Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 28 - 9. februar 2002 Nr. 28 - 9. februar 2002 17 Dátt komu boðini sunnu- kvøldið, tá Karin, systir Jákup, ringdi og segði, at nú var Jákup farin. Væl vistu vit, sum vóru Jákupi nær, at sjúkan hevði rakt hann hart og vísti onga náði. Jákup Olsen var føddur í Havn tann 5. februar 1943, hann gjørdist sostatt bert 58 ára gamal. Hevði havt fylt 59 ár týsdagin. Jákup og eg hava kenst frá ungum árum. Sjálvt um Jákup var eitt sindur eldri enn eg, vóru vit saman í mangari ferð. Byrjaðu hjá skótunum, gingu í sama skúla, og um vit ikki eisini báðir lærdu til mekanikarar. Nógv var at takast við í Havnini í okkara ungu døgum. Havnin var ikki størri enn so, enn at allir ungdómar kendu hvør annan. Best kendust vit úr Sjónleikarhúsinum, har pápi Jákup, Zahle nevndur, sat sum formaður í Havnar Sjón- leikarfelag í nógv ár, og hevði sína dagligu gongd í húsinum. Har byrjaðu vit báðir tíðliga at virka, tó ikki sum sjónleikarar tá. Men hetta at hjálpa til við stólum, at fáa teir út og inn, alt eftir hvat skuldi henda í húsinum, sjónleik- ur, biografur ella dansur. Hetta sluppu vit ungu at taka okkum av. So ikki kann sigast annað, enn at Jákup hevur traðkað sínar barnaskógvar í Sjónleikar- húsinum. Tíðliga gjørdi Jákup vart við seg sum sjónleikari. Ein góður sjónleikari. Longu sum 15 ára gamal var hann at síggja á pallinum í Sjónleik- arhúsinum. Vit hava havt ta gleði at sæð Jákup sýna fram kynstur síni í ymsum leiklutum á hesum palli – og aðra staðir við. Fari at nevna nøkur dømi, har Jákup so meistarliga hevur myndað leikir. Hvør minnist ikki Skipið, Gøtuna, Spælimenninar, Pinoc- chio, Pippi, Brim og Brúð- leyp, bert fyri at nevna nakrar. Hann var við í hópi av leikum, har hann hevur spælt og glett okkum í Havn og alt Føroya fólk. Eisini spældi Jákup í Íslandi og í Danmark. Var tað ikki á pallinum, so hoyrdist hann í hoyri- spølum hjá útvarpinum. Eisini hevur hann verið við í filmum, seinasti filmurin var Barbara. Jákup hevur eisini roynt seg sum leikstjóra millum annað í leikinum Brim og Brúðleyp. Sum tann góði hand- verkarin hann var, skipaði hann fyri og smíðaði mangan pallin í Sjónleikarhúsinum. Hann var altíð við eini hjálpandi hond og einum góðum orði. Jákup var nevndarlimur, nú hann doyði, og var næstformaður í Havnar Sjónleikarfelag í nógv ár. Serliga tók hann sær av húsaumsjónini. Hann stóð fyri marknaðardøgunum, leikum, dansi o.s.fr. og royndi av øllum alvi at skapa góðar umstøður fyri Sjónleikarhúsinum og skipa fyri soleiðis, at tað fíggjarliga hekk saman hjá húsinum. Tað gleddi Jákup almik- ið, tá ferð kom á umbygg- ingina av Sjónleikarhúsi- num. Húsið kom aftur í upprunastand. Her var smíðað og málað, og part- urin hjá Jákupi lá ikki eftir. Úrslitið síggja vit í dag. Jú, Jákup var fegin um avrikið. Í hesum døgum verður leikur settur upp í Sjón- leikarhúsinum. Tann aktivitetur, sum er um leikir, ber boð um trivnað, samanhald og vinskap. Eg má siga, at saknurin er sera stórur hjá okkum, ikki at hava Jákup ímillum okkum meira. Jákup misti konuna fyri fáum árum síðani og gjørdist sjálvur sjúkur í juli í fjør. Tann brosandi, væltal- andi og skemtingarsami Jákup er ikki millum okk- um meira. Røddin er tagn- að. Røddin á palli, sum hevur hugtikið havnarfólk í ártíggju, hevur sagt farvæl fyri seinastu ferð. Saknurin verður stórur hjá okkum øllum, sum hava virkað saman við Jákupi øll hesi