leygardagur 9. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 9. februar 2002
19
Manslandsliðið hevur
síðan oktober í fjør
havt regluligar venj-
ingar, og venjarin
Lars Nedergaard hev-
ur boðað til venjingar
um vikuskiftið. Hóp-
urin er nakað broytt-
ur síðan seinastu
venjing
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hondbóltslandsliðið skal
um eitt ár luttaka í undan-
kappingini til EM. Fyri-
reikingarnar eru fyri lang-
ari tíð síðani farnar í gongd,
og um vikuskiftið er hópur-
in aftur innkallaður til venj-
ingar.
Landsliðsvenjarin Lars
Nedergaard, ið er dani,
hevur sent boð eftir 16 leik-
arum til venjingina. Um-
framt at venja saman um
vikuskiftið í Vestmanna
verður eisini skipað fyri
einum
venjingardysti
mánakvøldið.
Tá fer landsliðið at spæla
ímóti einum úrvalsliði av
útlendingum, sum dagliga
spæla í føroysku deildini.
Tað er Costin Dumitrescu,
venjari hjá StÍF, ið stendur
á odda fyri tí liðnum.
Nakrir útisetar eru komn-
ir heim til hesa venjingina.
Málverjin Jens Skipagøta
og Martin Hummeland, ið
báðir búgva niðri í Dan-
mark, vera við.
Landsliðshópurin
er
broyttur nakað síðan sein-
astu venjing. Nakrir leikar-
ar eru komnir afturat, með-
an aðrir eru farnir. Mortan
Hansen úr Tjaldri, Bent
Djurhuus og Sveinur Just-
inussen úr StÍF og Áki
Mørk úr Neistanum hava
boðað frá, at teir ikki hava
stundir at vera við í hópin-
um. Eli Müller úr VÍF,
Tróndur Joensen úr Ama-
ger/CIK, Bárður Brimvík
og Levi Nybo úr H71 drag-
ast við skaðar og kunnu tí-
skil ikki vera við fyribils.
Umframt at taka sær av
landsliðnum fer Lars Ne-
dergaard at greiða frá á
fundi
í
ÍSF-húsinum,
hvussu venjarar kunnu fáa
tað besta burturúr venjing-
ini.
Hópurin:
Málmenn: Jens Skipagøta
(Amager/CIK), Lars L.
Black
(Kyndil),
Johan
Danielsen (Kyndil)
Strikuspælarar:
Janus
Einar Sørensen (Kyndil),
Kristian Madsen (KÍF)
Vengur: Hans Áki Dal-
Christiansen
(Neistin),
Haraldur Bjørgvin (VÍF),
Martin Hummeland (Næst-
ved/Herlufsholm)
Bakspælarar: Sámal Jo-
ensen (VÍF), Heini Joensen
(Neistin), Ingi Olsen (VÍF),
Bjarni Wardum (H71), Áki
Olsen (VÍF), Halgir Dahl-
Olesen (H71), Høgni Klein
(Kyndil), Regin Petersen
(KÍF)
Venjari er Lars Nedergaard,
og hjálparvenjari er Hjalm-
ar Klein Olsen. Frank Pet-
ersen er styrkivenjari, og
Jákup Durhuus er liðleið-
ari.
KÍF vann sær eitt
týdningarmikið stig í
stríðnum móti niður-
flyting, tá dysturin
móti H71 í Vest-
manna endaði við
javnleiki. Kollfirðing-
ar munnu tó iðra seg
eitt sindur, tí teir
vóru frammanfyri
størsta partin av
dystinum. Tó kundi
H71 eisini avgjørt til
egnan fyrimun móti
endanum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hóskvøldið møttust KÍF og
H71 í høllini í Vestmanna.
H71 mundi vera favorittur
frammanundan dystinum,
men teir fingu harða mót-
støðu frá kollfirðingum.
Fyrra helming av fyrra
hálvleiki hevði KÍF greiða
yvirvág. Heimaliðið førdi
við fimm málum, og tá
H71 tók eitt leikbrá (time
out). Hetta hjálpti nakað
uppá støðuna, og H71
megnaði at minka um mun-
in. Tá farið varð til hálv-
leik, vóru trý mál á muni.
Í seinna hálvleiki fylgd-
ust liðini ómetaliga væl, og
spenningurin var allatíðina
í hæddini. Tað var tó KÍF,
sum fyri tað mesta var
frammanfyri, og teir megn-
aði at halda munin heilt til
endan.
