fríggjadagur 22. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
9
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
TíbeTur fyri allar kuldakrákur,
eru tað í heysT og vetur modernað
at vevja seg inn í stór Turrikløð
Turrikløð
Turrikløð eru bókstaviliga ein av heitastu trendunum, og fleiri av føroysku
sniðgevunum hava eitt breitt úrval av turrikløðum úr ymsum tilfari og í ymsum
sniði. Tað skuldi tí borið øllum til at funnið eitt hóskandi turriklæð av føroyskari
framleiðslu, um so er, at tú ikki ert kring við stokkunum sjálv. Her eru nakrar av
heyst og vetrarvørunum frá Soulmade, Guðrun&Guðrun, elsabech og Steinum.
Soul Made
Tvey ymisk turrikløð til
konufólk frá Soulmade.
Annað er grátt við eyðkendu
stjørnuni, sum gongur aftur í
vetrarkollektiónini frá Soulmade.
Seymað av jerseytoyi og frinsað.
Prísur: 899,-
Hitt er er maskinbundið við
10% cashmere og frynsað.
Prísur: 1499,-
Fáast á netinum www.soulmade.
nu og í Sirri á Áarvegnum
Guðrun&Guðrun
Oversize bundin turrikløð til
konufólk og mannfólk.
Ljósagrátt turriklæð við holmynstrið
í endunum og frynsum úr mohair.
Prísur 1180,-
Svart og myrkagrátt turriklæði, sonevnt
ull Art, har fleiri bindingarhættir
eru nýttir fyri at skapa eitt rátt
úttrykk og eitt heilt serligt spæl.
Prísur 1180,-
Fáast hjá Guðrun&Guðrun á Áarvegnum í Havn
og á netinum www.gudrungudrun.com
elsabech
Sonevnd rør-turrikløð frá elsabech seymað av
ymsum toysløgum, og seymað saman í endunum.
nógv ymisk sløg av toyi og litsamansetingum
bæði til mannfólk og konufólk.
Prísur: 599,-
Fáast á netinum á www.elsabech.dk og í handlinum
»Super« í Handilskjarnanum í Havn
Steinum
Bundið turriklæði og húgva við eyðkendu,
glaðu litunum frá Steinum til bæði mannfólk
og konufólk. nógv ymisk mynstur sett saman
við sterkum litum. Turriklæðið er frinsað.
Turriklæðið kostar 1099,- kr.
Húgvan í sama stíli kostar 499,-
Fæst í Sirri á Áarvegnum í Havn.
Meiri sæst á www.steinum.net
mynd: www.PLAGG.FO