fríggjadagur 22. oktober 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
8
VIKUSKIFTI
Onkur sigur kanska – makrónir – tær
hava vit kunna keypt í føroyskum
handlum í nógv ár... Og jú, hesar
trendy smákakur hava tað til felags
við makrónur, at tað eru mandlur og
eggjahvíti í. Men meðan makrónur
eru óslættar, er eitt av krøvunum fyri
at fáa perfektar macarones, at tær
skulu vera heilt slættar ... (ein ikki
heilt einføld uppgáva vísti tað seg.)
At bíta í eina macaron skal
vera, sum tá eitt eggjaskal brotnar.
Marengsið skal hava eina harða
skorpu, og síðani skal man koma
inn á bleyta smørkremið, ið liggur
ímillum tær báðar kakurnar.
Macarones eru ein fragd fyri
eygað, og er tað óivað eisini
ein av grundunum til at tær
eru vorðnar so vælumtóktar.
Søgan um macarones fer líka
aftur til renessansuna í Italia, og tað
sigst, at kakurnar vóru vælumtóktar
í Venedig. Men seinastu hundrað
árini eru tað fransmenn, ið hava etið
mest av hesum lekru, litríku køkum.
Bakríið Ladurée í París byrjaði
við køkunum einaferð fyrst í1900-
talinum, og enn tann dag í
dag selur bakaríið 15.000
macarones dagliga.
Ein av loynidómunum
aftanfyri hesa succé er, at
macarones kunnu gerast í
so ymiskum smakkum – og
litum – so at øll kunnu
finna sína yndis macaron.
Tað eru hundraðtals
ymiskar uppskriftir uppá
macarones at finna.
Vit á Vikuskiftinum
royndu hesa niðanfyri.
Gamaní gjørdust tær ikki
serliga slættar, men tær
smakkaðu sera væl.
Lekkur
klassikari
í nýggjum klæðum
Fyrst komu muffins, síðani cupkakes og nú er tíðin komin at bjóða
macarones vælkomnum á kakufatið. macarones eru ikki ein nýggj uppFinning.
tær vóru longu á Føtunum Fyri 100-tals árum síðani, men eru vorðnar
vælumtóktar aFtur, síðani kvinnurnar í »sex and the city« og marie
antoinette, í Filminum við sama navni, ótu hesar lekru køkurnar
mynd: InnA TörnrOOS
100 g av mandlum
3 dl av florsukri
3 eggjahvítar
smakkur til sjokulátamacarones:
2 súpsk. kakao
smakkur til sitrónmacarones:
1 sitrón, rivið skal
Flys og hakka mandlurnar sera smátt,
tað skal næstan bara vera mandlupulvur.
Blanda mandlurnar saman við
florsukrinum og tí, tú vilt hava
tínar macarones at smakka av.
Píska eggjahvítarnar stívar og
blanda síðani varliga alt saman.
Skeiða tær á bakipapír og baka á tveimum
plátum. Baka báðar pláturnar samstundis
og so nær miðjuni á ovninum, sum
gjørligt. Baka á 150 hitastigum í 30
minuttir. Skift bakipláturnar um, so tær
skifta pláss, eftir 15 minuttir og baka í
15 minuttir aftrat. Lat køkurnar kólna.
fylla til sjokulátamacarones:
50 g av smøri
1 eggjablomma
1,5 dl av florsukri
1 appelsin, rivið skal
1 súpsk. pressað appelsinsaft
2 súpsk. kakao
fylla til sitrónmacarones:
50 g av smøri
1 eggjablomma
1,5 dl av florsukri
1 sitrón, rivið skal
1 súpsk. pressað sitrónsaft
Píska smørið, eggjablommuna, florsukrið
og tað, tú vilt hava tínar macarones at
smakka av. Legg fylluna ímillum tvær
kakur, umleið ein tsk. til hvørja kaku.
tipp
At lata eggjahvítan standa frammi
nakrar tímar, áðrenn tú bakar, ger tað
lættari at fáa høgar og slættar køkur.
Macarones (høvuðsmyndin)
(20-24 stk.)
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos