Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 Sosialurin Heri Simonsen Tveir av teimum 14 ungu føroyingunum, sum lesa til lækna í Stettin, eru 26 ára gamla Mary Højgaard Hansen av Toftum, og tann 23 ára gamli Hans Arni Ellefsen úr Miðvági. Um orsøkina til, at hann fór at lesa í Stettin í Póllandi, sigur Hans Arni: - Tað er sera einfalt, eg slapp ikki inn í Keypmannahavn, og so tók eg av hesari loysnini. Mary heldur, at tað riggar væl at lesa til lækna í Póllandi: - Tað er sera spennandi, tó at tað er eitt sindur øðrvísi at lesa í Póllandi, staðfestir Mary. Undirvíst á enskum Hóast talan er um eina út- búgving sum verður tikin í Póllandi, so fer øll undir- vísingin fram á enskum. – Undirvísingin er skipað á tann hátt, at tað eru ræðu- liga nógvar royndir gjøgn- um lestrarárið. Talan er um smáar testir, sum ein má klára, tí ein má hava eitt ávíst miðaltal fyri at klára tað endaligu próvtøkuna. Liggur tú undir hesum ávísa miðaltalinum, ja so verður ein noyddur at taka lestrarárið um aftur. Hetta merkir, at ein má lesa miðvíst gjøgnum alt árið, greiðir Hans Arni frá. Mary heldur, at tað roynist væl at hava alla frálæruna á enskum: - Teir flestu lærarnir tosa væl enskt, og vit næm- ingar tosa enskt okkara millum. Tað eru eisini nógvir norðmenn, sum lesa til lækna í Stettin, og har samskifta vit so á skandinaviskum okkara millum. Men í tí stóra og heila, so er alt á enskum, greiðir Mary frá. Førleikakrøvini til kunnleikan innan enskt var, at Mary og Hans Arni høvdu ein góðan karakter í enskum á miðnámsstøði. Tó eru tað fak sum lívfrøði og evnafrøði, sum telja mest tá talan er um læknalestur. Tekur 6 ár Grundútbúgvingin sum Mary og Hans Arni taka tek- ur 6 ár. Tá tey taka útbúgv- ingina, so gongur tann praktiski parturin fyri seg á universitets-sjúkrahúsinum. Hvørt summar fara tey les- andi í praktikk á teimum sjúkrahúsunum, sum eru í heimlandinum. Tann praktikk- tíðin tekur so ein mánað hvørt summar. Tey sum lesa til lækna í Stettin hava eina tríggj- ar mánaðar langa summar- feriu, og annars hava tey frí í tríggjar vikur í samband við jól, nýggjár og páskir. Læra pólskt eisini Tey læknalesandi fáa eisini møguleikan at læra pólskt: - Vit fáa frálæru í pólskum tvey tey fyrstu árini, men tá er talan um tað mest grund- leggjandi í málinum. Tað fyrsta árið læra vit tað máls- liga samskiftið sum krevst, tá vit skulu fara til handils. Tað næsta árið er tað meira talan um læknamál, har ein lærir at siga orð sum hjarta, lunga, biður fólk anda út og inn o.l. Mary heldur, at pólskt er eitt rættiliga torført mál. Hans Arni heldur, at pólsku orðini eru ofta sett saman á ein løgnan hátt, har talan er um nógv ”z”, ”c” og ”p” í teimum ymisku orðunum. - Ein kann koma út fyri, at talan er um fimm hjáljóð samanhangandi, og so skal ein úttala øll tey fimm hjá- ljóðini, tað kann verða øðiliga torført fyri okkum, staðfestir Hans Arni. Klára seg við lestrarstuðlinum Mary heldur, at ein føroyingur sum lesur í Póllandi hevur rættiliga góðar treytir: - Vit fáa studning frá landinum til sjálva undirvísingina. Tá eg byrjaði lesturin í Stettin, kundi ein fáa upp til 120.000 krónur í studningi um árið. Eitt lestrarár kostar umleið 75.000 krónur, og komandi ár verður stuðulin 80.000 krónur, men tað skuldi gjarna verið nóg mikið til eitt lestrarár, slær Mary fast. Tá talan er um stuðul til mat og uppihald, so fáa tey studning frá landinum tvey tey fyrstu árini, og studning frá SU tey fýra næstu árini. Í næstu viku verður ein longri samrøða við Mary Højgaard Hansen og Hans Arna Ellefsen á Rás2. 14 føroyingar lesa til lækna til Stettin Undirvísingin hjá teimum lesandi fer fram á enskum, so talan er veruliga um eitt altjóða lestrarumhvørvi hjá Hans Arna Ellefsen og Mary Højgaard Hansen í Stettin í Póllandi Hans Arni Ellefsen úr Miðvági og Mary Højgaard Hansen av Toftum lesa til lækna í Stettin í Póllandi I‹gh]Vkc!]‹hYV\^c'-#d`idWZg'%&% =©a^è†HiVgkhbVccV[ZaV\cjb %-/(%  H`g{hZi^c\VkajiiV`Vgjb %./%%"%./)% HZiVc!Ígc^9Vb!gjhh^h`jg]Z^èjgh`dchja†;©gdnjb!hi_‹g^†;VgdZ6\ZcXn!    I‹gh]Vkc!;©gdnVg %./)%·&%/'% HVbhiVgkb^aajbhb{Vg[ng^i©`jg·an`^a^ci^ahjXXZhh†W^\Wjh^cZhhZh#    6gk^Y?ZchZc!cZkcYVg[dgbVèjg!EZigd6gXi^X·cZikZg`VkkZ^iVgjb!    =VbbZg[Zhi!CdgZ\# &%/'%·&&/%% 9©b^jee{[gj`iVg\diihVbhiVgkk^ègjhh^h`Vg[ng^i©`jg#IdbbnBnghiVY!    bVg`cVèVgaZ^èVg^!BDB:@<gdje!Bd^GVcV!CdgZ\# &&/%%·&&/(% HVbhiVgkb^aajb[ng^i©`jg†CdgèjgViaVci^h`V©`^cjbd\GjhhaVcY/h_‹cVgk^c`aVg!    Y©b^d\[gVbi†èVgb©\jaZ^`Vg#=VchCdgY\€gY!HZc^dgg{è\Zk^!    =^\]Cdgi]8ZciZg[dg7jh^cZhh!7dY©!CdgZ\ &&/(%·&'/%% HVbhiVgkhkZg`¨iaVc[ng^[ng^i©`jg†;©gdnjb!ÐhaVcY^!<g©caVcY^!CdgZ\d\    GjhhaVcY^·BViX]BV`^c\egd\gVb·an`^ai^ahjXXZhh#9bnigdNV`dkZc`d!    BVcV\^c\9^gZXidg!=^\]Cdgi]8ZciZg[dg7jh^cZhh!7dY©!CdgZ\# &'/%%·&'/(% @_V` &'/(%·&(/(% 9©\jgè^ I^abZaY^c\{]^\]cdgi]5]^Wd#cdZaaV{lll#]]W#cd$idgh]Vkc HZb^cVgZg‹`Zne^h 6ai_‹èVhZb^cVg =VcY^ahhVbhiVgkk^èGjhhaVcY"B©\jaZ^`Vgd\VkW_‹è^c\Vg