leygardagur 9. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 9. februar 2002
15
Árliga Giljanestiltak-
ið hjá Lions Club í
Vágum verður sunnu-
dagin. Musikalska
undirhaldinum fara
M’as Blues Band og
Ungdómsorkestrið í
Vágum at standa fyri
INNSAVNAN
Edvard Joensen
Árliga Giljanes tiltakið hjá
Lions Club í Vágum verður
sum vant sunnudagin í
føstuinngangi, sum er í
morgin. Ymiskt er, sum
boðið verður, og millum
annað verður M’as Blues
band at hoyra.
Tær stóru stjørnurnar á
føroyska tónleikahimlinum
í vetur, Demmus og Olfert
og Lennart og Emma, fara á
pallin í ítróttarhøllini á
Giljanesi klokkan 17.30
seinnapartin.
Ba-bu-ba-bu-ba-bu. Vekk
av vegnum.
Tá hevur tiltakið verið
opið hálvanannan tíma, tí
latið verður upp klokkan
16.00.
Klokkan 20.00 verður
aftur tónleikur á pallinum.
Tá fer Ungdómsorkestrið í
Vágum at spæla.
Giljanes tiltakið er tiltak,
sum skal fáa til vega pen-
ing, sum Lions so aftur let-
ur víðari til ymisk góðger-
andi endamál.
Í ár verður ágóðin av
Giljanes tiltakinum millum
annað latin til Herbergið
hjá Frelsunarheisinum í
Tórshavn, til Felagið fyri
minnisveik og til Sjúkra-
bilatænastuna í Vágum.
Av tiltøkum, sum verða í
ítróttarhøllini á Giljanesi
sunnudagin, kunnu nevnast
eydnuhjól,
mattombola,
vanligt tombola, skjóting,
21-spæl og fiskibrunnur.
Eisini verður matsøla,
har selt verður smurt breyð,
eins og nýbakaðar vaflur,
lagkøka, te og kaffi.
Og tey, sum heldur vilja
hava okkurt annað, kunnu
fáa ymiskan grillmat og
sodavatn.
Til eydnuhjólið verða
aftur i ár ymiskir heima-
gjørdir lutir millum vinn-
ingarnar.
Sum dømi um aðrar gáv-
ur, Lions Club í Vágum
hevur latið, kann nevnast,
at dagtilhaldið hjá pension-
istunum i Vágum, sum
heldur til í húsunum hjá
Sørvágs Húsmøðrafelag,
hevur fingið nýggja hátal-
arskipan við teleslyngu.
Pensionistar úr allari
oynni hittast týsdag og
fríggjadag
seinnapart
í
Húsmøðrafelagshúsinum.
Emma verður á heimavølli,
tá M’as Blues Badn fer at
spæla á Giljanesi sunnu-
dagin
Emma syngur á Giljanesi
Sjálvstýrisflokkurin
hevur havt fyrsta
uppstillingarfund í
Eysturoynni. Gamla
gardan er á fyribils
listanum, eins og
okkurt nýtt navn
eisini er við. Eisini
er onkur burtur-
vilstur sonur vend-
ur heimaftur
UPPSTILLING
Edvard Joensen
Bæði Sámal Petur í
Grund, landsstýrismaður,
og Kári P. Højgaard, løg-
tingsmaður hjá Sjálv-
stýrisflokkinum, eru á
fyribilslistanum hjá Eyst-
uroyar Sjálvstýrisfelag,
sum gjørdur er eftir fyr-
sta uppstillingarfundin,
ið hildin varð hóskvøld-
ið.
Umframt teir báðar er
ein gamal kenningur
komin aftur á listan. Tað
er Lasse Klein, fyrrver-
andi løgtings- og lands-
stýrismaður Sjálvstýris-
floksins, sum hevur verið
ein túr í Kristiliga Fólka-
flokkinum og vent, síðan
hann
var
sjálvstýris-
maður seinast.
Lasse Klein møtti á
uppstillingarfundinum
hjá Eysturoyar Sjálv-
stýrisfelag hóskvøldið.
Kári P. Højgaard, løg-
tingsmaður,
sigur,
at
fundurin var fjølmentur,
og at har vóru bæði kend
andlit og eisini heilt
nýggj fólk.
– Tað teknar lovandi
fyri flokkin, sum hann
tekur til.
Á
fyribilslistanum,
sum gjørdur varð á fund-
inum, eru seks nøvn, har
tey trý kendu eru ímill-
um.