Seinastu minuttirnar tók
H71 sær um reiggj og fór
nú framum heimaliðið. KÍF
svaraði tó aftur, og Petur
Martin Poulsen fekk út-
javnandi málið.
Dysturin í tølum
KÍF – H71 32-32 (17-14)
KÍF: Eddie Joensen 9,
Jákup Dam 6(5), Durica
Tomic 5(1), Iljan Topic 5,
Petur Martin Poulsen 4,
Kristian Madsen 1, Regin
Petersen 1, Finn Heri
Johannesen
H71: Finnur Hansson 8(1),
Bjarni Wardum 7, Halgir
Dahl-Olesen 7, Kristian
Petursson 5, Olaf Vester-
gaard 4, Hans J. Jacobsen 1
Brotskøst: KÍF 7, H71 1
Útvísingar: KÍF 4, H71 5
Dómarar: Hannis Wardum
og Uni Wardum.
Stjórin í FC Køben-
havn, Flemming
Østergaard, hevur
ætlanir um at keypa
eitt enskt felag í 1.
deild. Hetta skriva
donsk bløð í dag
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
FC
København
hevur
áhuga í at keypa meirilutan
av partabrøvunum í einum
enskum 1. deildar felag.
– Vit leita framvegis eftir
einum felagi, sum spælir í
ensku 1. deild, og vit eru
tilreiðar at keypa, um fíggj-
arætlanir og fyrireikingarn-
ar halda, sigur Flemming
Østergaard.
Tó er einki ítøkiligt til-
boð á borðinum beint nú.
Flemming hevur fyrr fing-
ið tilboð um at keypa enska
2.deildar felagið Hudders-
field og okkurt franskt fel-
ag, men tá hevur hann ikki
keypt.
Talan er um at keypa
meirilutan av partabrøvun-
um, so at FC København
hevur ræðið á einum felag.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt
danskt felag hevur ætlanir
um at keypa eitt útlendskt
felag.
Hondbóltslandsliðið
úttikið
KÍF – H71 32-32 (17-14)
KÍF fekk týdningarmikið stig
Østergaard ætlar at keypa
enskt felag
Flemming Østergaard hevur
ætlanir um at keypa eitt
enskt 1. deildarfelag
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Neistin vann mikukvøldið á
Tjaldri í høllini í Runavík.
Talan var ikki um nakran
sannførandi sigur, men
havnarliðið gjørdi sína
skyldu.
Neistin skuldi reisa seg
eftir tapið í steypafinaluni
leygardagin, og tað megn-
aðu neistamenn.
Havnarliðið var greiður
favorittur undan dystinum,
og hóast sigurin bara var
fimm mál, so vóru stigini
ongantíð veruliga í vanda.
Áki Mørk og Kári Mor-
tensen, ið ikki fingu glið á
spælið móti StÍF, vóru
toppskjúttar hjá Neistanum
Dysturin í tølum
Tjaldur: Zoran Sarpevic
5(1), Arnfinn Langgaard 4,
Dragisa Stojovic 4, Sverri
Justinussen 3, Svein í Heið-
inum 3, Tummas Magnuss-
en 2, Dan Thorleifsson 2,
Hartvig Joensen 1.
Neistin: Áki Mørk 8, Kári
Mortensen 7, Heini Joen-
sen 6, Hans Áki Dal-Chris-
tiansen 5(3), Ári Rouch 2,
Jacob Jónsson 1.
Útvísingar:
Tjaldur
3,
Neistin 3
Brotskøst:
Tjaldur
2,
Neistin 3
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen og Hannis Wardum.
Flogbóltssambandið
hevur sent boð eftir
einum dómara úr
Liktinstein at døma
steypafinalurnar, sum
vera næsta viku-
skiftið. Hann hevur
hollar altjóða royndir
FLOGBÓLTUR
Stefan í Skorini
Talan er um Philippe Shür-
mann, sum fer at døma
steypafinalurnar hjá monn-
um og kvinnum, ið verða
leiktar í høllini á Hálsi
leygardagin 16. februar.
Philippe skal døma báðar
finalurnar saman við Rúna
Weihe, ið verður 2. dómari.
Schürmann hevur virkað
sum dómari síðan 1985, og
hann varð altjóða viður-
kendur í 1996. Av tí at
Liktinstein liggur mið-
skeiðis í Evropa, fær hann
nógvar uppgávur, og hann
dømir einar 60 dystir um
árið.
