Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149 16 Sosialurin Leo Poulsen Rúsan skal tjena 1,6 milliónir meir, enn framskrivingarnar higartil vísa, fyri at kunna liva upp til avlopskravið, sum ásett er í fíggjarlógini. Og ein liður í hesi meirinntøku skal koma frá einum eks­ klusivhandli í SMS. Sambært stjóranum í Rúsdrekkasølu Landsins, Elsu Mariu Olsen, skal hesin handilin selja »betri dropar«, enn framman undan fáast í sølustøðum hjá Rúsuni kring landið. Serliga verður hugsað um fínaru sløgini av whiskey, cognac og so meiri eksklusivu vínsløgini. Hartil skal handilin í SMS eisini selja ymsar lutir, sum hava við vøruúrvalið hjá Rúsuni at gera, eitt nú vín­ opnarar og whiskey­, cognac­ og víngløs. Øl kann í minni mun být ast upp í betri og dýrari dropar, og verður tískil ikki ein partur av vøruútboðinum í handlinum í SMS. Og tað hóvar Einar Waag, stjóra í Føroya Bjór, illa. – Eg haldi, at tað er ein bein leiðis diskriminatión móti einari bæði góðari og bíligari framleiðslu. Tað er staðfest, at sølan av øli er minkað 10% higartil í ár, og við at Rúsan leggur meira vinning á føroyska ølið fer neyvan at betra um ta støð­ una, sigur Einar Waag. Óskiljandi Stjórin á Føroya Bjór sigur, at tey fyri einari viku síðani ella so fingu bræv frá Rús­ drekkasølu Landsins har boðað varð frá, at sum ein liður í at liva upp til av­ lopskravið á fíggjarlógini vóru 50 oyru løgd á hvørja fløsku av føroyskum øli, ið selt verður í Rúsuni. – Tað ger ikki tann stóra munin og merkir bara, at vit tjena eitt sindur meira upp á fløskuna. Vit fara eis­ ini at leggja hesa somu prís­ hækking á ølið, sum vit selja frá okkara egnu goymslum, sigur Einar Waag. Men hann – eins og flestu aðrir føroyingar – undr­ ast stórliga á politikkin, sum verður førdur á rús­ drekkaøkinum. – Tað er totalt ólogiskt, at Rúsdrekkasøla Landsins skal liggja undir einum risa stórum avlopskravi, sam stundis sum almenni rúsdrekkapolitikkurin miðar ímóti at tálma nýtsluni, sigur Einar Waag. Hann heldur annars, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum í heila taki er minkandi. – Eg haldi tað skyldast kreppuni. Tað er nústaðni gingið upp fyri føroyingum, at ein kreppa hevur rakt landið, og tað er hetta, sum nú merkist aftur á søluni av rúsdrekka í Føroyum, sigur Einar Waag. Eksklusivhandil ein diskriminatión - At lata ein eksklusivhandil upp í SMS við whiskey-, cognac- og vínsløgum er ein diskriminatión móti øli, sum bæði er ein góð og bílig framleiðsla, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór Gongur beint móti endamálinum Leo Poulsen Eins og stjórin á Føroya Bjór undrast eisini nevnd ar­ formaðurin í hinum føroyska bryggjarínum, Okkara, Óli Hansen, á, at lagt verður om­ an á veikastu sløgini innan rúsdrekka. – Tað gongur jú beint ímóti rúsdrekkapolitikkinum, sum miðar ímóti at tálma nýtsluni, sigur Óli Hansen. Hann sigur, at príshækk­ ingin sjálvandi kann koma at ávirka søluna hjá Okkara. – Vit kappast í nógv størri mun móti útlendka ølinum, tí vit tappa í dunkar, og tí má roknast við, at príshækkingin í størri mun fer at raka okkum, sigur Óli Hansen. Hinvegin hevur hann stórt álit á, at Okkara fer at standa seg í kappingini. ­ Eg meti, at vit framleiða eina so høga góðsku, at tað fer at síggjast aftur í kappingini móti danska ølinum, sigur nevndarformaðurin. Okkara hevur ikki – eins og Føroyar Bjór – egnar goymslur, og tí er Rúsan næstan einasti kundi hjá bryggjarínum, burtursæð frá matstovum og skeink­ ingarstøðum. – Eg haldi tað vera harmiligt, at kundarnir ikki kunnu merkja á prísinum eisini, at tað er føroysk fram­ leiðsla teir keypa. Tað gera teir til dømis, tá teir keypa mjólk, sigur Óli Hansen. Luksusdrankarar Hann er bangin fyri, at við at leggja oman á prísin á veikaru sløgunum er vandi fyri, at vit enda afturi í tíðini, tá fólk keyptu tað, sum gav mest prosent fyri pengarnar. – Fyrr var tað jú soleiðis, at tú bílegði finspritt og elefantøl, og við at leggja oman á ølprísin, verður skump að aftur á tað borðið, sigur Óli Hansen. Hann heldur eisini, at við at lata luksushandil upp í SMS, verður róð upp undir at býta føroyingar upp í tvinnar bólkar: luksusdrekkarar og pappvínsdrekarar. – Eg haldi ikki tað er neyð ugt at lata ein luksus­ handil upp í SMS, tí vit hava longu sum er luksusprísir á rúsdrekka, sigur Óli Hansen. Eins og flestu onnur skilir hann ikki tvíeggjaða svørið, sum Rúsdrekkasøla Landsins arbeiðir eftir. ­ Samstundis, sum sølan skal virka tálmandi, skal hon eisini vísa eitt risa avlop, og tað er undarligt, at eingin hevur hug at gera nakað við tað, heldur Óli Hansen, nevndarformaður í Okkara. Einar Waag heldur tað vera diskriminerandi, at eksklusivhandilin í SMS ikki skal selja øl – Tað er tann øvugta verð at seta meira upp á tey veikaru sløgini, og eg haldi ikki tað vera nakra orsøk at lata ein luksushandikl upp í SMS, tí vit hava longu framman undan luksusprísir, sigur Óli Hansen, nevndarformaður í Okkara Óli Hansen heldur, at Okkara í størri mun verður rakt av príshækkanini, tí teir við sínum dunkaøli í størri mun kappast móti donsku bryggjaríunum