leygardagur 9. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 28 - 9. februar 2002
Nr. 28 - 9. februar 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Størri norsk
nýtsla
Norska hagtalsstovan
væntar, rentan fer at
lækka 0,5 prosentstig í
næstum, og at norð-
menn fara at nýta meiri
pengar til privata nýtslu
í ár enn í fjør, og at
gongdin verður tann
sama næsta ár.
Orsøkin er til veks-
andi nýtsluna er, at tann
lítli prísvøksturin fer at
geva stóran vøkstur í
rentuinntøkuni, sama
um lønarsamráðinga-
rnar á arbeiðsmarkn-
aðinum skuldu givið
minni
lønarhækking
enn í fjør.
Afturat hesum kem-
ur, at veksandi íløgur í
oljuvinnuni væntandi
fara at hava við sær
veksandi íløgur á landi.
Higartil hevur hag-
talsstovan væntað størri
arbeiðsloysi í komandi
tíð, men nú verður sagt,
at tær veksandi íløg-
urnar væntandi fara at
forða hesum.
Volvo hall
Leiðslan í svensku bil-
fyritøkuni Volvo hevur
kunngjørt roknskapin
fyri árið í fjør, og har
sæst, at felagið hevði
1,9 mia. svenskar krón-
ur í halli í 2001.
Hetta er eitt sera
vánaligt úrslit saman-
borið við úrslitið í
fyrraárið,
tá
Volvo
hevði um fimm mia.
krónur í avlopi, men
leiðslan sigur, at tann
búskaparliga
aftur-
gongdin í heiminum
hevur eisini ávirkað
virksemið hjá felag-
num.
Kortini kundi leiðsl-
an fegnast um, at um-
setningurin vaks heili
50 prosent í fjør og var
meiri enn 180 mia.
svenskar krónur.
Volvo ger lastbilar,
bussar, gravimaskinur
av ymsum slagi og mo-
torar til flogfør og skip.
Ford yvirtók persón-
bilaframleiðsluna
í
1999,
men
bilarnir
verða kortini framvegis
gjørdir í Svøríki.
Úr Norðurlondum:
Longri
opið
Norska stjórnin fer at
leggja fram eitt upp-
skot, sum skal gera tað
møguligt hjá handlum
at hava opið alt sam-
døgrið.
Laila Dåvøy, ráðharri
sigur, at ætlanin er at
strika reglurnar, sum
áseta, nær ein handil
kann vera opin gerand-
isdagar. Broytingin fer
at bera í sær, at kunnu
handilsmaðurin
og
starvsfólk hansara ein-
ast um tað, kann hand-
ilin vera opin alt sam-
døgrið. Tey, sum eiga
handlar, fegnast um
uppskotið, men tey,
sum arbeiða í handl-
unum, eru alt annað
enn fegin.
Stjórnin hevur boðað
frá, at hon ætlar sær
ikki at strika regluna
um, nær handlar kunnu
vera opnir sunnu- og
halgidagar.
Veljarar
flyta
Borgarliga stjórnin í
Danmark hevur júst
somu undirtøku í dag,
sum hon fekk á valin-
um í november. Sam-
bært einari nýggjari
kanning høvdu Vinstri,
Teir
Konservativu,
Danski Fólkaflokkurin
og Kristiligi Fólka-
flokkurin fingið 98
tinglimir, var val nú.
Tað er tað sama, sum
teir fingu valdagin.
Samstundis
vísir
kanningin, at Teir Kon-
servativu høvdu mist
tveir tinglimir, og at
Vinstri hevði fingið
teir.
Ja til
evruna
Í Svøríki vísir ein
meiningakanning,
at
altsamt fleiri sviar taka
undir við, at evran
verður svenskt gjald-
oyra ístaðin fyri krón-
una. Kanningin sigur,
at 53 prosent taka undir
við felags evropeiska
gjaldoyranum, meðan
34 prosent vilja varð-
veita krónuna. Stjórnin
hevur sagt, at spurning-
urin um at seta evruna í
gildi helst verður næsta
ár.