Tá Føroyar hava verið
við í kappingum fyri smá-
tjóðir,
hevur
Philippe
Schürmann ofta verið við
sum dómari.
Hann hevur eisini verið
formaður í Flogbóltssam-
bandinum hjá Liktinstein,
og hann hevur eisini verið
formaður í felagsskapinum
fyri smátjóðir í Evropa.
Í finaluni hjá kvinnum
møtast TB og Mjølnir, og
hesin dysturin byrjar klokk-
an 14.30. Hjá monnum
møtast SÍ og ÍF, og hesin
dysturin byrjar beint aftaná
ella umleið klokkan 16.
KÍF og H71 spældu hóskvøldið javnt í høllini í Vestmanna. Her roynir Halgir Dahl-Olesen seg
Mynd: Álvur Haraldsen
Tjaldur-Neistin 24-29 (11-16)
Neistin greiddi sína skyldu
Dómari úr Liktinstein til steypafinalurnar
Flógbóltssambandið hevur fingið ein altjóða dómara at taka
sær av steypafinalunum. Hann eitur Philippe Schürmann, og
hann dømir einar 60 dystir um árið
19
Fleyr og SÍ eru nú
helst einastu liðini,
sum kunnu vinna
føroyameistaraheitið
hjá monnum, og bæði
fara á vøllin í morgin.
SÍ er aftanfyri í
stigum, og tí er serligt
trýst á teimum, men
uppgávan er ikki løtt:
Fram á útivølli
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Flogbóltskappingin
hjá
monnunum kann broytast
nógv hetta vikuskiftið, men
spurningurin er bara hvønn
veg broytingin fer.
Tveir dystir eru í meist-
aradeildini, og tað kann
bæði enda við tí, at tað
verður javnari aftur, og at
munurin millum oddaliðini
økist.
Mest áhugaverdi dysturin
hesaferð er í Eysturskúl-
anum í dag millum Fram og
SÍ. Vit taka neyvan munnin
ov fullan, tá vit siga, at
Fram misti sín FM-møgu-
leika við tapinum móti
Fleyr síðsta sunnudag, men
teir kunnu enn fáa ávirkan
á, hvussu alt fer at spæla av.
Og silvurmerkini eru enn at
stríðast um. Hjá SÍ stendur
eitt sindur meira upp á
spæl, tí nú er kappingin so
langt útliðin, at hvørt tap
kann fáa avgerandi týdning.
Kiksar tú einaferð, er
næstan eingin tíð eftir til at
rætta upp uppá støðuna.
Tað vita sørvingar, og tí
fara teir at gera alt fyri at
vinna í dag, so Fleyr ikki
sleppur alt ov langt fram-
um.
Fleyr spælir á Kambsdali
í dag móti ÍF, og á pappír-
inum er tað ein dystur teir
eiga at vinna. Men hetta
vælsignaða pappírið er ikki
altíð so álítandi, og ÍF
hevur fleiri ferðir fyrr í ár
verið boysið hjá havnar-
monnunum.
Botndystur á
Kambsdali
Hjá kvinnunum eru eisini
tveir dystir hesaferð. Tann
fyrri verður í dag millum ÍF
og Fleyr, og hesi bæði liðini
eru tey niðastu í deildini.
Vinnur ÍF, kunnu tær koma
upp um Drátt, og so er tað
eisini mestsum avgjørt, at
Fleyr endar aftast. Vinnur
Fleyr hinvegin, blanda tær
seg upp í kappingina um
bronsumerkini.
Hin dysturin verður í
morgin, tá TB tekur ímóti
Drátti. TB stevnir fram móti
føroyameistaraheitinum, og
tær hava ráð til at tapa ein
dyst og framvegis kunna
avgera alt sjálvar. Harvið er
ikki sagt, at tær gera tað í
morgin, og tað verður eisini
óvæntað, um so verður.
Størsti kappingarneytin hjá
TB-kvinnunum í morgin
verða tær sjálvar, tí tað er
væl hugsandi, at tær eisini
hava tankarnir eina viku
longri frammi, nevniliga í
steypafinaluni. Tað kann
Dráttur kanska gera sær
dælt av, men tað krevst ein
100% innsatsur frá øllum
teirra leikarum, um tær
skulu gera nakað við sterka
TB-liðið í morgin.
