fríggjadagur 22. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
10
VIKUSKIFTI
Um tú vilt hava ælabogan,
mást tú tola regnið.
Dolly Parton
countrysongkvinna
10 tIng um Joan Ørting
Hon er 50 ára gomul, men er framvegis tann kvinnan,
menn vilja gjalda mest fyri, fyri at fáa eina date við.
Hon er opin um sex og samlív og vil fegin læra onnur
um fantastiska, erotiska heimin. Hon tosar ikki við pápa
sín, men 700 fólk vilja hvønn mánað fáa hana á tal
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale
Joan Ørting er fødd
26. mars 1960.
Hon er útbúgvin leiklistaleikstjóri og hevur sett
fleiri leikir upp, umframt at undirvíst í drama.
Hevur síðani seinni lisið til m.a. sexolog, sum hon er
mest kend fyri.
Joan Ørting hevur verið í Føroyum og tosað á
einum kvinnukvøldi, har hon gav góð ráð um,
hvat kvinnur kunnu gera fyri at gleða makan.
joan ørting hevur ikki tosað
við pápa sín í hálvttriðja ár, tí
hann ikki tolir hennara opinleika
um egið sexlív í miðlunum.
Hon læs til sexolog í Hollandi, og hon hevur sagt,
at tey har skuldu royna alt, tey lærdu um, fyri at
tora at bróta egin mørk.
Júst nú er hon fyri hørðum kritikki frá nøkrum
sexologum, sum eru útlærdir á hennara
egna skúla, tí teir siga, at hon ikki virðir mørkini
hjá næmingunum, men noyðir teir at vera við í
blygdarskemmandi venjingum.
Joan Ørting hevur eisini roynt seg sum rithøvund
við bókunum: »Ta' mig«, »Har du lyst?« og
»Hvad vil du ha'?«
Joan Ørting er redaktørur á brævkassanum hjá
Ekstra Blaðnum, og hon fær umleið 700 brøv um
mánaðin frá fólki, ið hava trupuleikar við samlívinum.
5650 kr var upphæddin, ein maður bjóðaði fyri
ein døgverða við Joan Ørting á eini auktión fyri
bróstkrabba. 10 kendar kvinnur stillaðu upp, og Joan
Ørting vann við hægsta boðnum.
joan ørting hevur sexolog
skúla á Christianshavn, og
hon hevur tríggjar flokkar av
sexologum árliga.
1
2
3
4
5
7
6
8
9
10
5650 kr. fyri Ørting
1 Bókin »Tá deyðin verður avdúkaður« snýr
seg um arbeiðið á Landssjúkrahúsinum. Hvør
hevur skrivað bókina?
2 Føroyar megnaðu javnleik ímóti
Norðurírlandi í fótbóltslandsdysti. Hvør
skoraði føroyska málið í dystinum?
3 Sofus Clementsen er farin úr stjórstarva.
Hvar var hann stjóri?
4 Fyrrverandi sangari í Uriah Heep hevði farna
vikuskiftið konsert í Føroyum. Hvussu eitur
sangarin?
5 Tvey feløg hava hetta vikuskiftið
møguleikan at gerast føroyameistari í
mansfótbólti. Hvørji eru feløgini?
6 Johanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth
Akursmørk hava givið fjórðu kókibókina í
somu røð út. Hvussu eitur bókarøðin?
7 Hondbóltfelag úr Klaksvík roynir seg í bestu
mansdeildini. Enn hevur liðið einki stig fingið.
Hvussu eitur felagið?
8 Hvussu eitur forkvinnan í
Starvsmannafelagnum?
9 Kringvarpið og Mentamálaráðið hava gjørt
nýggjan public service sáttmála. Hvussu eitur
stjórin í Kringvarpinum?
10 Landsstýriskvinna hóttir við at siga stopp,
um almennu lønirnar hækka, og hennara
økið ikki fær hægri játtan. Hvussu eitur
landsstýriskvinnan?
1-4 ikki nóg gott
5-7 tú fylgir hampuliga væl við
8-9 tú fært tað mesta við
10 veist tú alt?
1. Høgni Mohr, 2. Christian Lamhauge Holst, 3. Í Posta,
4. John Lawton, 5. HB og EB/Streymur, 6. Lætt og leskiligt,
7. Team Klaksvík, 8. Selma Ellingsgaard,
9. Annika Mittún Jacobsen, 10. Rósa Samuelsen
Svar