini«, og DFDS, ið átti bæði hesi skipini, flutti standmynd- ina ókeypis. Standmyndin er fýra metrar høg og vigar 1,5 tons. Sokkulin er sjey metur høgur – so tilsamans er minnisvarðin 11 metrar høgur. Jákup Simonsen hevur gjørt fundamentið Myndaeigari: Inger Hansen Minnisvarðin í Plantasjuni Havnar Taxi Sosialurin Nr. 28 - 9. februar 2002 3 TÓNLEIKAUNDIRVÍSING Dagfinn Olsen Martin Mouritsen er virkin maður. Flest øll kenna hann frá árligu nýggjárskonsertunum, har hann stjórnar Føroya Symfoni- orkestri. Men gerandisdagur hansara er í Mentamálastýrinum, har hann er leiðari á Musikk- skúlaskipanini, ið umfatar tón- leikaundirvísing kring alt landið. Ein kabal fyri víðarikomin, ið ikki er løtt at fáa at ganga upp. Og hóast tónin í samrøðuni er avtalaður at taka støði í spurn- inginum um, hvussu ein ber seg at við at ala fram eitt ættarlið av góðum tónleikarum, so verður byrjað meira varisliga við turrum tølum og veruleikum. Tað skilst, at meira peningur er játtaður til Musikkskúlan og ein spurningur er júst hvat skal til, um verandi støðið skal haldast. Nógv tøl og nógvir smálutir gera seg galdandi, men mitt í øllum hesum er gleðiligt, at fleiri smá støð eru komin við aftur í skipanina, eftir at hava verið burtur. Nevnast kunnu t.d. Sumba og Viðareiði. Í Havn er eisini merkisverdur vøkstur í áhuganum fyri Musikkskúlanum. - Í 1992 var støðið, har tað skuldi, m.a. viðvíkjandi lærara- kreftum. So kom kreppan. Eg má tó siga, at forstáilsi er vaksandi, sigur Martin, sum ikki er ónøgdur við verandi gongd, hóast ikki rættiliga er komið á sama støðið viðvíkjandi eitt nú tali av lærarum, sum í 1992. - Eini 500 standa á bíðilista í Havn til klaverundirvísing. Men vit mugu eisini upplýsa um, at onnur ljóðføri eru til. Hetta er eisini ein samfelagsuppgáva. Hetta má setast í samanhang og samanspæl skal eisini vera, sigur Martin Mouritsen. - Øll skulu ikki spæla klaver. Ikki eingang helvtin, hugleiðir leiðarin við pedagogisku ábyrgdini. Tað er eisini hann, ið setir tónleikalærarar, ið hava sítt starv úti á kommunalu skúlunum. Land ella kommuna Og meðan vit enn eru við heldur turru veruleikarnar, er tó rúm fyri eini tónleikalærarara skemti- søgu. Søgur vilja nevniliga vera við, at tónleikalærarar hava eitt serstakt gongulag. Hetta kemst av, at teir ferðast á skúlunum eftir skúlatíð, tá vaskikonurnar eisini starvast, og tískil mugu teir ansa sær, hvar teir seta føtur sínar. Men hetta skemt leiðir tó til álvarsligari hugsanir, tí Martin bíðar spentur eftir sonevnda kommunala álitinum. - Hetta skal kanska leggjast út á kommunurnar at umsita, so eg bíði spentur eftir kommunala álitinum, sigur Martin. - Sum nú er, hava øll børn rætt til undirvísing, uttan mun til, hvar tey búgva, viðmerkir Martin og greiðir frá, at tað annars eru kommunalir musikkskúlar, men Vágoyggin, Sandoyggin og Suðuroyggin hava interkommu- nalar musikkskúlar. Skúli skal hava leiðara og trupulleikarnir eru nógvir, ásannar Martin. Millum annað hava tónleikalærarar merkt, at Strandferðslan og Musikk- skúlaskipanin ikki arbeiða sama veg, annar parturin arbeiðir inni frá og úteftir (úr Havn, blðm.) og hin øvugt. Hetta gevur gerandis- trupulleikar. - Vit kunnu ikki nýta Bygda- leiðir, men hava gjørt seravtalu um billeigan, greiðir Martin frá, meðan hann lýsir ofta truplu gerandisleiðina hjá lærarum, ið ferðast kring landið. Safri Duo, mostur mín og eg Men spurningurin um land ella kommunu kemur at hava avger- andi týdning fyri framtíðina hjá tónleikinum. Kommunurnar gjalda í dag helvtina av lærara- lønunum, landið alla ferðing. - Spurningurin um land ella kommunu er áhugaverdur og av týdningi. Hvat hendir, um farið verður frá landi til kommunur? Kanska verður musikkskúli bert í Havn og á størri plásum, metir Martin. Og spakuliga ota vit okkum nærri avtalaða spurninginum um, hvussu vit uppala góðar tónleik- arar. - Áhugavert, men tað velst um so mangt. Er tónleikafatanin t.d. Mtv? Tað sum er fremst har, er ikki innihaldið í tónleikinum. Tí skal byrjast tíðliga, tí næmingar, ið spæla sjálvir, læra og eru í eini gongd. Tað, ið ein hoyrir, er ein liðug vøra. Tí er neyðugt at hava eitt gott og virkið forhold til livandi