ár, og á loftinum í Havnar kirkju er nú ein tómur sessur. Eitt, sum sermerkti Jákup var, at hann var sera familjukærur. Pápin doyði í bestu árum, so hann var sera nær knýttur at mammu síni og systrunum. Hetta vísti hann eisini í verki í ger- andisdegnum. Tað var hugnaligt at hoyra Jákup siga frá teirra uppvøkstri og samanhaldinum í familjuni. Jákup eigur eisini 2 børn og 2 abbabørn, sum hann gleddist um og var sera góður við. Tað gleddi okkum, at Jákup var so birgur at koma oman í Sjónleikarhúsið á nevnd- arfund fyri bert fáum døg- um síðan. Hann vildi heilsa uppá, áðrenn hann skuldi út á longu ferðina. Takk góði Jákup og góða ferð. Jesus veri við tær. Nevnd og limir í Havnar Sjónleikarfelag fara at minnast Jákup í takksemi fyri tað, sum hann hevur verið fyri okkum og okkara felag. Í djúpari samkenslu við børn, systrar og næstringar fara vit at lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin Jákup Olsen. Tá títt hjarta longsul ber, einki ynski ov stórt er. Ynskistjørna himni á tær bíðar nú. (Pinocchio) Vegna Havnar Sjónleikar- felag Heðin Mortensen, form. Jákup Olsen farin FARTELEFON Um arbeiðsgevari letur starvsfólki eina fartelefon ókeypis sum arbeiðsam- boð, skal bert nýtast til samskifti, sum hevur við arbeiðsuppgávur hjá stovn- inum at gera, stendur í rundskrivinum. Tann, ið fær telefonina, skal vátta og gera viðmerkingar til størri broytingar, ið møgu- liga koma fyri í nýtsluni frá mánað til mánað. Eisini verður fartelefonin skrásett sum ogn hjá arbeiðsgevara- num. Arbeiðsgevarin kann eis- ini loyva sær at kanna ein- stakar rokningar, um mett verður, at telefonin ikki verður nýtt til omanfyri- standandi endamál. Arb- eiðsgevarin skal tá, sam- bært § 15 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um við- gerð av persónsupplýsing- um, hava loyvi frá dátu- eftirlitinum til slíka skrá- seting. Vanlig treyt verður tá, at starvsfólkini greitt fáa at vita, at skráseting verður gjørd -ib . Fartelefon- rokningar kunnu kannast Í rundskrivi, sum Nýskipanardeildin á Tinga- nesi hevur sent út, eru nýggjar reglugerðir viðvíkjandi starvsfólkafartelefonum. Magni Laksafoss, sum var ein av virknu kreftun- um í arbeiðinum at gera Hvítubók, verður upp- stillaður til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin. Andrass Miðskarð, formaðuri fyri, Norð- oyggja Sambandsfelag váttar fyri Sosialinum, at Magni Laksafoss verður eftir ætlan uppstillar sum valevni fyri Sambands- flokkin í Norðoyggjum. Magni Laksafoss starvast í løtuni í Grøn- landi. Hann kemur eftir ætlan aftur til Føroya, har hann nú eisini fyri at royna seg sum valevni. Uppstillingin hjá Sam- bandsflokkinum í Norð- oyggjum veðrur vænt- andi liðug mánakvøldið, og Andrass Miðskarð upplýsir, at uppstillingin higartil hevur gingið væl. KREPPUMIÐSTØÐ Tíðindaskriv Klaksvík: Hóskvøldið 14. februar klokkan 19.30 verður almennur fundur í Bøgøtu 3. Á fundinum fer leiðarin fyri Kvinnuhúsinum, ella Kreppumiðstøðini, Elin Reinert Planck, at greiða frá um miðstøðina, sum heldur til Oman Pisuvarða í Havn. Tað er soleiðis, at hvønn einasta mánað fáa tær nógvar áheitanir úrøllum pørtum av landinum, og tey árini, Kreppumiðstøðin hevur virkað, hava ómeta- liga nógvar kvinnur og nógv børn gist har í styttri ella longri tíð. Kvinnuhúsið sigur m.a. í einum av faldarum sínum: - Tað er ringt at halda hús og samstundis vera húsvill. - Tú skalt brúka nógva orku uppá at vera á