Kári P. Hjgard sigur, at
nevndin í felagnum hev-
ur nú fingið til uppgávu
at arbeiða víðari við
listanum, sum helst skal
vera endaligur, tá annar
og kanska triðji uppstill-
ingarfundur verða kom-
andi týskvøld.
Tað er pláss fyri upp til
átta fólkum á valevnis-
listanum í Eysturoy, og
Kári P. Højgaard væntar
ein sterkan sjálvstýris-
lista til løgtingsvalið.
Fyrsti uppstillingar-
fundur hevur verið
Uppboðssøla av lista-
verkum hjá politikar-
um og lokalum skála-
fjarðarfólki verður í
Kappróðrarneysti-
num á Glyvrum
seinnapartin. Um-
framt verður eisini
stór veitsla í kvøld
‘
FELAGSLÍV
Edvard Joensen
Glyvrar: Kappróðrarfelag-
ið NSÍ hevur fingið lokalar
politikarar, bæði lands-
politikarar og kommunal-
politikarar,
saman
við
øðrum kendum fólki av
Skálafjarðarleiðini at mála
hvør sín málning. Málning-
arnir verða seldir á upp-
boðssølu í neystinum í dag.
Ágóðin skal fara til rakstur
felagsins.
Teirra millum, sum mál-
að hava, eru Kári P. Høj-
gaard, løgtingmaður, Tor-
bjørn Jacobsen, fólkatings-
maður, Meinhard Bjartalíð,
prestur
og
Rodmundur
Nielsen, borgarstjóri, um-
framt fleiri onnur kend fólk
av leiðini.
Tilsamans eru yvir 20
málningar og myndir, sum
verða seld á uppboðssøluni
í nýggja kappróðrarneysti-
num Inni á Bakka. Upp-
boðssølan byrjar klokkan
16.30 seinnapartin.
Í samband við, at Kapp-
róðrarfelagið NSÍ alment
tekur nýggja neystið í brúk
í dag, verður almenn mót-
tøka í neystinum frá klokk-
an 15.00 seinnapartin.
Áðrenn tað hevur Kapp-
róðrarfelagið havt aðalfund
í neystinum. Hann byrjar
klokkan 10.00 fyrapartin.
Men stóra tiltakið hjá
kappróðrarfelagnum er ikki
liðugt, hóast uppboðssølan
er liðug, sigur Rannvá Tro-
est á Kunningarstovuni í
Runavík, sum stendur fyri
tiltakinum
saman
við
Kappróðrarfelagnum.
Klokkan 20.30 í kvøld
verður stór almenn veitsla í
kappróðrarneystinum. Hil-
mar Jan Hansen fer at
undirhalda undir borðhaldi-
num, meðan Ragnar Nes-
stein fer at spæla til dans,
sum fer at halda á út á nátt-
ina.
Listasøla á Glyvrum
Fleiri kendiur menn hava málað í kappróðrarneystinum á Glyvrum. Málningarnir verða seldir
á uppboðssølu í dag
15
14
Nr. 28 - 9. februar 2002
Ferðalagið, sum var
og vitjaði á skotsku
oynni Islay er komið
aftur til Føroya.
Ørindini vóru at
hyggja nærri at aldu-
orku, og arbeitt verð-
ur víðari við møgu-
ligari útvinning av
alduorku í Føroyum
ORKA
Heri á Rógvi
Møguleikin
at
útvinna
alduorku í Føroyum tykist
nú at vera munandi minni
ein fjarskotin tanki, enn
hann var fyri einari góðari
viku síðani.
Eitt føroyskt ferðalag
hevur fyri kortum verið í
Skotlandi fyri at hyggja
nærri at alduorku. Hetta við
alduorku
ljóðar
óivað
ógvuliga fremmant hjá
mongum. Ì stuttum ber til
at siga, at nýtir brim til at
gera streym við. Tað eru
ymisk sløg av alduorku,
men á skotsku oynni Islay
verður ein skipan nýtt, har
bygt verður ein bygingur
við sjóvarmálan, sum út-
nyttar trýstið, sum brimið
gevur. Brimið fær eina
turbinu til at mala, og hend-
an framleiðir so góðan
streym.
Tað er kanska heldur ikki
mong, sum kennast við
oynna Islay. Talan er um ein
skotska oyggj, ið liggur
einar 100 vestanfyri Glas-
gow. Oyggin er støddar at
sammeta við Sandoynna,
og har búgva eini 3.000
fólk. Oyggin er tó mest
kend fyri tað nógv whiskey,
sum verður framleitt har.
