Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 11 VIKUSKIFTI Tú ert blaðstjóri á V. Hvat vil V upplýsa um? V kemur út til hvørt húski í Føroyum, so tí vilja vit eisini innihaldsliga fevna breitt. Higartil hava vit havt greinir um alt frá politikki yvir religión til sex, og tað er tankin, at her skal vera eitt sindur av hvørjum. Hvussu er at skriva bløð til ungdóm. Krevjandi? V er ikki eitt ungdómsblað, men eitt blað til øll. Hvussu er V móttikið, síðan tað kom út fyrstu ferð? Líka frá fyrsta blaði hava vit fingið positivar afturmeldingar. Tað tók tó nakrar útgávur, áðrenn øll vistu, hvat V var. Men nú tykist tað, sum allarflestu føroyingar kenna V. Skal V vera í andsøgn til aðrar miðlar og myndugleikarnar? Andsøgn er eitt í so sterkt orð. Vit eru eitt vikublað, so tað skapar ein nátúrligan mun til bløðini, sum koma út fleiri ferðir um vikuna. Hóast V kunnar um komandi hendingar, royna vit eisini at gera eitt meira róligt blað, har ein saman við stuttum tíðindum eisini kann njóta nakrar flottar myndir og nakrar áhugaverdar tekstir, sum røkka eitt sindur longri enn bara her og nú. Tú skrivar í V, at føroyskur politikkur líkist Faroe5. Hvussu tá? Tað skal sjálvandi takast við einum granni av salti. Eg havi í veruleikanum allarstørstu virðing fyri Faroe5. Tað varð skrivað sum ein skemtingarsom eygleiðing av tí heldur tragikomiska, at løgmaður og varaløgmaður skriva fornermaðar heilsanir á Facebook og tosa um Facebook-vinarløg, sum var tað álvarsmál. Tað minnir ræðandi nógv um tekstin »Sama ger« hjá Faroe5. Eg havi kanska eina heldur siðbundna uppfatan av, hvat politikkur er. Fyri meg skulu statsleiðarar ikki vera heilt vanligir. Nógv vanlig fólk sita jú heilar arbeiðsdagar og dríva hann av á Facebook, so tá eg hoyri statsleiðarar vísa til Facebook, hmm. Tað er sum Dennis Agerblad til ein ársfund hjá Miðflokkinum. Tað riggar barasta ikki fyri meg. Hvør er tykkara málsliga kós á blaðnum? Vit leggja okkum fyrst og fremst eftir at royna at geva tekstunum eitt ávíst flog. Ein málkønur segði við meg, at vit lógu akkurát innan fyri markið, har tað alíkavæl er føroyskt. Tað dámdi mær. Tú hevur eisini ummælt nógv. Hvussu stendur til við føroyskum tónleiki? Á góðari leið. Eg haldi tó ikki, at tað hendir so nógv sum fyri nøkrum árum síðan, tá G! og Summarfestivalurin av álvara spílaðu seg út, og Eivør, Teitur og Týr komu út um landoddarnar. Er tað lætt at ummæla? Tað veldst helst um persónin. Fyri summi er tað lætt at seta eitt hillasystem saman, fyri meg er tað Mission Impossible. At ummæla fellur mær rímiliga lætt. Eg havi eisini altíð loyvt mær at vera rímiliga narsissistiskur í mínum ummælum og skammleyst dyrkað mína egnu uppfatan av, hvat er góður tónleikur og ikki. Hevur nakar nakrantíð kallað teg idiot orsakað av einum ummæli? Eitt ótal av ferðum. Við hvørt eisini við góðari grund. Eru Føroyar paradís á jørð? Spurningurin er eitt sindur av einari andsøgn. Paradís er ein mytologisk støða, sum aldrin kann vera á jørð, og tískil er tað heldur ikki í Føroyum. Sum alla aðrastaðni eru tó løtur, sum kunnu upplivast sum paradís í Føroyum. Jan Lamhauge Statsleiðarar spilla ikki tíðina burtur á Facebook lagt tIl rættIs: Uni Arge mynd: TróNDur DALSGArð Hann Hevur ummælT eitt ótal av Fløgum, og fleiri ferðir er Hann Kallaður idiot orSaKað av bersøgnum ummælum. nú er Hann blaðSTjóri á nýggja blaðnum V, Har Hann millum annað Hevur funnist at, at løgmaður og varaløgmaður dríVa Hann av á FacEbooK. jan lamHaugE Heldur tó, at føroyar í løTum kunnu minna um eitt paradíS