tónleik, ein skal læra tabellir, skalair og samanspæl, sigur Martin, ið eisini eigur aðrar samanberingar, ið stava frá lestrarárunum, men sum í dag eru aktuellar. Martin las tónleik saman við manningini í tí í dag so há- aktuellu Safri Duo, ið toppar allar hittlistar. Hesir eru væl lærdir menn, ið hava lagt seg eftir vælljómandi tónleiki, ið minnir um einaferð so kendu íslendingarnar í Mezzoforte. - Eg kenni væl teir í Safri Duo frá lestrarárunum. Teir duga og hava eisini spælt seriøsan tónleik í áravís. Nú? Eg og mostur mín kundu spælt hatta! Men munurin er jú, at teir vinna nú 100 ferðir meira pening, sigur Martin. Koyra nú á fleiri rásum - Tað ger einki, um næmingar gevast. Tað, ið hevur týdning er, um tað hevur eydnast, sigur Mar- tin Mouritsen og sipar til fatan- ina av tónleiki. - Vit skulu eisini hava lurtarar. - Vit duga betri nú at koyra á fleiri rásum. Vit hava fleiri sløg av list, fleiri sløg av tónleiki, sigur Martin hugsunarsamur. - Mørkini eru ikki so greið og fólk spæla blandaðan tónleik, sigur Martin og minnir á fram- standandi tónleikarar sum t.d. Nigel Kennedy. Eisini hevur hann hitt fyrrver- andi musikkskúlanæmingar, ið nú spæla rock, men sum hava tikið nakað við sær og nýta lær- dómin á nýggju tónleika- økjunum. Vinningar við skúlanum Martin metir sín leiklut líka nógv vera at ávirka politikarar. Og hann fegnast um, at eisini hjá politikarum tykist forstáilsi at vera vaksandi. - Fleiri vinningar eru jú við musikkskúlanum, t.d. Symfoni- orkestrið, sum nærum ikki er á fíggjarlógini. Nógvar ringávirk- anir eru, ið eru ringar at rokna út, metir Martin. Martin greiðir frá, at neyðugt er, at ikki bert toppurin verður pleygaður, men tó skal skúlin eisini taka sær væl av hesum næmingum. Nú verður ein kon- sert í apríl og hetta er stimbrandi. Í dag kemur enntá fyri, at næm- ingar spyrja eftir kappingum, t.d. fyri at vinna sær pláss í symfoni- orkestrinum. - Steinway kappingin er í apríl og kappingin hjá Berlingske Tidende verður, har øll ljóðføri eru við og har vit hava sera góð úrslit at vísa á, sigur Martin. Jante - Um kommunurnar taka yvir, so er ein vandi kanska, at bert klaverundirvísing verður. Men vit hava sæð ung koma saman at spæla, tey hava lætt við at flyta seg og hetta brýtur eisini onnur mørk, sigur musikkskúlaleiðarin. - Men trupult er hjá kommunal- politikarum at satsa uppá musikskúlaundirvísing, tí hon kostar. Lættari er at vísa á ein mola ella eina bryggju. Her kemur jantelógin inn í myndina. Sera sjónligt er, hvar peningurin fer; hini børnini nýta peningin og duga kanska lítið og einki! Men eitt barn mennist ikki meira, enn árini eru til tað, sigur Martin Mouritsen. - Tey ”ungu”, sum vit í dag hava sitandi í symfoniorkestr- inum, hava fingið undirvísing í 10 ár, ella meira, og nú byrjar at ljóða av álvara, vísir Martin á. Hann minnir sostatt á hugburð og ger vart við vandar í komandi tíðum, nú broytingar møguliga henda. - Vónandi standa lokalfeløg sterk og eru dragandi. T.d. horn- orkestrini. Hesi eru sjálvsagt eisini lokkandi at hava hjá kommunum, tí tey hava eina funktión flaggdagar og aðrar dagar. Men tað er ov lítið, minnir Martin á. Hann er sum heild nøgdur við gongdina, men sær vandar. Og ein komandi oljuvinna kann ávirka og er eisini góð at gera samanberingar við. - Av týdningi er, at møguligur vøkstur kemur líðandi og ikki kemur sum ein brak, sigur Martin Mouritsen. Byrjast skal tíðliga Leiðarin fyri Musikkskúlaskipanini, Martin Mouritsen, situr hugsunarsamur á skrivstovu síni í Mentamálastýrinum. Orsøkin er, at honum er settur spurningur um, hvussu vit í Føroyum bera okkum at við at ala upp ættarlið av dugnaligum tónleikarum. Men eisini bíðar hann sera spentur eftir, hvussu leikur fer viðvíkjandi leiklutunum hjá landi og kommunum, tí hetta fær avgerandi ávirkan á gongdina í Musikkskúlaskipanini - Eg kenni væl teir í Safri Duo frá lestrarárunum. Teir duga og hava eisini spælt seriøsan tónleik í áravís. Nú? Eg og mostur mín kundu spælt hatta! Men munurin er jú, at teir nú vinna 100 ferðir meira pening, sigur Martin Mouritsen, ið metir fatanina av tónleikinum hjá uppvaksandi ættarliðum hava stóran týdning Mynd : D. Olsen C M Y K 23 22