Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 6 VIKUSKIFTI skilir partarnar sundur. Tað er vorðið serliga ringt við stóru bardøgunum, eftir at bandakríggið vant so nógv uppá seg fyri nøkrum árum síðani. Tað er ikki lukkuligt, tá limir frá ymsu bandunum hittast inni her, vísir Anna á. Innsettur fyri 38. ferð Tá Anna byrjaði, vóru ymisk ting, hon skuldi venja seg við. Til dømis helt hon tað vera torført, at hon, sum 21 ára gamal lærlingur, skuldi fortelja vaksn­ um monnum, sum kundu verið bæði pápi og abbi hennara, hvat teir skuldu gera og ikki. Hon skuldi eisini venja seg við tank­ an um, at hon kann hitta onkran, hon kennir, inni í fongslinum. Og hesi tvey árini, hon hevur verið fangavørður, er tað eisini meiri enn so komið fyri. Øvugt er tað eisini komið fyri, at hon hevur hitt fangar aftur uttanfyri fongslið, eftir at teir hava sitið dómin. Summir eru sera illir við fangavørðarnar, og uttan­ fyri fonglsið hava teir vápn. Enn hevur tað tó ikki verið ein trupulleiki, og hetta er ikki nakað Anna hugsar um. – Eg havi vant meg við øll hesi tingini nú. Hetta er eitt serligt arbeiðspláss, og tað eru nøkur ting, sum man bara má taka við. Spurd, um Anna metir, at revsingin hevur nakra ávirkan á lívsleiðina hjá fangunum, svarar hon skjótt, at tað er prógvað, at revsing ikki hjálpir. – Vit hava ein fanga nú, sum júst er innsettur fyri 38. ferð fyri júst sama brot. So fyri summi hevur tað onga ávirk an. Men summi læra heilt víst av tí, og tey seta sær fyri, at tey ongan tíð vilja enda aftur her, tá tey verða leys­ latin. Anna vísir tó á, at fongsulsrevsingin í eins stóran mun snýr seg um, at tað er ein rættvísgerð móti offrunum, um brotsmaðurin fær eina revsing fyri tað, hann hevur gjørt. Ósekir fangar Sambært Annu, so siga nógvir av fang­ unum seg tó vera ósekar. – Teir flestu fangarnir hjá okkum verða dømdir, tí prógvini móti teimum eru so sannførandi, at tað er eingin ivi um, at teir eru sekir. Men tað kemur meiri enn so fyri, at fólk verða leyslatin aftur, eftir at hava sitið her eina tíð. Anna greiðir frá einum fanga, sum í farna mánað slapp út aftur. – Hann segði allatíðina, at hann var ósekur, og at hann einki hevði gjørt. Og hann spurdi allatíðina okkum fanga­ vørðar, hvat hann kundi vænta um so var, at hann bleiv dømdur. Vit vildu einki siga, tí vit skulu hvørki geva teim­ um falska vón ella vónloysi. So eg segði bara sum minst, og at hann mátti bíða eftir dóminum. – So fingu vit at vita, at hann var ósekur og skuldi leyslatast aftur. Hann gjørdist so fyndarglaður, tá hann fekk boð ini. Fonglsið er ikki eitt stuttligt stað at vera, og slett ikki, um tú einki hev­ ur gjørt. Flýggja Tað kemur meiri enn so fyri, at fangar eisini royna at flýggja. Antin sjálvir ella við hjálp frá onkrum uttanfyri fongslið. – Tað hendir serliga, tá teir skulu transporterast til rættin ella til onnur fongsul. Tíbetur havi eg enn ikki verið so óheppin, at nakar hevur flýggjað frá mær, sigur Anna. Men reglurnar í fongslinum verða brotnar dagliga, og tá klivarnir verða kannaðir, hevur hon bæði funnið heima­ gjørd vápn, fartelefonir, narkotika og nógv annað ólógligt. – Fangarnir verða sera væl kannaðir, hvørjaferð teir hava havt vitjan, og eis­ ini tá teir koma til fongslið. Tað eydnast teimum allíkavæl at smugla bæði líkt og ólíkt inn við, og til dømis eydnast tað teimum at umskapa kúlupennar til spísk vápn. Fangarnir hava jú góða tíð, og fleiri teirra hava eisini gott hugflog, greiðir Anna frá. Og tað kann fáa óhepnar fylgjur. – Tað eru nógvar frustratiónir inni­ stongdar her í fongslinum. Og tær skulu út onkursvegna. Summir fangar lata tað ganga út yvir okkum, meðan summir leggja eftir øðrum fangum – ella royna at gera skaða á seg sjálvar. Og til tað vilja teir hava vápn. – Men nógv størsti parturin av