Russiskir serfrøðing-
ar, sum hava kannað
vrakið av kjarnorku-
kavbátinum, siga, at
Rashit Arjapov,
skipari og manning
hansara forðaðu fyri
geiðslavirknum leka
úr kavbátinum
KJARNORKA
Árni Joensen
Líka síðani "Kursk" sakk í
Barentshavinum fyri hálv-
um øðrum ári síðani, og til
vrakið varð tikið uppaftur í
heyst, hevur verið tosað um
vandan fyri geiðslavirknum
leka úr kavbátinum. Serliga
norðmenn og russar hava
verið óttafullir, til dálking
av hesum slagnum kundi
fingið sera álvarssamar
avleiðingar fyri umhvørvið
í og við Barentshavið.
Men sambært teimum
russisku serfrøðingunum,
sum hava kannað vrakið,
nýtist ongum at stúra. Í
frágreiðingini skriva teir, at
hitin í kavbátinum vaks
sera nógv eftir ta hørðu
spreingingina har frammi í
bátinum. Hetta kundi havt
við sær, at rivur kundu
komið í bjálvingina , sum
var uttan um kjarnorku-
reaktorin, men at tað eydn-
aðist manningini at forða
hesum við at sleppa há-
trýstgassi út í rúmið kring
reaktorin.
Russisku bjargingarliðini
hava higartil funnið líkini
av 94 av teimum 118
monnunum, sum vóru við
"Kursk".
Millum 150 og 200
limir í yvirgangs-
felagsskapinum al-
Qaeda eru eftir øllum
at døma flýddir úr
Afghanistan, haðani
teir eru á veg til
Vesturevropa,
Miðasia og Ukraina
YVIRGANGS-
VIRKSEMI
Árni Joensen
Upplýsingarnar um teir
flýddu
stuðlarnar
hjá
Osama bin Laden stava frá
keldum í tí vesturevro-
peiska fregnartænastusam-
starvinum, sum varð skipað
eftir atsóknirnar í USA í
fjør. Keldurnar hava tó ikki
upplýst, um yvirgangs-
menninir ætla at sleppa inn
í
tey
vesturevropeisku
londini sum flóttamenn ella
sum vanligir ferðamenn.
Eftir
upplýsingunum
hava allir al-Qaeda-menn-
inir fingið nýggj klæði,
eftir at teir flýddu úr
Afghanistan. Samstundis
hava teir klipt og rakað sær
og eru tískil ikki lættir at
kenna aftur. Eisini verður
sagt, at menninir hava
fingið nýggjar pengaseðlar
og følsk samleikaprógv.
Vesturlensdsku fregnar-
tænastukeldurnar siga, at
umleið 500 afghanar, sum
eru komnir til Hollands,
eru í ferð við at rýma
haðani,
tí
hollendsku
myndugleikarnir hava hert
treytirnar fyri at geva fólki
uppihaldsloyvi.
Hildið
verður, at fleiri av teimum
500 fara at royna at sleppa
til okkurt av Norðurlond-
unum, og ein arabari, sum
býr í Hollandi, skal hava
játtað at smugla fleiri teirra
til eitt av Norðurlondunum.
Tað er tó ikki vist, at hesi
eisini
eru
stuðlar
hjá
Osama bin Laden.
Norsku myndugleikarnir
kunngjørdu í vikuni, at teir
hava lagt til merkis, at talið
á flóttafólki úr Afghanistan
er vaksið í seinastuni.
Al-Qaeda á veg til
Vesturevropa
Manningin á "Kursk" forðaði
geiðslavirknum leka
Tað er ikki so løgið, at fólk rýma úr Afghanistan. Her eru kvinnur í býnum Mazar-i-Sharif komnar at biðja sær kol, nú
vetrarkuldin ger um seg har á leiðini
Mynd: Reuters
OLJULEITING
Jan Müller
Bretska oljufelagið BG
hevur ikki tikið seg úr Før-
oyaøkinum. Hetta fáa vit
upplýst frá Oljumálastýr-
inum, eftir at skotska blað-
ið Press and Journal í farnu
viku skrivaði, at felagið
skal hava tikið seg heilt
burtur úr Føroyaøkinum.
British Gas er framvegis
partur av The Faroes Part-
nership samtakinum, sum
hevur leitiloyvi á land-
grunninum. Felagið er tó
ikki við í tí seinasta partin-
um av boringini í fjør, har
Amerada Hess fann olju og
gass. Tá varð upplýst frá fe-
lagnum, at tað hevði av-
gjørt ikki at vera við til at
fíggja eina víðkaða boring.
