fríggjadagur 22. oktober 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
5
VIKUSKIFTI
mynd: Eydna SKaalE
Fakta
Navn: Anna Elinborgardóttir Berg
Aldur: 24 ár
Úr: Havn
Búsitandi: Keypmannahavn
Starv: Lærir til fangavørð á Vestre Fængsel í
Keypmannahavn á triðja og seinasta ári.
Besta við starvinum: Tað er ein stór
avbjóðing bæði at hugsa um tamarhald og
trygd, og samstundis at hava ein motiverandi
leiklut mótvegis fangunum. Hóast vit
hava fastar rutinur, so veit eg aldri, hvat
arbeiðsdagurin bjóðar. Og eg havi sera
góðar starvsfelagar.
Ringasta við starvinum: Tað er sera torført
at finna javnvágina millum tað bleyta og
tað harða. Eg eri jú eitt menniskja og eg fái
samkenslu við summum av fangunum. Men
eg má ikki gera mismun og allir fangar skulu
viðfarast eins, óansæð hvussu støðan er.
Anna Elinborgardóttir Berg uttanfyri høgu
fongsulsmúrarnar við eyðkendu inngongina
til Vestre Fængsel. – Eg gleði meg at sleppa til
arbeiðis hvønn dag, tí hóast alt er skemalagt, so
veist tú aldri, hvat dagurin bjóðar, sigur hon