fang­ unum eru til at hava við at gera. Teir sita heldur ikki so leingi her hjá okkum, tí so skjótt, teir eru dømdir, skulu teir flytast til okkurt annað fongsul. So her er rættiliga stór útskifting allatíðina. – Men eg haldi, at man kemur langt við dialogi, og mín besta verja er fak­ tiskt at læra fangarnar so væl at kenna, sum gjørligt. Og skalt tú læra nakran at kenna, so kanst tú ikki ræðast tey, sigur Anna, sum leggur dent á, at henni dámar sera væl starvið sum fanga­ vøðrur. – Hetta er einasta starvið, eg nakr­ antíð havi havt, har eg veruliga gleði meg at sleppa til arbeiðis hvønn dag. Hugleiðing um fongsuls vitjanina At koma inn í fonglsið er sum at trína inn í annan heim. Her eru stór, larmandi lyklatyssi, lás og nógvar stongdar hurðar. Her eru hurðaskelti við áskriftini »isolation« ella »udenfor fællesskabet«. Her eru klivar við stórum, tungum hurðum, og her eru rimar fyri vindeyguni. Og man ímyndar sær livandi allar teir ræðuligu gerningsmenninar – og kvinnurnar, sum sita innanfyri hurðarnar. Men so koma vit á eina deild, har fangarnir kunnu hava hurðina opna og kunnu ganga á gongini. Og við eitt broytist myndin av fangunum, tí hetta eru jú púra vanlig fólk, sum tað sama kundu gingið uttanfyri fongsulsveggirnar. Á bókasavninum gerst ein av kvinnuligu fangunum sjónliga glað, tá hon sær Annu. »Eg havi saknað teg, hvar hevur tú verið?« spyr hon, og tær báðar tosa um leyst og fast eina løtu, áðrenn vit fara víðari. Vit koma til klivan fyri mammur við smábørnum undir 3 ár. Tað rúmið stendur í harðari andsøgn til isolatiónsrúmið við eini fikseringsbriks, har fangar, ið vilja gera skaða á onnur ella seg sjálvar, verða bundir niður á hond og fót. Flestu fangarnir hava tó ein regluligan gerandisdag, fara til arbeiðis hvønn morgun í fongslinum, hjálpa til við mat- og reingerð, sleppa út í garðin, í venjingarrúmið ella til gudstænastu. Alt í alt er fongslið sum eitt lítið samfelag í samfelagnum. Summi hava gjørt ein einasta feil, meðan onnur eru afturvendandi gestir. Summi hava gjørt eitt tilvitað val um eina brotsgerð, summi eru endað á skeivari leið, og uppaftur onnur eru har av órøttum. Á veg inn hitti eg eina mammu við tveimum smáum børnum á veg inn at vitja. Á veg út hitti eg eina frustreraða mammu, sum so fegin vil bera soninum nøkur ting, men sum ikki heilt kennir fongsulsreglurnar. Og eg má erliga viðganga, at eg dragi andan lættari, tá eg eri komin trygt út um múrarnar aftur og hoyri hurðina læsa eftir mær. Vit hava ein fanga nú, sum júst er innsettur fyri 38. ferð fyri júst sama brot. So fyri summi hevur tað onga ávirk an myndir: Eydna SkaalE Inni í fongslinum eru langar geingir við stórum, tungum, læstum hurðum. Her eru allir fangarnir innilæstir, men á summum gongdum sleppa teir at hava hurðina opna og at vitja hvønannnan Hvør fongsulsgongd hevur eina skrivstovu, haðani alt virksemi á gongini verður stýrt, og har allir upplýsingar um fangarnar eru at finna Fakta Vestre Fængsel • Øll, sum verða varðhaldsfongslað í Keypmannahavn enda í Vestre Fængsel. Óansæð um tað er fyri morð ella smátjóvarí. • Har er pláss fyri 445 fangum. • 120 fangavørðar eru til arbeiðis á hvørjari vakt. • Allir fangar skulu til arbeiðis hvønn dag, fyri at forvinna pening. Teir fáa 8 kr um tíman. • Allar gávueskjur, sum the Body Shop og Matas selja, eru gjørdar av fangunum í Vestre Fængsel. • Fangarnir hava eisini vaktir í køkinum, har teir gera døgverða til bæði fangar og fangavørðar. • Fangarnir verða vaktir hvønn morgun kl 07.00, og morgunmatur er kl 17.15. • Teir sleppa út í fongsulsgarðin at fáa fríska luft dagliga: ein tíma um veturin og tveir tímar um summarið. • Teir kunnu fáa vitjan einaferð um vikuna. • Tað kostar samfelagnum millum 1500 og 1700 kr. um dagin at hava ein fanga sitandi í fongsli.