Eftir at olja var funnin har
úttalaði umboð fyri BG seg
til Sosialin og segði, at teir
umhugsaðu at keypa seg
innaftur í tann partin av
boringini.
Ben Arabo, stjóri hjá
Amerada Hess sigur, at BG
framvegis er í bólkinum og
hevur bundið seg til at vera
við í enn eini boring. Tað
stendur so felagnum frítt í
at koma uppí fundið, sum
varð gjørt, men felagið
hevur eftir øllum at døma
ikki tikið støðu til hetta.
Tað fer at kosta BG stórar
upphæddir at koma uppí
aftur tann partin av bor-
ingini, sum nú verður
hildin at goyma stórar
nøgdir av olju og gassi.
Í greinini í Press and
Journal 30. januar stendur,
at BG í fjør tók seg úr
Føroyaøkinum og samtak-
inum, sum Amerada Hess
stendur á odda fyri. Blaðið
skrivar eisini, at BG er farið
at vísa Grønlandi størri ans.
Eftir at Phillips og Statoil
hava tikið seg úr leitingini í
Grønlandi umhugsar BG at
vera við í eini komandi
loyvisumfari.
Grønland fer at lata upp
fyri leiting í apríl, 10 ár
eftir at ein loyvisrunda
miseydnaðist, tí eingi feløg
vístu áhuga. Seinni fingu
Statoil og Phillips tvey
loyvi men hava so latið tey
aftur eftir vánalig leitingar-
úrslit. Grønlendskir olju-
myndugleikar gera eitt stórt
arbeiði fyri at markn-
aðarføra komandi útbjóð-
ing og verður serstakliga
satsað uppá at fáa stór og
peningasterk oljufeløg ella
samtøk at seta seg niður í
Grønlandi og harvið verða
við til at menna eina olju-
vinnu uppá longri sikt.
OLJULEITING
Jan Müller
- Vit bora besta brunnin, á
tí besta staðnum til bestu
tíðina. Hetta sigur Ron
Lansdell, leitistjóri fyri
Føroyaøkið hjá italska olju-
felagnum Agip , nú tað bert
er umleið eitt hálvt ár eftir,
til felagið ætlandi setir
borin í føroysku undir-
grundina. Agip og Føroya
Kolvetni eru fjórða sam-
takið, sum bora á land-
grunninum. Í fjør boraðu
trý samtøk á landgrunnin-
um, BP, Statoil og Amerada
Hess. Nú kemur so túrurin
til Agip, sum hevur bundið
seg at bora ein brunn í
seinasta lagi í august í ár.
Sambart loyvinum skulu
ikki ganga meira enn tvey
ár til borað verður.
Ron Lansdell váttar, at
Agip í farnu viku var á
fundi við Oljumálastýrið.
Hann sigur, at hetta var ein
rutinufundur, har greitt
varð frá gongdini og støð-
uni. – Vit eru á rætta spor-
inum til røttu tíðina sigur
hann men vísir á, at enn er
nakað av arbeiði eftir at
gera, áðrenn teir kunnu
seta borin í. Teir hava fing-
ið til vega nógvan 3D seis-
mikk, sum skal beina teir á
rætta staðið, tá borurin skal
setast í. Ron Lansdell vil
ikki siga nakað um, júst
hvar í økinum teir fara at
bora ella nær. Teir hava
leitað eftir einum hóskandi
boripalli men vil hann ikki
upplýsa, um teir hava
funnið ein pall til boringina
á Føroyaøkinum.
Tað hevur ljóðað, at Agip
hevur
samráðingar
við
onnur oljufeløg um at koma
uppí loyvið hjá felagnum,
men heldur ikki tað hevur
leiðarin av føroyska bólk-
inum hjá Agip nakra við-
merking til. Hann vísir á, at
Agip fer at halda seg
ásetingarnar í loyvinum teir
hava fingið. Vanliga er
stórur gravgangur eftir
teimum boripallum, sum
kunnu nýtast til djúpt vatn.
Sovereign Explorer, sum
boraði tveir brunnar á
landgrunninum í fjør, skal
bora hinumegin markið fyri
Texaco í ár. West Navion,
sum boraði ein brunn á
føroyskum øki í fjør, skal
bora brunnar vestan fyri
Írland
og
vestan
fyri
Hetland í ár.
