Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 14 Sosialurin Leo Poulsen Eftir atkvøðugreiðsluna við aðru viðgerð í Løgtinginum um eykajáttan fyri august stendur fast, at Tingið ikki er sinnað at játta Rúsdrekkasølu Landsins 500.000 krónur, sum við øðrum tiltøkum kundu tryggja, at stovnurin megnaði at røkka kravda avlopinum. Tað stendur, sum er, at vanta 1,6 milliónir krónur í at Rúsan kann røkka sínum avlopskravi, og sambært leiðsluni á stovninum kunnu 1,1 av hesum milliónum røkk­ ast við at lata eina deild upp í Sundalagnum og ein eksklusivhandil upp í SMS, sum skal selja teir betru droparnar. Restin – 500.000 krónur – var so ætlað at fáa inn umvegis eykajáttan frá Løgtinginum. – Eftir aðru viðgerð sær út til, at tað er tann vegin vit mugu arbeiða við at lata ein eksklusiva handil upp í SMS. Vónandi fer vøruúrvalið at gera, at rúsdrekkanýtslan ikki veksur, men at fólk fara at drekka teir betru droparnar heldur enn teir nógvu droparnar, sigur Elsa Maria Olsen. Tað er tann alkoholpolit­ iska strategiska ætlanin, at lata ein meira eksklusivan handil upp. – Í sambandi við Sunda­ lagið hava vit okkurt liggj­ andi á borðinum, men tað krevur tó eitt átak at fáa upp at standa, og tað hevur kanska longri útlit, sigur Elsa Maria Olsen. Klárt í SMS Eksklusivi handilin í SMS kann tó gerast veruleiki rætti­ liga skjótt. Rúsdrekkasøla Landsins hevur verið í sam­ band við SMS, og sambært stjóranum, Niels Mortensen, arbeiða tey við málinum. – Alt er í løtuni leiga út í SMS, men vit hava kortini eina loysn klára, um Rúsan tekur avgerð um ein handil her hjá okkum. Talan verður um eina umbygging, sum ikki tekur meiri enn nakrar fáar vikur, sigur Niels Mortensen. Hóast alt er upptikið í SMS, verður sostatt pláss fyri Rúsuni, og plássið til einkarsøluna verður ikki púra einki. – Plássið verður avmarkað, men eg meti, at pláss verður fyri einum 400 ymiskum sløg­ um, sigur Niels Mortensen. Hann vil kortini ikki siga, hvar nýggi eksklusivi handilin hjá Rúsuni fer at liggja í SMS, men tað kann ganga skjótt fyri seg eftir at Rúsan hevur tikið avgerð um at lata handil upp í miðstøðini. Men eitt er at fáa latið handilin í SMS upp, eitt annað er at fáa til vega neyðuga avlopið, so avlopskravið á fíggjarlógini kann røkkast. Serliga tá hugsað verður um, at deildin í Sundalagnum hevur longri útlit. Balansugongd Tá so Løgtingið vísti um­ bønini um hálva millión í eykajáttan frá sær, skal hesin peningur finnast aðrastaðni í rakstrinum hjá Rúsuni. – Vit arbeiða á øllum front­ um fyri at finna sparingar, har tær kunnu finnast, og finna fleiri inntøkur, har tær kunnu finnast, tó uttan at ganga upp á kompromis við tálmingina. Tað arbeiða vit støðugt við hvønn einasta dag, sigur Elsa Maria Olsen. Í einari roynd at økja um inntøkurnar var prísurin á rúsandi løgi settur upp fyrr í ár, men tað førdi tó í fyrsta umfari til, at sølan minkaði. – Tendensirnir við mink­ andi sølu, sum vit sóu fyrsta hálva árið, sær nú út til at stabilisera seg, og vónandi heldur tann gongdin fram. Nú eru góðir tveir mánaðir eftir at árinum, og jólasølan liggur fyri framman, so vónandi kann hon verða við til at gera, at tað ber á mál hjá okkum, sigur Elsa Maria Olsen. Hon vísir á, at Rúsdrekka­ søla Landsins livir millum tvær lóggávur, nevniliga rús­ drekkalógina, sum skal tálma nýtsluni, og fíggjarlógina, sum ásetur eitt avlopskrav. – Uppgávan hjá okkum er so at finna eina balansugongd, so bæði málini verða rokkin, sigur Elsa Maria Olsen. Trýr upp á tað Spurningurin er so, hvussu til ber at spara meiri í rakstrinum. Aðrar almennar fyritøkur útlisitera partar av viskseminum, men eisini har hevur Rúsan strekt seg so langt, sum hon kann. – Vit hava útlisiterað stóran part av viskseminum. Flutningurin er útlisiteraður, og vit leiga sum er hølir í øllum deildum í landinum, og partur av KT­økinum er somuleiðis útlisiteraður. Um tað er skilagott at útlisitera umsitingina fari eg at ivast í, men vit arbeiða støðugt við møguleikunum, sigur Elsa Maria Olsen. Men hóast tað í løtuni sær eitt sindur tungt út, so hevur stjórin í Rúsdrekkasølu Land­ sins framvegis vónir um at røkka avlopskravinum. – Tað er framvegis mítt mál. Tað er tað, vit arbeiða fram í móti, og alt annað hevði verið skeivt. Vit hyggja alsamt eftir sparingarmøgu­ leikum, reguleringum á ymisk­ um økjum og umleggingum, so eg vóni at vit koma so nær málinum, sum vit yvirhøvur kunna, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins. Rúsan eksklusivan handil í SMS Ein avleiðing av, at Løgtingið heldur fast við høga avlopskravið til Rúsdrekkasølu Landsins, er ein sonevndur eksklusivhandil í SMS, sum skal selja fínari whiskey-, cognac- og vínsløg Um stutta tíð verður eftir øllum at døma ein eksklusivur handil í SMS, sum fer at selja betru droparnar til kræsnar gómar. Hølini kunnu standa klár innan stutta tíð Mynd: Álvur Haraldsen