varð- haldi, og ofta røkkur orkan ikki til at taka neyðugu stigini, ið skulu til, fyri at royna at loysa trupulleikar- arnar. Kvinnuhúsið er staðið, har tú kanst fara við tínum trupulleikum og fáa hjálp til sjálvhjálp. Orsøkirnar eru nógvar. Ein er, at harðskapur móti kvinnum er til. Hann er her. Ein ósvikaligur partur av føroyska veruleikanum. Her kanst tú ikki svara: ”So má hon taka sær um reiggj”. Tí tað gera tær hvønn dag, allan dagin – og hann er langur. Tá so endiliga náttarfrið- ur er, siga tær einki um dreymar og marrur, ið geva vøkunætur. Tær hava ongan at tosa við. Fundurin verður sum sagt klokkan 19.30 hós- kvøldið 14. februar. Hann er almennur, og ein drekka- munnur verður at fáa. Magni Laksafoss uppstillaður fyri Sambandsflokkin Ein av høvðusmonnunum aftanfyri hvítubók, Magni Laksafoss, stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið. mynd: Álvur Fundur um Kvinnuhús í Klaksvík Navn: Gunnvør Brekkustein Flokkur: 1. Hevur tú gjørt nakran gekka- skort? Ja, eg havi gjørt fleiri gekkaskort- ar úr papptallerkum. Fert tú at brúka hann? Kanska, eg veit ikki rættiliga Navn: Nora Maria Rubeksen Flokkur: 7. Hevur tú gjørt nakran gekkaskort? Ja, eg havi gjørt ein gekka- skort úr pappmaché. Hvussu hevur tú gjørt hann? Vit brúktu avíspappír og lím, og so fingu vit eina ballón, sum vit ballaðu pappírið rundan um. Tá vit skuldu gera nøs, ballaðu vit pappír saman og ballaðu síð- ani avíspappírið rund- an um samanballaða pappírið Navn: Turið Teidsdóttir Flokkur: 5. Hevur tú gjørt nakran gekkaskort? Ja, eg havi eisini gjørt ein gekkaskort úr papp- maché. Ætlar tú at brúka hann mánadagin? Nei, eg fari bara at brúka hann til pynt Navn: Jógvan í Garði Patursson Flokkur: 3. Hevur tú gjørt nakran gekkaskort? Ja, eg havi eisini gjørt ein úr pappmaché. Hvat fara tit at gera nú? Nú fara vit at sláa tunnu í garaguni hjá einum drongi, sum gongur her á skúl- anum. Sosialurin vitjaði fríggjamorgunin á skúlanum á Velba- stað. Her høvdu børnin gjørt eina gekkaskortaframsýni ng, og eisini vóru øll børnini grýluklødd FØSTALÁVINT Ingrid Bjarnastein Tað sást beinanvegin, at her var okkurt serligt á vási. Bilurin var ikki meira enn parkeraður, tá fleiri grýlu- klødd børn vóru at síggja í skúlagarðinum. Inni á skúlanum vóru uppaftur fleiri grýlur. Klovnar, Scream-maskur, damur, turtles og nógvir aðrir búnar vóru at síggja. Inni á skúlanum vóru veggirnir prýddir við gekkaskortum. Øll børnini á skúlanum høvdu gjørt hvør sín gekkaskort. 1. flokkur hevði gjørt gekka- skortar úr papptallerkum og pappíri, meðan hinir flokkarnir høvdu allir gjørt gekkaskortar úr papp- maché. Eisini lógu skortar av evningarvoksi frammi. – Vit settu tónleik frá, og síðani fingu næmingarnir ein klump av evningarvoksi í part. Teir fingu til upp- gávu, at evna okkurt úr hesum klumpinum, sum hevði við føstalávintsskort- ar at gera. Tey sluppu ikki at tosa saman, og um tey vóru liðug áðrenn tíðin var úti, skuldu tey bara leggja seg niður og hvíla seg á borðinum, greiðir ein av lærarunum frá. – Soleiðis órógvaðu tey ikki hvønn annan, og ongin segði "eg dugi ikki" ella "títt er nógv penari enn mítt". Norrøna Felagið handaði hósdagin trimum skúlaflokk- um tilsamans 85.000 krónur í sambandi við uttanlandaferðir, ið flokkarnir ávíka- vist hava ætlanir um at gera og longu hava gjørt STUÐUL Ingrid Bjarnastein Tað vísir seg, at áhugin fyri at fara uttanlands við skúla- flokkum, er