Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 15 VIKUSKIFTI Fínur til rundkoyring Nú allar rundkoyringarnar í landinum skulu ruddast fyri lyktapelar og skulpturar, hevði tað kanska verið hóskandi fingið eina slíka standmynd sum hesa, ið er avdúkað í Milano, til eina føroyska rundkoyring. Ein, sum plagdi at brúka kvøldini og vikuskiftini, tað er frítíðina, í frítíðarfelagnum Mimi, hevði av og á ein pakka av mjólk við sær í felagshølið. Mjólkin skuldi ikki brúkast til at lata út í kaffi ella drekka óblandaða, men til at blanda vodka við, blátt vodka, tað sterka, 60 prosent, amerikanskt pseudovodka við læntum ella stolnum russiskum navni. Tað var so gott, segði hann, so gott fyri heilsuna, mjólkin altso. Ásetti mjólkarpakkin stóð so í kuldaskápinum millum bygdaøl og Tuborg Gull til pakkin var tómur eftir eg minnist ikki hvussu nógvar dupultar bláar vodka, 60 prosent spritt og 60 prosent feitt, óført bland. Nú er eldur í skálanum, og hann verður ikki sløktur enn á sinni. Tí stuðulin til mjólk minkar næsta ár, í sjálvum proklameraða kostárinum. Eitt frálíkt politiskt intriv, haldi eg. Og eingin fær meg at skriva undir mótmælið móti skerda stuðlinum. Tað verður ikki leingi, so liggja listar at skriva seg uppá í hvørjum handli. Fleiri føroyingar doyggja av mjólk og aðrari fiti, sum einki aldursmark hevur, enn av brennivíni. Kortini eru eingi mótmæli at hoyra ella lesa, ei heldur ræðusøgur um hungursdeyðan í durunum, tá øl, vín og brennivín kvinka uppeftir prísstiganum. Tað er ikki sømiligt at mótmæla slíkum príshækkingum. Ella geva ilt av sær, hvørja ferð tubbakið skal bjarga landskassanum. Men mjólkin, vit mótmæla. Til ber at keypa danska mjólk í Føroyum. Hon er bíligari enn tann føroyska. Hon kann verða enn bíligari, um landið ikki er so óreint at taka toll av henni. Tvætl. Er eingin tollur, vil eg síggja tann handil, sum ikki bara leggur tað, sum tollurin var, oman á sín egna vinning. Er tað prógvað, soleiðis seriøst vísindaliga, at mjólk er so góð fyri heilsuna? Menniskjan er einasta djór, sum drekkur mjólk eftir at tað er vorðið vaksið, ja, kanska onkur stovufrensur eisini viðhvørt. Øll hini djórini leggja um til sunnari kost so skjótt sum tey duga at tyggja. Reyðvín er sunt, øl er sunt, brennivín er sunt. So segði hann, ein snapsur er góður fyri heilsuna og tveir eru dupult so góðir. Men, sum sagt, eingin mótmælir, at hesin kostur verður dýrari í kostárinum. Vit skilja, at Rúsan skal selja so nógv sum gjørligt fyri at hava eitt risastórt svart tal niðast, tá árið endar við sjampanju úr Rúsini. Landskassin og statskassar gera sær dælt av, at fólk drekka. Eingin almennur studningur til rúsin, tvørturímóti. Og latið ikki Posta fáa Rúsuna, tí so verður hon bara opin mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld. Tað er heppið hjá barna­ familjunum, at Rúsan selur ikki mjólk, tí har hevði hon kostað 30 krónur liturin, eisini tann danska. Barnafamiljurnar, ja, tær hava ráð til at keypa 20 litrar av kemiskum sukurvatni um vikuna. Kroniskt tilboð, kemiskt sukurbland í øllum litum, ongantíð færri enn tríggjar fløskur saman, hálvur annar pottur hvør. Annars rennur gott, kalt vatn úr kranunum. Tað er heimsins besti og hollasti drykkur og so kostar hann einki. Eg standi og spekuleri uppá, um eg havi heilsu og økonomi til at fáa mær ein afturat, segði okkara maður í Mimi, har hann stóð so hugsanarsamur og ivaðist við barrdiskin. Jú, ger bara tað, men lat hann vera ein uttan mjólk. Ein dupultan uttan mjólk UmaftUrafturum høgNi djurhuus Hvat munnu teir hava við úr Suðuroy? Víkingarnir á veg til hús við fullari úrtøku Portal.fo Væl leitað! TAKS funnið 14 milliónir Sosialurin Sannførandi avrik Lótu sum luft í 22 ár Dimma Nú skal tað verða! Søkja eftir trúboðarar til Havnina Trúboðin Kanska tí tað eitur roykalarmur Roykur fekk alarmin í gongd Portal.fo Illa sperdir 100 føroyingar sleppa ikki framat, tá teir ætla Útvarpið Skuldi heldur biðið um umbering í Føroyum 200 biður um umbering í Íslandi Sosialurin Ikki heilt! 07Vestur føroyameistari 2010 Vagaportal.fo Mist jørðforbindilsið? Jens Marni var flúgvandi Planet.fo Stórtíðindi! Lennon livir! Norðlýsið Hvat er tað? Eitt Buddha smíl við sjampanju V Gev teimum heimaarbeiði eisini Revsa næmingar við reingerð Portal.fo ranga í strúpan Næstan 10 krónur Prísurin á einum kaffikoppi er ikki heilt fastlagdur á hesum skeltinum. Koppurin kostar næstan 10 krónur, úti við 10 krónur. Ella kanska eru tað bara vit, sum misskilja skelti – við vilja. Tí tað ber til at taka ein kaffikopp út við sær fyri 10 krónur. Ólóglig parkering tað skal máti verða við frekleika. Ikki bara eru fuglar óynsktir har í økinum, men teir hava so avgjørt einki at gera á hasum skeltinum. Slík ólóglig parkering átti at fingið avleiðingar – men hvar er fuglaparkeringsvørðurin?