-seinka tó neyvan
boring hjá Hess á
Atlantsmóti
OLJULEITING
Jan Müller
Hóast effektivt og skjótt-
virkandi hevur norska bori-
skipið West Navion eisini
havt trupulleikar at dragast
við. Vit sóu hetta, tá skipið
boraði á føroyska land-
grunninum og aftur, tá tað
boraði á bretskum øki. Nú
er skipið stætt í Kanda, har
tað borar fyri Marathon og
hevur aftur fingið trupul-
leikar at dragast við. Upp-
stream skrivar, at onkrir
tekniskir
trupulleikar
í
boripartinum
koma
at
seinka boring í einar tvær
vikur. Ætlanin er at West
Navion skal bora fyri
Enterprise í írskum sjógvi
eftir boring í Kanada og
eftir tað skal skipið bora
fyri The Faroes Partner-
samtakið
við Amerada
Hess á odda. Ben Arabo,
stjóri í Amerada Hess sigur,
at teirra ætlan heldur fram-
vegis, og hon er at bora ein
brunn í bretskum øki skamt
frá føroyska markinum í
øðrum ársfjórðingi. Um
hetta verður í aprí, mei ella
juni veit hann ikki at siga
við vissu. Hann roknar ikki
við, at trupulleikarnir í
Kanada fara at seinka teirra
boring.
Gitt verður annars nógv
um, hvussu gongst við
evalueringini av Amerada
Hess fundinum. Onkur
kelda vil vera við, at talan
er um eitt stórt fund, har tað
bæði eru olja og gass í
undirgrundini, men at tað
eisini eru minus við fund-
inum t.d. at porøsiteturin í
steininum skal vera lágur.
Um onnur viðurskifti eru
góð, so nýtist hetta ikki at
verða so stórur vansi. Eftir
tí blaðið veit, so er ætlanin
við brunninum, sum West
Navion skal bora hinu-
megin markið at brúka
hann sum eitt slag av
metingarbrunni fyri fundið,
sum er gjørt á føroyskum
øki. Hildið verður fyri vist,
at eitt oljufelt liggur báðu-
megin markið. Sum skilst
kann
møguliga
okkurt
meira ítøkiligt sigast um
fundið einaferð í summar.
Trupulleikar á West Navion
British Gas framvegis í Føroyum
Agip fyrireikar seg til boring
– Trupulleikar á West Navion fara neyvan at seinka okkum.
Hess borar í bretskum øki við markið í apríl, mei ella juni.
C
M
Y
K
13
12
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
BERG MOTORS
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Gráur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 01/98
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Grønur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 06/98
Renault Megane 1,4e
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.34.000, árg. 08/98
110.000,-
Renault Megane 1,4e
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.58.000, árg. 04/97
120.000,-
Renault Megane 1,6e
Reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.60.000, árg. 12/96
100.000,-
VW Golf Turbo Diesel
Reyður, 3 hurðar, 5 gear,
árg. 1992
70.000,-
Ford Mondeo
Reyður, 4 hurðar, 5 gear,
Km.80.000, árg. 01/95
60.000,-
90.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
Reyður, 4 hurðar, 5 gear,
Km.68.000, árg. 05/97
Sleipikrók
Sóltak
Sóltak
Fiat Multipla 1,6
Gráur, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 01/00
138.000,-
Ford Escort 1,8 Diesel Sedan
Bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.126.000, árg. 09/95
66.000,-
Ford Escort 1,8TD St.Car
reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.44.000, árg. 08/97
110.000,-
Mazda 929 S 2,2i GLX
Bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.145.000, árg. 03/89
28.000,-
Sóltak
Sýnaður
05/01
Sýnaður
02/00
Sýnaður
02/00
Honda Civic S 1,4 IS
Hvítur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.76.000, árg. 12/98
98.000,-
Sýnaður
04/02
Volvo 440 GLT
Reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 06/00
48.000,-
Sýnaður
12/00
Sýnaður
01/00
SAAB 900
Hvítur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.171.000, árg. 10/88
5.000,-
Sýnaður
04/01
Sýnaður
09/00
105.000,-
90.000,-
120.000,-
Renault Megane
Beige, 4 hurðar, 5 gear
Km. 38.000, árg 06/98
105.000,-
v/ Sleipikrók