ikki so stórur. Ella ikki eftir Norrøna Felagnum at døma. Norrøna Felagið er ein undirsátti hjá Norður- lendska Ráðharraráðnum, sum hvørt árið gevur peng- ar út til onnur feløg undir sær, ið síðani skulu umsita peningin. Hetta verið seg, at nýta peningin sum stuðul til námsferðir hjá skúla- flokkum. Ein av treytunum er tó, at ferðin skal verða í Norðurlondum, og sam- skiftast skal við ein skúla- flokk áðrenn fráferð. – Ongin søkir um peningin, verður sagt frá Norrøna Felagnum. – Hetta vísir seg at vera ein trupul- leiki, tí peningurin skal brúkast, men tað sær út til at áhugin at brúka hann er ikki stórur í Føroyum. Freistin at søkja um pen- ingin er vanliga úti um árskifti, men í ár hava vit longt freistina til einaferð í apríl, tí so nógvur peningur er eftir at søkja um. 3 flokkar, 85.000 krónur Hósdagin handaði Norrøna Felagið tó trimum skúla- flokkum 85.000 krónur í stuðli í sambandi við uttan- landaferðir. 6. d í Hoyvíkar skúla skal vitja ein annan sætta flokk í Søllinge Skole á Fjóni. – Ein drongur í flokk- inum flutti til Danmarkar, og síðani tá hava vit havt brævasamband við flokkin hann gongur í, siga næm- ingarnir í 6. d. – Hetta er ein lítil skúli nær við Ringe, greiðir Maj- britt Egholm, flokslærari frá. – Børnin hava havt hvør sín vin í flokkinum, sum tey síðani skulu búgva hjá tá tey koma niður. Ferðin til Danmarkar verð ur í juni, og sætti flokkurin úr Søllinge kemur síðani longu í august mánaða til Føroya. Vit hildu, at eitt heilt ár var ov long tíð, tí so vaksa børnini frá hvørjum øðrum. Tí vit hava valt at hava millumbili so stutt. 6. d í Hoyvíkar skúla fekk 40.000 krónur í stuðli frá Norrøna Felagnum. 7. b í Nonnuskúlanum hevur verið í Tromsø og vitjað ein flokk har. Hetta var eisini ein flokkur har ein úr Nonnuskúlanum var endaður í, og eisini har var brævaskifti farið fram undan ferðini. Frá Nonnu- skúlanum vóru tey stak væl nøgd við ferðina, og hon var ógvuliga væl eydnað. Nonnuskúlin fekk 30.000 krónur frá Norrøna Felag- num. Eisini ein skúli á Ser- námsdeplinum, ella Skúlin á Trøðni, sum hann eisini verður nevndur, fekk stuð- ul. Eisini tey skuldu gera ein uttanlanda ferð, og fingu tey 15.000 krónur í stuðli. Av tí tey ikki vóru til staðar tá kekkarnir vórðu handaðir, fingu vit ikki meira at vita um hesa ætlan. Treytir Nakrar eru tó treytirnar um ein flokkur ynskir at fáa stuðul frá Norrøna Felag- num. Ein av teimum er, at flokkurin skal hava bræva- skifti við flokkin áðrenn fráferð. Eisini skulu um- sóknirnar verða fullfíggj- aðar. – Tær flestu av umsókn- unum eru ófullfíggjaðar, sigur Høgni Djurhuus, skrivari í Norrøna Felag- num. – Onkrar av teimum hava als ikki havt nakað upphædd á, og hetta gongur jú ikki. Tað nyttar ikki, at seta eina umsókn saman kvøldið fyri freistin er úti, tí vit skulu jú eisini vita, hvat peningurin skal nýtast til. Eisini skal flokkurin, ið vitjað verður, koma hendan vegin. Og Norrøna Felagið skal hava eina frágreiðing aftaná lokna ferð, hvussu ferðin er gingin. Norrøna Felagið leggur upp til, at flokkar søkja um peningin, tí peningurin er jú til taks til eitt gott enda- mál. Føstalávint á Velbastað Norrøna Felagið: Handar skúlaflokkum 85.000 krónur Gekka- skortar á Velbastað Her eru næmingaumboðini úr 6. d í Hoyvíkar Skúla. Tey skulu til Danmarkar har tey skulu vitja ein annan 6. flokk. 6. d fekk 40.000 krónur í stuðli Mynd: Álvur Haraldsen Álvur Haraldsen C M Y K 17 16