Nøgdur
Tað var føroyska deildin
hjá italska oljufelagnu,
Agip, sum skipaði fyri túr-
inum til Islay. Nú ferðalag-
ið, ið taldi nýggju fólk, er
vinnuráðgevin hjá Agip í
Føroyum, Ólavur Greger-
sen, væl nøgdur.
– Vit fóru avstað við tí
fyri eyga at kunna okkum
um viðurskiftini og kanna
eftir, hvørt hetta kundi nýt-
ast í Føroyum. Nú fari vit
saman við SEV at hyggja
eftir, um hetta er nakað, ið
veruliga kann nýtast í Før-
oyum, sigur Òlavur Greger-
sen.
Tað varð nevnt framman-
undan fráferðini, at Føroyar
vóru at meta sum eitt gott
pláss fyri at útvinna aldu-
orku, og líkt er til at SEV
nú fer at geva hesum møgu-
leikanum eina gjølliga um-
hugsan.
Á sjálvan túrinum vitjaði
ferðalagið bæði á Islay og
hjá fyritøkuni, Wavegen, í
Inverness. Tað er Wavegen,
sum eigur og rekur aldu-
orku á Islay og aðrastaðni.
Ferðalagið fekk greitt frá,
hvussu skipaninar virka, og
sum heild vóru øll rættiliga
glað fyri túrin.
– Eg meti, at túrurin var
rættiliga væl eydnaður.
Hvussu verður víðari er
mest upp til teir einstaku at
avgera. Agip hevur í løtuni
ymsar ætlanir, men einki
konkrek fyriliggur enn.
Føroyingar vitjaðu á Islay:
Arbeiða víðari við alduorku í Føroyum
Løgreglan í Føroyum
og ikki danska
Útlendingastýrið skal
nú taka støðu til allar
umsóknir um
arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi í Føroyum.
Og samstundis sum
løgreglan verður før-
oysk, skal alt útlend-
ingamálsøkið yvirtak-
ast frá dønum. Hetta
verður væntandi í
2004, heldur Høgni
Hoydal, varaløg-
maður
ÚTLENDINGAMÁL
Magnus Dam
Keypmannahavn
Uppá minni enn ein tíma,
avgreiddu Høgni Hoydal,
varaløgmaður, og danski
útlendingamálaráðharrin,
Bertel Haarder, spurningin
um, hvussu farast skal
fram, tá ið umsóknir um ar-
beiðs- og uppihaldsloyvi
koma frá útlendingum, sum
vilja til Føroya at arbeiða.
Allar umsóknir skulu í
framtíðini avgreiðast í Før-
oyum, og embætisfólk í
Danmark og Føroyum fara
beinanvegin í gongd við
arbeiðið at yvirtaka sjálvt
málsøkið. Er semja um tað
í Føroyum, so kann máls-
økið yvirtakast um góð
tvey ár saman við løgregl-
uni
og
dómsvaldinum.
Flóttafólkapolitikkurin eig-
ur hinvegin at bíða eftir
fullveldistøkuni,
heldur
Høgni Hoydal.
Higartil hevur løgreglan í
Føroyum tikið støðu til
allar umsóknir, sum hava
við oljuvinnu at gera, með-
an allar aðrar umsóknir eru
viðgjørdar niðri í Danmark
hjá
Útlendingastýrinum.
Hetta hevur mangan verið
ein tung mannagongd, og í
summum førum hevur tað
tikið sjey mánaðir hjá ein-
um útlendingi at fáa av-
greitt umsóknina. Hetta
skal í framtíðini ikki taka
meira enn tvær vikur. Og
nú verður tað løgreglan,
sum tekur sær av øllum
umsóknum – teimum ið
viðvíkja oljuvinnuni og øll-
um øðrum vinnum.
Lættir um
Høgni Hoydal er sera væl-
nøgdur við fundin við
danska útlendingamálaráð-
harran. Fundurin gekk bet-
ur enn væntað, og eingin
ósemja var teirra millum
um umrøddu spurningarn-
ar.
– Vit høvdu ikki sitið í
væl meira enn 15 minuttir,
so vóru vit samdir um, at
løgreglan skal sleppa at
taka sær av øllum umsókn-
um, og vit vóru samdir um
at seta embætisfólk at skipa
fyri yvirtøkuni av máls-
økinum, sigur Høgni Hoy-
dal.
Hann heldur, at tað fer at
lætta munandi um, at løg-
reglan í Føroyum nú skal
taka sær av arbeiðs- og
uppihaldsloyvunum. Í fjør
komu omanfyri 600 um-
sóknir um arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi
í
Føroyum.
Nakrar komu til løgregluna
– tær sum høvdu við olju-
vinnu at gera – meðan allar
hinar fóru til danska Út-
lendingastýrið.
