fríggjadagur 22. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
13
VIKUSKIFTI
ongan obama
kvinna, lærari, timburmaður, peda
gogur, samfelagsfrøðingur, ítróttarfólk,
banka stjóri og fleiri onnur. Tað eru hesi
fólkini, sum atkvøða fyri politikar
anum.
Myndin av politikaranum verður
teknað í fjølmiðlunum.
– Politikarin noyðist at leggja sær
orð ini væl, tí øll skulu skilja teg. Tað
tykist ofta sum, at politikarin gloymir,
hvønn hann tosar við. Tá er tað, at vit
hoyra og síggja politiska ull koma úr
munn inum á politikaranum, sigur Per
Højgaard.
Hann nevnir Kára á Rógvi, for
mannin í Sjálvstýrisflokkinum, sum
stundum hevur eitt akademiskt orðaval
á høgum abstraktiónsniveau.
– Kári á Rógvi er skilagóður, men
hann gloymir onkuntíð at seta seg nið
ur á eitt støði reint orðavalsliga, har
øll kunnu vera við. Tað er náttúrligt at
gloyma tað, men tað er ikki gott sam
skifti, sigur Per Højgaard.
Samskiftisráðgevin vísir á tvær
deyðs syndir innan samskifti.
– Sum politikari mást tú ongantíð
verða illur á skíggjanum, og tú mást
held ur ongantíð lúgva. Tað kemur aftur
um brekku, sigur hann.
Politikarar, sum hava verið í politiki
í fleiri valskeið, ella ikki hugsa stórvegis
um samskifti, hava lyndi til at snakka
leingi og upp í saman.
Endamálið hjá teimum er at vinna
so nógva tíð í loftmiðlunum sum gjør
ligt.
– Tað hjálpir at hava ein vinkul.
Boð skapurin skal vera greiður og
stuttur, og tú skal koma skjótt til sakina.
Í miðl unum missa fólk tráðin eftir fáum
sekundum, so tey fyrstu fimm til 10
sekund ini mugu brúkast effektivt og
sann førandi, sigur Per Højgaard.
Djurholm ov sjónligur
Politikarar eru sum heild sjónligir í
sam felagnum. Tað er gongdin, tá teir
við jøvn um millumbilum koma fram
við sín um sjónarmiðum.
Sambært Per Højgaard er tó mark
fyri, hvussu ofta veljarin vil hoyra og
síggja ein einstakan politikaran.
Fólkafloksmaðurin Bjarni Djur holm
sat sum landsstýrismaður í vinnu mál
um í árunum frá 2000 til 2008. Per
Højgaard heldur, at Djurholm var í so
sjón ligur, og hann varð skjótt slitin. Ella
»yvireksponeraður«, sum tað eitur á
fak málinum.
Fólk tíma ikki at hoyra og síggja
somu fólkini dag út og dag inn. Bjarni
Djur holm misti undirtøku við seinasta
løgtingsval.
Lítla samfelagið ávirkar
Føroyska samfelagið er lítið. Ein ev
arska lítil bygd í Evropa.
Tað kann ávirka trúvirðið hjá tí ein
staka politikaranum, tí fólk kenna og
vita nógv um onnur.
Tað er millum annað tí, at tað er
torført at samanbera føroysk løgtings
fólk við stórpolitikarar uttanlands.
Per Højgaard nevnir Heina O.
Heinesen, sum alt sítt politiska lív hevur
talað sakina hjá útróðrarmonnunum.
Hann er ikki serliga sjónligur, hann sam
skiftir ikki serliga væl við meirilutan,
og hann kemur ikki upp á tindin sum
karismatiskur politikari.
– Men Heini O. Heinesen er hinvegin
í eini serstøðu í føroyskum politikki.
Hann hevur sín heilt egna stíl og er ein
superstjørna – eitt slag av politiskum
superbrandi – hjá sínum politiska mál
bólki. Og hann má fyri alt í verðini ikki
broyta sín politiska persón, sigur Per
Højgaard.
Men vegurin úr Kunoy til Wash
ington er kortini langur.
Politikarin noyðist at leggja sær orð ini væl,
tí øll skulu skilja teg. Tað tykist ofta sum,
at politikarin gloymir, hvønn hann tosar við
Høgni Hoydal TjóðveldI
Formaðurin í Tjóðveldi er »tann professionelli« samskiftarin.
Við samskiftisútbúgving og royndum sum tíðindamaður spælir
Høgni Hoydal samskiftisorglið meistarliga. Hann er dugnaligasti
samskiftarin millum floksformenninar. Høgni Hoydal hugsar
strategiskt og taktiskt og dugir væl at selja politikk. Viðhvørt
missir hann fótafestið og fer um ósjónliga markið, har hann setur
spurningarnar heldur enn at svara teimum. Tað kann tykjast
ágangandi fyri summi. Høgni Hoydal er nógv frammi alment og
í vanda fyri »yvireksponering«. Politiska brand hansara hevur
stórt virði, men slit sæst nú á tí.
Kári á Rógvi SjálvSTýrISFloKKurIn
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er nýggjur í fomanssessinum,
so trupult er at meta um hansara samskifti sum floksformaður.
Politiska samskiftið hjá Kára á Rógvi higartil sum løgtingsmaður
hevur verið merkt av »signalforvirringi«. Hann er ungur og
nýggjur í politikki, men stundum eru argumentatión og røður sum
hjá gomlum politikara. Helst leitar Kári á Rógvi framvegis eftir
sínum egna stíli, og tað kann ørkymla. Hinvegin er fáur stinnari
í løgfrøðiliga stoffinum, og humoristiski sansurin ger eisini mun
samskiftisliga. Kári á Rógvi er eitt veikt politiskt brand, men har
er vakstrarpotentiali.
Jørgen Niclasen FólKaFloKKurIn
Politiskt blóð rennur í æðrunum hjá formanni Fólkafloksins,
ið dugir sítt politiska handverk. Samskiftisliga leggur hann
sær orðini væl, er skjótur í replikkini og kemur skjótt til sakina.
Tað er gott í fjølmiðlum, har tíðindi skulu berast skjótt. Størsti
samskiftisligi veikleikin er, at Jørgen Niclasen kann tykjast
»belærandi« og at tala niður til hyggjarar og lurtarar. Pallurin í
uttanríkisráðnum gevur fjølmiðlatíð og sjónligheit, men Jørgen
Niclasen fær ov lítið burtur úr pallinum. Politiska brandið, ið var
sterkt áðrenn formanstíðina, tá Jørgen Niclasen millum annað
umsat fiskivinnumál, er viknað.
Hóast floksformenn eiga at vera
stinnir í politiskum samskifti og
mugu væntast at vera góð politisk
brand, er so nevnda»brandvirðið« Hjá
floksformonnunum ójavnt. neyvan er
nakað superbrand í føroyskum politikki,
men Hinvegin er ongin formaður Heilt
uttan brandvirði. løgmaður má metast
sum eitt veikt brand, meðan brandið
Hjá andstøðuleiðaranum er sterkt
4
1
2
Per Højgaard, sum hevur arbeitt sum samskiftisráðgevi í fleiri ár