fríggjadagur 22. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Nú tíðin styttist til vinnustevnuna FaroExpo
og mentanarvikuna í Runavík, hava tey,
sum standa aftanfyri hesi stóru tiltøk,
úr at gera. Nógvir bóltar eru í luftini í
senn, men tá tíðin kemur, og tiltakið
byrjar sunnudagin, er alt undir landi.
Ein av afturvendandi profilunum í hesum
til tøkum øll árini hevur verið Rannvá Troest.
Í sjey ár arbeiddi hon á Kunningarstovuni
í Runavík, men tá FaroeExpo og mentanar
vikan, sum hvørt ár verða hildin um
heystið, nærkaðust, arbeiddi hon hjá
Sp/f VRG (Virkisráðgeving) í Saltangará
í einar tveir ella tríggjar mánaðir.
Tað er nevniliga VRG, ið er eitt privat
felag, sum samskipar FaroExpo, sum Eystur
oyar Vinnulívsfelag saman við Runavíkar
komm unu tók stig til á heysti í 2004.
Fyri trimum árum síðan fór Rannvá í fast
starv hjá VRG, og soleiðis hevur hon verið við
til at samskipa og fyriskipa FaroExpo øll árini.
– Tá vinnustevnan og mentanarvikan eru
um somu tíð og hanga saman sum eitt stórt
vinnuog mentanarligt tiltak í kommununi,
fer eisini samskipanin fram av somu skriv
stovu, samstundis sum mentanarvikan
verður fyriskipað í tøttum samstarvi við
Runavíkar kommunu og Kunningarstovuna
í Runavík, sigur Rannvá Troest.
Størri avbjóðingar
Sum leiðari av Kunningarstovuni í Runavík
gjøgnum sjey ár, fekst hon við ymiskar upp
gávur, sum kundu fevna um alt frá mentanar
ligum tiltøkum, ymiskum ferðavinnutiltøkum
til eitt nú kunning um virksemi hjá
Handils miðdeplinum í kommununi.
– Eg haldi, at fyri meg eru fakligu avbjóð
ingarnar á VRG størri, enn tær vóru á Kunn
ingarstovuni. Mín áhugi er at skapa ting og
tiltøk, arbeiða fram móti úrslitum – og at
síggja úrslit. Kenslan, tá tað gongur væl,
og tingini »klappa«, er nakað heilt serligt.
Rannvá sigur, at henni dámar væl at
fáa stundir til at gera tingini væl.
– Tað hevur eisini stóran týdning fyri meg,
at eg faktiskt eri við til at forma starvið sjálv.
Undir vanligum umstøðum eru vit trý fólk
til arbeiðis á VRG, men tá nógv er at gera
sum nú, tá vit skulu samskipa FaroExpo og
mentanarviku, eru vit eini 56 fólk til arbeiðis.
Hon leggur aftrat, at nógvar ymiskar
uppgávur fylgja við starvinum á VRG
og tí persóni, sum man sjálvur er.
– Arbeiði kann vera rættiliga ymiskt – alt
frá at skriva greiningar og tilmæli og fyriskipa
tiltøk til at ráðgeva og marknaðarføra eina
fyritøku, sum ynskir at verða meiri úti um
seg. Harumframt loysa vit størri verkætlanir
fyri fyritøkur, bæði almennar og privatar
við fokus á optimering og tillaging av
virkseminum. Vit taka okkum av nógvum
ymiskum tingum, sum leiðslur í fyritøkum og
stovnum eftirspyrja, sigur Rannvá Troest.
Hon stórtrívist
Rannvá dámar ógvuliga væl hjá Sp/f
VRG, og í hennara sál er eingin ivi um, at
hetta er eitt sera gott arbeiðspláss.
– Vit hava ein góðan stjóra við Símuni
Hammer, sum gevur okkum fríar teymar
í okkara starvi. Her snýr tað seg ikki
neyðturviliga um at gera uppgávurnar
millum klokkan 8 og 16, um tað ikki er
neyðugt. Tað avgerandi er, at uppgávurnar
verða gjørdar. Tað, sum stjórin leggur dent
á, er úrslitini. Hetta ger arbeiði í fyritøkuni
avbjóðandi og spennandi og er eftir mínum
tykki við til at fáa arbeiði at blóma.
Hon leggur aftrat, at ein avgerandi fyritreyt
í slíkum arbeiði er, at tað eru røttu fólkini, sum
fáa avbjóðingarnar og samstundis fríheitina.
– Fyribils havi eg ongar ætlanir um
at skifta arbeiði, sigur Rannvá Troest.
Hon fegnast annars um, at tað
hevur gingið so væl at fáa fyritøkur
at lut taka á FaroExpo í ár.
– Hetta er fyrsta árið, at vit veruliga síggja,
at fyritøkur sjálvar leita til vinnustevnuna og
ynskja at verða við. Vit hava bíðað eftir hesum
áhuga undanfarin ár og hava brúkt nógva orku
upp á at fáa fyritøkur at luttaka. Men eftir seks
árum leita fyritøkurnar nú sjálvar til stevnuna,
og hetta fegnast vit sjálvsagt almikið um.
Rannvá sigur, at í mun til vinnustevnuna
seinasta ár, tá 53 fyritøkur vóru við, verða
70 fyritøkur við á stevnuni hesaferð.
Av hesum 70 fyritøkunum eru 20 út
lendskar úr ávikavist Íslandi, Danmark
og Noregi. Hinar eru allar føroyskar.
Ikki á berum
Rannvá Troest er gift Kenneth Rasmussen,
og tey eiga tríggjar dreingir í aldrinum
3, 7 og 10 ár. Hon hevur lisið cand.
ling.merc. í sponskum og enskum.
Umframt arbeiði á Kunningarstovuni
og síðan á VRG, hevur hon eisini undirvíst í
sponskum á Handilsskúlanum á Kambsdali
og í enskum í framhaldsskúlanum í Runavík.
– Eg las spanskt og enskt á Handils
háskúlanum í Århuus, og sum part av
hesi útbúgving las eg á universitetinum í
Zaragoza í Spaniu, har eg eisini las spanskt.
Rannvá Troest búði í Danmark í tilsamans
fimm ár, tvey ár í Spaniu og eitt ár í Onglandi.
– Einaferð í framtíðini kundi eg hugsað
mær at flutt til Spania í nøkur ár at arbeitt,
sigur fryntliga kvinnan, sum í hesum døgum
hevur nógv jørn í eldinum, nú FaroExpo
og mentanarvikan fara av bakkastokki.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
Rannvá vil síggja úrslit
– Vit haVa ein góðan Stjóra, sum geVur okkum fríar teymar. tað avgerandI er,
at uppgávurnar Verða gjørdar, og StjórIn leggur dent á úrSlItInI. hetta ger
arbeiði avbjóðandI og spennandi og er eftir mínum tykki Við til at fáa arbeIðI at
blóma, sigur rannvá troeSt, sum heVur nógVar bóltar í luftini í løtunI, nú bæði
VinnusteVnan faroexpo og mentanarVikan fara aV bakkaStokkI í runaVík
Fakta
Navn: Rannvá Troest
Starv: Ráðgevi
Besta við starvinum:
Avbjóðingarnar
Ringasta við starvinum:
Um einki var at gera.
Starvstíð: 3 ár.
Starvsfólk: 3, onkuntíð fleiri.
Staður: Høgaból, Saltangará
Stjóri: Símun Hammer
mynd: VilMUND JAcObSEN
– Kenslan, tá tað gongur væl, og tingini »klappa«, er nakað heilt serligt, sigur Rannvá Troest