Nr. 28 • leygardagur • 9. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógv stendur á SÍ
FASTALÁVINT
Stefan í Skorini
Í dag, leygardagin, skipar
Froskmannafelagið fyri
tunnusláing á sjónum við
Bursatanga í Havn. Til-
takið byrjar klokkan 14,
og felagið bjóðar øllum
oman at hyggja. Tiltakið
er ókeypis.
Eisini er ætlanin at
spenna eina línu tvørtur
um, og síðani skulu
froskmenninir royna at
ganga á línuni uttan at
detta útí sjálvandi.
Vanliga er uppmøting-
in góð, og í fjør vóru eini
25 froskmenn við. Øll
kunnu vera við, bara tey
eiga eina drakt at fara í.
Sjálv
tunnusláingin
plagar at taka ein tíma
ella so. Luttakararnir fara
eftir ætlan at ganga á
línu, meðan sláingin fer
fram.
Til at halda tunnuni
hava froskmenninir lænt
ein kranabil, ið fer at
halda henni yvir sjónum.
Bara tríggir
hondbóltsdystir vera í
bestu deildunum hjá
kvinnum og monnum
um vikuskiftið. Í Havn
fær Neistin møguleikan
at hevna tapið frá
steypafinaluni, tá StÍF
kemur á vitjan, og
kvinnuliðini hjá somu
feløgum møtast eisini. Í
Klaksvík verður dystur
millum VB og
Stjørnuna hjá kvinnum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Áhugaverdasti
dysturin
hetta vikuskiftið verður
óivað í Havn millum StÍF
og Neistan. Hesi liðini
møttust í steypafinaluni
seinasta vikuskiftið, og tá
var StÍF sum kunnugt við
yvirlutan. Nú hevur Neistin
so møguleikan at hevna
hetta tapið.
Tað er eisini neyðugt hjá
Neistanum at fáa tvey stig,
um havnarliðið skal megna
at halda fast um trýstið á
VÍF, ið liggur fremst.
Neistin skal í roynd og veru
vinna allar sínar dystir og
fáa hjálp frá øðrum liðum,
um tað skal eydnast at
vinna FM-heitið.
StÍF hevur silvurmerkini
at spæla fyri. Um tað
eydnast at vinna enn eina-
ferð á Neistanum er dyst-
urin um silvurið púra opin.
Lítil ivi man vera um, at
Neistin fegin vil prógva, at
teir kunnu vinna á strand-
ingum.
Neistin er hesuferð uttan
John Petersen, ið er á venj-
ingarlegu við fótbóltslands-
liðnum, og tað er ein stórur
missur.
Kvinnuliðið hjá Neist-
anum skal eisini taka ímóti
StÍF. Neistin dyrgir eftir
bronsumerkjunum, meðan
StÍF roynir at bjarga sær
undan niðurflyting.
StÍF vann í vikuni móti
Kyndli í Havn, so tær hava
prógvað, at tær kunnu bíta
frá sær, men Neistin er stór-
favorittur undan dystinum.
Í Klaksvík møtast Stjørn-
an og VB. Bara tvey stig
eru ímillum liðini, so hetta
er ein gyltur møguleiki hjá
VB at taka seg inn á
Stjørnuna. Tað verður óivað
annað av hesum liðunum,
ið fer avstað við silvur-
merkjunum.
Stjørnan skal vinna fyri
at hava møguleikan at hótta
VÍF, men um tær ikki vinna
henda dystin, er meistara-
heitið avgjørt.
Støðan 1. deild menn
Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
1 VÍF
4
470
386
84
19
2 Neistin
5
523
439
84
18
3 StÍF
4
439
425
14
12
4 H71
5
470
498
-28
8
5 Tjaldur
6
447
507
-60
8
6 Kyndil
5
395
441
-46
7
7 KÍF
5
447
495
-48
5
Støðan 1. deild kvinnur
Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
1 VÍF
3
443
263
180
18
2 Stjørnan
3
401
313
88
15
3 Neistin
5
375
327
48
13
4 VB
4
377
380
-3
13
5 StÍF
4
298
377
-79
5
6 Søljan
6
327
499
-172
4
7 Kyndil
5
392
454
-62
Tunnusláing
á sjónum
Fram hevur helst mist FM-møguleikan, men teir kunnu væl fáa ávirkan á, hvar gullið skal enda. Eitt nú við at órógva SÍ um
vikuskiftið
Neistin kann fáa hevnd
C
M
Y
K
18