Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 16 VIKUSKIFTI Samrøða Uni Arge ua@sosialurin.fo Teldupostadressan sigur, at bankakreppa er í Føroyum. Jørn Astrup Hansen er flutt ur inn á stjórnarskrivstovuna í ein um føroyskum banka, ikki Føroya Banka, har hann var stjóri í 12 ár, men Eik Banka. Har situr hann nú sum upp ruddari, ið skal endurreisa og selja áhug að um íleggjarum tann føroyska partin av Eik. Jørn Astrup Hansen er ein av mongu danskarunum, ið hava havt leið andi størv í Føroyum, og nógvir fóru í gloymi bókina. Men hann fer neyv an. Ótta leysur legði hann í vaðið sum stjóri í Føroya Banka í 90'unum at siga sína hugsan um bæði banka mál og samfelagsmál. Hann minti vinnu­ lívsmenn við kovboymentaliteti á, at vinnu virksemi má vera burðardygt, og hóast hetta skuldi verið sjálvsagt, varð hann fagnaður fyri at hava givið før­ oyskum máli hetta heilt nýggja orðið. Soleiðis kann ein skørp og áhaldandi tunga skera inn á bein í einum veiði­ mannasamfelag, har ikki altíð verður tosað so nógv, men heldur ítøkiliga farið til verka at fáa fongin til høldar, ofta uttan fyrilit. Skjótt skilti hann før oyska málið og bygnaðirnar í sam­ felagnum, eisini teir óformligu. Í sínum ævigt analyserandi huga sá hann væl, hvørji tey stóru kapitaláhugamálini í sam felagnum vóru, og hvussu tey vóru knýtt at ávísum politikarum, og manga sam ráðing hevði hann við hesar menn. Nú situr Jørn Astrup Hansen aftur so leiðis fyri, at hann er í samfelagsliga and glettinum í Føroyum. Tá Finansiel Stabilitet skuldi finna ein mann at endur reisa Eik Banka, heitti felagið uttan at blunka á Astrup um at standa fyri arbeiðinum, tí hann kendi Føroyar innanífrá. Kring stjórnarskrivstovuna Yviri við Strond í Havn, har Eik Banki heldur til, slota kapitaláhugamálini so nú og kanna, hvat Astrup hevst at. Áhugin at keypa tann føroyska part­ in av Eik er stórur, hevur Finansiel Stabilitet boðað frá. Men ongin sleppur framat, fyrr enn Astrup er liðugur, og tí seta vit hon­ um stevnu og spyrja, hvat líður við arbeiðinum. Hvør hevur verið tín uppgáva í Eik Banka higartil? Fyribils eri eg stjóri í bankanum. Eg síggi tað sum mína høvuðsuppgávu at virka sum bindilið millum eigaran og Eik Banka í tí tilgongd, sum væntandi endar við, at bankin verður seldur. Og so leggi eg stóran dent á at kunna um, hvønn týdning tað hevur fyri kund ar­ nar og samfelagið annars, at virksemið hjá bankanum er endað í Finansiel Stabilitet. Hvussu verður Eik Banki í Føroyum gjørdur klárur at selja? Vit gjøgnumganga nú gjølla ogn og skuld hjá bankanum, so vit á nøktandi hátt kunnu greiða frá bankans støðu í tí upplýsingartilfari, sum verður latið møguligum keyparum. Hvussu stórur er áhugin fyri at keypa bankan? Nógvir áhugaðir keyparar? Ja, áhugaðir keyparar eru. Samband við keypararnar hevur annars Finansiel Stabilitet, so eg síggi meg ikki føran fyri at gera fleiri viðmerkingar um hetta. Er ætlanin, at bankin skal seljast føroyskum eigarum? Øll, sum eru áhugað, kunnu keypa Eik Banka. Bankin er tí ikki einans ætlaður føroyskum keyparum. Persónliga haldi eg kortini, at tann lukkuligasti endin á tilgongdini hevði verið, um Eik Banki kundi verið varðveittur á føroyskum hondum. Fortreytin fyri tí er helst, at áhugaðir íleggjarar í Føroyum ganga saman í eitt samtak og keypa bankan. Hvussu nógv kann væntast, at bankin verður seldur fyri? Tað hava vit ikki gjørt okkum nakra kvalifiseraða meining um. Fyrst mugu vit jú líka hyggja at, hvat stendur í bók­ unum hjá bankanum. Hvussu er Eik Banki í Føroyum fyri, tvs. eru engagementini grundleggjandi sunn? Vit hava nøkur eksotisk engagement, PErsóNligA haldi eg, at tann lUkkUligAsti endin á tilgoNgdiNi hevði verið, um Eik BANki kundi verið vArðvEittUr á føroyskum hondum. FortrEytiN fyri tí er helst, at áHUgAðir íleggjarar í FøroyUm ganga saman í eitt sAmtAk og kEyPA bankan, sigur JørN AstrUP HANsEN, sum nú situr á stJórNArskrivstovUNi í eik banka og rUddAr upp í bankanum. kENslAN at stíga inn um gáttiNA hjá gAmlA kappingarneytanum var løgiN, men starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti HoNUm, so tann løgna kenslan er longu HorviN, sigur hann Tað seinasTa nýggja frá astrup@eik.fo