leygardagur 9. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 28 - 9. februar 2002
HOTEL VÁGAR
THE AIRPORT HOTEL
***
FØSTULÁVINTSHÝRI
Hotel Vágar í
2 rættir
155,-
3 rættir
175,-
Bíleggið borð
á tel 33 29 55
HOTEL VÁGAR
FLOGFELAG FØROYA
SØRVÁGUR
TEL 33 29 55 · FAX 33 23 10 · T-Postur: hotel@ff.fo
fríggjadagin 8. febr.
og leygardagin 9. febr.
frá kl. 17.00
Leygardagin 9. febr. verður
danska Melodi Grand Prix'ið
víst á stórskíggja
Vit bjóða:
Dampað reyðtungurulla við sitrónbakaðari
øðu á spinati við kryddróma
Lættstokt lambafilet við hvítum bønum,
pommes risolet og ingifersoð
Dessertskál við ísi, frukt og køku
Forrættur:
Steik:
Omaná:
Vikuskiftisuppihald
fyri hvønn ..... bara 250,-
team85
Kervi søkir eftir sølufólki at byrja skjótast
tilber.
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í
einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi.
Løn og treytir verða ásettar í samsvari við
útbúgving og royndir.
Vit vænta, at tú ert ágrýtin dugnalig/ur og
dugur at veita viðskiftafólkum okkara eina
góða tænastu.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur áhuga fyri
teldum og tí sum har til hoyrir.
Hevur hetta tín áhuga kanst tú senda eina
skrivliga umsókn til:
Kervi sp/f
Postboks 3202
Heykavegur 2
FO-110 Tórshavn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 22. februar 2002
Um tú hevur hug at vita meira um starvið,
ert tú vælkomin at ringja 350300 og
spyrja eftir Óla Olsen
SØLUFÓLK!
team 85 • 316511
Heykavegur 2, P.O. Boks 3202, FO-110 Tórshavn
tel 350300, fax 350301, e-mail:info@kervi.com, www.kervi.com
Vit átaka okkum bókhaldsarbeiði fyri
fyritøkur og stovnar
Hetta umfatar m.a. hesar uppgávur:
• Fíggjarbókhald
• MVG uppgerð
• Fakturering
• Debitorrøkt
• Kreditorrøkt
Áhugað kunnu venda sær til:
Knút P. Jacobsen á tel 350 300 ella
tel 228 486
Bókhaldstrupulleikar?
team 85 • 316511
Heykavegur 2, P.O. Boks 3202, FO-110 Tórshavn
tel 350300, fax 350301, e-mail:info@kervi.com, www.kervi.com
Kirkjubøar kommuna bjóðar við hesum
vaskingina av trægólvunum í skúlanum á
Velbastað alment út til áhugaði at røkja.
Vaskingin fevnir um 245 fermetrar av
vanligum trægólvi í skúlanum eftir nærri
ávísing frá kommununi m.a. viðvíkjandi
slag av sápulúti.
Í fyrsta umfari skal vaskast 1 ferð um
vikuna, helst fríggjadag, men kommunan
tilskilar sær rætt at fremja broytingar hesum
viðvíkjandi eftir nærri avtalu partanna
millum.
Tilboð samsvarandi hesi útbjóðing skulu
stílast
til Kirkjubøar kommunu, 176 Velbastað og
verða kommununi í hendi í seinasta lagi
25. februar 2002 kl. 16.00
Kirkjubøar kommuna tilskilar sær rætt til
frítt at velja ímillum innkomin tilboð ella
vraka tey øll.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda
sær til kommunuskrivstovuna á Velbastað á
tel 328106, Annfinn Brekkstein, borgarstjóra
á tel 215800 ella Petur Juul Jacobsen,
skrivara á tel 226458
ÚTBJÓÐING!
team 85 • 316511
av vaskingini av trægólvunum
í skúlanum á Velbastað
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
-tað
loysir
seg
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
20
Nr. 28 • leygardagur • 9. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Stór upptakt
til danska tónleika
Grand Prix
Lesið síðu 6, 7, 8 og 12
FØSTULÁVINT
Jóna Thomsen
Birita Simonsen
Í Dagsstovninum á Argjum sita
børnini spent og bíða eftir
føstulávint. Tey gera ymiskt til
føstuna. Summi sita og klippa
grýluskortar. Her verður bæði
klipt Batman, kettur og røvarar
úr nógvum føgrum litum. Tey 4 -
5 ára gomlu børnini syngja
ymiskar sangir fyri okkum,
grýlumamma, grýlupápi og lítla
grýlubarnið o.s.fr. Eisini verður
gjørt kakao og føstulávinstbollar.
Summi børn mála tunnuna, ið
verður sligin mánadagin 11.
februar. Tunnan verður prýdd við
eini kettu og nógvum ymiskum
litum. Fyrr í tíðini varð ein ketta
koyrd inn í tunnuna, síðan varð
tunnan við kettuni sligin niður.
Vit vita nokk øll, at tað er ikki
júst soleiðis tað gongur fyri seg í
dag. Her í dagstovninum verður
pappír koyrt í tunnuna. Mána-
dagin, tá tunnan verður sligin,
ætla dreingirnir at lata seg í sum
Batman, meðan genturnar vilja
vera klovnar, kettur og
prinsessur. Tann, ið slær tað
síðsta av tunnuni niður, verður
kattakongur, og fær tí eina
krúnu.
- Tá vit sláa tunnu heima,
koyra vit altíð bomm og pengar í
hana, tað er ordiliga stuttligt,
sigur Magni Abrahamsen, ið er 6
ára gamal.
- Tað stuttligasta við føstu-
lávint er at sláa tunnu, tí tá verði
eg næstan altíð kattakongur,
sigur 6 ára gamli Teitur Hvidbro.
Øll hini børnini eru samd við
honum.
- Men tað er eisini stuttligt at
ganga grýlu, tí tá fáa vit nógv
bomm, siga Súsanna Jacobsen og
Elsa Splidt Jacobsen, ið eru seks
ár.
Dagarnir líða og skjótt kemur
mánadagurin, ið óivað ikki bert
børnini í Dagstovninum á
Argjum bíða spent eftir.
– Eg gleði meg so nógv til føstulávint
Dagarnir líða og skjótt kemur mánadagurin, ið óivað ikki bert børnini í Dagstovninum á Argjum bíða spent eftir.
Mynd: Álvur Haraldsen
Grýluskortar, tunnur, kattakongur, sangir, bomm, kettur, og síðst men
ikki minst føstulávintsbollar. Alt hetta kunnu børnini í Dagstovninum á
Argjum gleðast yvir teir næstu dagarnar
21