Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 6 Sosialurin Randi Jacobsenn Í fjør var Annlis Bjarkhamar við í arbeiðinum hjá SMS at veita jólahjálp, og hóast ikki varð lýst við jólahjálpini, søktu næstan tvær ferðir so nógv sum peningur var til. Hetta segði henni, at heilt nógvar familjur vóru rættiliga illa fyri figgjarliga. – Støðan er ikki batnað síðan, heldur øvugt, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon vísir eisini á allar frágreiðingarnar, sum hava verið í fjølmiðlunum um stak­ ar uppihaldarar, sum lítið og einki hava at liva fyri. Alt hetta gav henni hug­ skotið til at fara undir eina størri innsavning. Hon vendi sær til vælgerandi felags­ skapir, kirkjuna og sam­ komur, fyritøkur og onnur. – Móttøkan hevur verið einastandandi. Upp á tann mátan eru Føroyar eitt gott land. Lætt er at fáa samband við fólk, tí frástøðan er ikki so stór. Og lætt er eisini at fáa fólk at taka undir við einum hugskoti, sigur Annlis Bjarkhamar. Gleðiboðskapur Hon valdi at nevna átakið »Í menniskjum góður tokki«, sum stendur í sjálvum jólboð­ skapinum. – Vit eiga at gera øðrum væl og taka ábyrgd fyri okkara medmenniskjum, sigur Annlis Bjarkhamar. Eingi tøl eru, sum siga, hvussu nógvar familjur í landinum eru illa fyri fíggjarliga. – Men tað er heilt vist, at vit øll kenna onkran, sum í longri ella stytti tíðarskeið er illa fyri eitt nú av sjúku, av at hava mist forsyrgjaran, av at hava mist arbeiði ella av øðrum orsøkum, sigur Annlis Bjarkhamar. Um tvær vikur kemur átakið við eini heimasíðu, sum fær heitið takk.fo, men annars ber til longu nú at stuðla við at flyta pening á kontu 9181­9983890. Leggjast kann aftrat, at alt arbeiði í sambandi við átakið verður gjørt sjálvboðið. Inn­ savningin verður skipað sum ein grunnur við nevnd umboðandi fyriskipararnar. Hjálpin verður latin sum gávukort ella matur. Talvan gongur Fólkakirkjan tók sera væl ímóti hugskotinum, og á heimasíðuni hjá Fólkakirkj­ uni hevur Jógvan Fríðriksson, bispur eina longri grein um átakið. Hann skrivar m.a. »Eisini í Føroyum búgva fólk, sum ikki eiga tøkan pening til jólahald ella eina lítla gávu til børnini. Til eitt gott lív er tað ikki nóg mikið, at eingin doyr í hungri. Lívið er meira enn rugbreyð. Lívið er eisini kenslur. Gleðin fær tað torført, og trivnaðurin lækkar, um vit ikki uppliva eitthvørt kveikjandi. Tað at uppliva er ein partur av lívi­ num. At fáa eina gávu er eitt tekin um, at onkur veit av og hevur sæð, at vit eru til. Til tess at hjálpa teim foreldrum, ið ikki hava ráð til barnajól, hevur Annlis Bjarkhamar tikið stig til átakið »Í menniskjum góður tokki«. Ymiskir felagsskapir, kirkjur, samkomur og ein­ staklingar taka lógvatak saman til tess at savna pening inn, so tey børn, hvørs foreldur hava trong fíggjarlig kor, kunnu kenna jólini unnilig og gleðilig. Fólkakirkjan fegnast um hetta átakið. Tað er gott, at vit eiga menniskju, sum hugsa nakað út um sínar egnu heimligu veggir. Í tí stilla og nú alment um landið alt verður mong góðgerðin framd. Tann, ið hevur tað svárt og fær eina gávu, veit frá at siga, at gávan ger menniskju glað, og gleðin føðir trivnað, og trivnaðurin økir um lívsvirði.« Prestarnir hava heitt á kirkjuráðini um at lata talv­ una ganga ein sunnudag til frama fyri átakið, og tað verður nu sunnudagin, at talvan gongur í flestu kirkj­ um fyri »Í menniskjum góður tokki«. Lógvatak um tey fíggjarliga kroystu Sunnudagin byrjar átakið »Í menniskjum góður tokki«, hvørs endamál er at hjálpa hart fyrispentum familjum til jóla, við at talvan gongur í flestu kirkjum í landinum. Eingi hagtøl eru, men vit vita, at hjá nógvum kemur hjálpin væl við, sigur Annlis Bjarkhamar, stigtakari Randi Jacobsen Føroya Rættur dømdi í mikudagin oljufelagið Effo at rinda 20.000 krónur í bót fyri eina oljudálking í Havn í mars 2008. Óhappið hendi, tá ið Effo pumpaði olju umborð á ein russiskan bát. Skipið hevði biðið um eina ávísa nøgd, men tá ið maskinmeistarin á skipinum veittraði til mannin, sum pumpaði og bað hann halda fram, gjørdi hesin tað uttan at hava tryggjað sær, hvussu nógv skipið tók. Og so fleyt yvir. Effo vardi seg í rættinum við, at skipið hevði biðið mannin pumpa, og at maskinmeisatarin var tann einasti, sum visti, hvussu nógv var í tangunum. At meistarin veittraði, kundi ikki tulkast sum nøkur avtala, varð sagt í viðmerkingunum til dómin. Av tí at so langt var fráliðið, og nøgdin, sum fór á sjógv, ikki var ovurhonds stór, varð bótin ikki størri. Effo skal eisini sakarmálsútreiðslurnar. Sunnudagin gongur talvan í flestu kirkjum til frama fyri »Í menniskjum góður tokki« Effo fekk bót Oljufelagið Effo skal gjalda bót fyri eina oljudálking, sum hendi í Havn fyri hálvum triðja ári síðan Randi Jacobsen Av tí at rættarfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum, ber ikki til at fáa nærri at vita um ákærurnar móti einum 77 ára gomlum manni, sum mikudagin var fyri í Føroya rætti. Sjálvar ákærurnar vórðu tó lisnar upp, áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur. Maðurin varð ákærdur og funnin sekur í at hava gjørt seg kynsliga inn á fýra børn undir 12 ár. Tvey av børnunum vóru abbabørn hansara. Hann hevði framt annan kynsligan ágang enn samlegu móti børnunum. Maðurin noktaði seg sekan, men líkt var til, at dómarin trúði betur børnunum, tí maðurin varð dømdur trý ára fongsulsrevsing. Haraftrat skal hann rinda teimum endurgjald. Trý ár í fongsul Ein 77 ára gamal maður fekk í Føroya rætti mikudagin trý ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn Farið verður í næstum undir at gera eina oyggj og ein gonguteig í vegamótinum til fótbóltsøkið í Sandavági. Verandi innkoyring til fótbóltsøkið er ov trong, og sýnið er eisini vánaligt hjá bilførarum, sum skulu út á høvuðsvegin aftur. Avgjørt er tí at betra um atkomu­ viðurskiftini til parkerings­ plássið við fótbóltsvøllin í Sandavági. Verkætlanin er partur av eini størri ferðslusanering í Vága kommunu. Hetta arbeiðið er boðið út, og lisitatión var á Landsverki í gjár. Inn komu trý tilboð. Maskingrevstur áttui lægsta boð, sum var 497.000 krónur. Kostnaðarmetingin var: 500.000. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini, skrivar Landsverk á heimasíðu síni. Ferðslutrygdartiltak í Sandavági