Hvussu
nógv arbeiðsloyvi vórðu
játtaði, veit Høgni Hoydal
kortini ikki, tí føroyskir
myndugleikar fáa ikki at
vita frá Útlendingastýrin-
um, um ein umsókn fær
játtandi ella noktandi svar.
– Tí vita vit í veruleikan-
um ikki, hvussu nógvir útl-
endingar komu inn á før-
oyska arbeiðsmarknaðin í
fjør. Vit hava ikki fingið
tølini, og hava sostatt ikki
haft nakað stýr á gongdini.
Men tað fáa vit nú, tá ið
løgreglan fær málini um
hendi. Nú fer at bera til at
siga, hvar tørvur er á ar-
beiðsmegi, og hvar eingin
tørvur er, og soleiðis kunnu
vit stýra talinum á inn- og
útferðum, sigur varaløg-
maður.
Fyribils loysn
Loysnin, sum Høgni Hoy-
dal og Bertel Haarder
samdust um, er ein fyribils
loysn. Endaliga loysnin er,
at føroyingar yvirtaka sjálvt
málsøkið, og hetta arbeiðið
fer í gongd sum skjótast.
Miðað verður ímóti at fáa
arbeiðið liðugt á nýggjárin-
um. Tá skal embætis-
mannabólkurin, sum fyri-
reikar yvirtøkuna av løg-
regluni og dómsvaldinum
verða liðugur, og av tí at
málsøkini eru tætt knýtt at
hvørjum øðrum, er best, at
alt verður liðugt í senn.
Síðani skulu málini viðger-
ast í løgtinginum og í ávís-
um førum í Fólkatinginum,
og alt tað praktiska fáast
uppá pláss.
– Eg veit ikki, hvussu
drúgv tíð gongur, men um
ongar politiskar forðingar
eru í vegin, og ein komandi
samgonga tekur undir við
tí, so er ikki óhugsandi, at
alt kemur á føroyskar hend-
ur 1. januar 2004, sigur
Høgni Hoydal.
Flóttafólkamálini eiga
at bíða
Embætismannabólkurin,
sum nú fer í gongd, skal
eisini kanna, hvussu føroy-
ingar kunnu yvirtaka flótta-
fólkapolitikkin, sum er
knýttur at útlendingapolit-
ikkinum. Men stendur tað
til Høgna Hoydal, so verður
flóttafólkapolitikkurin pilk-
aður burturúr yvirtøkunum
og verandi eftir í Danmark.
Ikki fyrrenn Føroyar eru
fullveldi, eigur flóttafólka-
politikkurin at koma á før-
oyskar
hendur,
heldur
Høgni Hoydal. Orsøkin er,
at flóttafólkapolitikkurin er
eitt sera fløkt og stórt øki,
sum í høvuðsheitum er
stýrt av altjóða sáttmálum
millum sjálvstøðug lond.
So leingi Føroyar ikki eru
eitt sjálvstøðugt land, verð-
ur trupult at seta í verk ein
føroyskan flóttafólkapolit-
ikk, sum eins og í øðrum
londum er stýrdur av lóg-
gávu, sum tekur støði í al-
tjóða sáttmálum. Ein veru-
ligur flóttafólkapolitikkur
krevur eisini, at vit í Føroy-
um hava eina veruliga til-
búgving, sum kann taka
sær av flóttafólkunum. Tað
hava vit ikki í dag, og hon
tekur nakað av tíð at byggja
upp, vísur Høgni Hoydal á.
Embætismannabólkurin,
sum verður settur í næstum,
skal kortini viðgera og
kortleggja spurningin, so
Føroyar verða til reiðar at
yvirtaka og seta flóttafólka-
politikkin í verk, tá ið tann
tíðin kemur.
Eins og við øllum øðrum
yvirtøkum,
sum
liggja
frammi í tíðini, eru hesar,
sum Høgni Hoydal og Ber-
tel Haarder nú eru samdir
um, eisini treytaðar av, at
ein komandi samgonga tek-
ur undir við teimum. Er
undirtøka ikki fyri teimum,
kunnu
ætlanirnar
hjá
Høgna
Hoydal
lættliga
bresta.
Stjórin í SEV, Klæmint Weihe, fremst á myndini, er her á veg út til oynna Islay.
Mynd: Signar Heinesen
Soleiðis sær annleggið út, sum verður nýtt til at framleiða
streym úr alduorku
Mynd: Signar Heinesen
Útlendingaøkið føroyskt í 2004
C
M
Y
K
14