mánadagur 25. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
16
Sosialurin
Kjak
Grenj
Tað er fullkomiliga burturvið,
ikki minst ótakksamt, tá
ið MFS skírir Føroyar fyri
ikki at hava nakra framtíð.
Sambært lesarabrævinum,
sum er bæði svartskygt og
harðorðað, koma føroyingar
ikki aftur, tí teir kenna
seg ikki vælkomnar. Tískil
hugleiða tey retoriskt “Hava
Føroyar eina framtíð?” Tey
áttu at vita betur. Føroyar
eru uttan mun til onnur lond
tað mest framkomna landið í
heiminum, tá ið tað snýr seg
um stuðul til lesandi. Landið
rindar alla skúlaleiðina, frá
fólkaskúlanum til universi
tetið, harumframt fáa lesandi
pengar fyri at ganga í skúla.
Føroyingar (tosi um egnar
royndir) liva sum greivar í
ymisku londunum, tí lesandi
frá øðrum tjóðum fáa ikki
eitt klovið oyra til studning
ella skúla.
Burturvið
Vit verða tískil noydd at
spyrja, hvør rindar fyri út
búgvingarnar hjá MFS limun
um? Hvør rindar fyri stuðul
og ferðaseðlar? Eru limirnir
úr
Meginfelag
Føroyskra
Studenta av tí sannføring, at
pengarnir hjá skattaborgar
unum eru til onga nyttu, tí
umframt ókeypis útbúgving
og skattafríar pengar verða
avleiðingarnar av lækkaða
flogferðastudninginum kata
strofalar. Tey siga í lesara
brævinum, at “Heldur enn
at síggja álvaran í, at bara
ein út av fýra lesandi við
vissu ætlar aftur til Føroyar,
ætla landsstýri og løgting at
fáa lesandi til at kenna seg
minni vælkomin í Føroyum“.
Um vit lesa í millum linjur
nar, stendur: um flogferða
stuðulin verður lækkaður,
flyta færri fólk aftur. Eru
vit komin so langt út, at
føroyska framtíðin liggur í
vanda, tí at lesandi fáa 1.000
kr. minni í flogferðastudn
ingini? Er støðan so svár?
Oyðsl
Haraftrat hugleiðir Megin
felag Føroyskra Studenta
um
arbeiðsmøguleikarnar
í Føroyum: “nullvøkstur í
almennari fyrisiting hava...
við sær, at tað er minni
spennandi at koma aftur til
Føroyar.” Tað er ikki hissini,
hvat limirnir í MFS eru
krevjandi, tí eftir ókeypis
útbúgving, skulu skattaborg
ararnir rinda fyri vitanina.
HUXA er harðliga í móti
hesum hugburði, tí tað eru
tvey lond í heiminum, ið
hava størri almenna umsit
ing enn Føroyar, og tað
eru Kuba og Norðurkorea.
Haraftrat óttast Meginfelag
Føroyskra Studenta, at: “Tað
er dýrt at búgva í Føroyum,
arbeiðsmarknaðurin er eins
táttaður.... Tað, sum fær nøkur
okkara til at koma aftur, eru
kenslur so sum vón, áræði og
viljin til at skapa nakað nýtt”.
Ja, Føroyar eru heimsins
dýrasta land, tað er eingin
loyna. Ein av orsøkunum er
høgi skatturin. Men so kann
ein spyrja seg sjálvan: hví
er skattatrýstið høgt? Hví
verður arbeiðsmarknaðurin
skattaður hart?
Óvitska
“Vit í MFS eftirlýsa... at les
andi... verða raðfest.” Tað
er fullkomiliga burturvið,
at MFS ákærir politisku
skipanina fyri ikki at rað
festa
útbúgving.
MFS
saknar áræði frá politisku
skipanini, og tað er júst tað,
tey fáa. Samgongan vísir
ábyrgd og áræði, tá ið tey
skera
flogferðastuðulin
við 1.000 kr. Tað er ikki
populistiskt, tað er nakað,
ið fær yngru veljararnar
upp úr stólinum, men tað
er føroyska samfelagnum
at gagni. Tað, sum limirnir í
MFS verða skornir við, 1000
kr. í flogferðaseðlum, er tað
sama, sum miðnámsskúla
næmingar missa uppá hálvan
annan mánað tvs. 400 kr. um
mánaðin = 4400 kr. árliga.
Um tað stóð til HUXA, so
høvdu vit hálverað flogferða
stuðulin, fyri at miðnáms
skúlanæmingarnir
kunnu
varðveita sínar 2.200 kr. um
mánaðin. MFS átti tískil at
takka samgonguni, at tey ikki
skóru alla flogferðastuðulin
burtur, at tey ikki pilkaðu
við studningin til næmingar
undir hægri lestri. Sam
gongan hevur tískil rós
uppiborið, at hon raðfestir
útbúgvingar høgt.
Framtíðin
Tað skal tó eingin ivi vera í, at
limirnir í MFS eru framtíðin.
Tey eru fólkini, ið skulu
flyta føroyska samfelagið
frameftir. Tað er tó harmiligt,
at
Meginfelag
Føroyskra
Studenta heldur, at framtíðin
liggur í flogferðaseðlum. Flog
ferðastuðulin er ein luksus
vøra, og einki annað.
“Hava
Føroyar
eina
framtíð?”
Ja.
Útbúgving er framtíðin,
men hevur skattaborgarin
uppiborið óneyðuga óvirðing?
MFS vanvirðir skattaborgaran
Nevndin í HUXA
HUXA finst hvassliga at Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), tá ið tey í lesarabrævi
sáa iva um framtíð føroyinga, tí flogferðastuðulin lækkar við 1.000 kr.
Nú bleiv so nógv umrøða av
høllini, sum hondbóltsfelagið
Neistin fer at byggja við
Landavegin í Havn. Tað er
bara gott.
Hetta málið er eitt av
teimum týðiligastu prógvun
um um, at øll í Føroyum eru
ikki líka fyri lógini.
Samstundis, sum landið
við rundari hond stuðlar
badmintonhøll í Klaksvík
og ítróttarhøll á Sandi, alt
gott um tær at siga, so vil
landið ikki stuðla bygging av
nýggjari ítróttarhøll í Havnar
kommunu.
Tað ásannar Tórshavn
ar býráð, og skal høvuðs
staðurin ikki gerast eftirbátur
í ítróttar og trivnaðarmøgu
leikum, noyðist hann at taka
slík mál í egnar hendur – so
leingi skil er í tí.
Hesaferð
var
kortini
ikki so nógv nýtt í málinum
um
Neistahøllina.
Tann
prinsipiella støðan um eyka
studning til høllina fyri tann
studningin, sum væntaður
var frá landinum, varð tikin
á almennum býráðsfundi
longu í juni, tá eitt samt
býráð tók undir.
Hesaferð varð gjørd ein
regulering av útgjaldinum
av eyka íløgustuðlinum úr
10 árum niður i trý ár vegna
tess, at tað varð ikki hildið
skilagott at tamba hann ov
langt út. Eisini hetta varð
einmælt samtykt.
Hondbóltsfelagið Neistin
hevur gjørt eitt megnar
arbeiði at fáa til vega pening
til hesa høll. Felagið kemur
sjálvt við heili 10 milliónum
krónum.
Staðsetingin
er
sera
áhugaverd í tí í ítróttarhøpi
ikki
sørt
.tilafturskomna
Vesturbýnum, sum eins og
kommunan øll hevur hesa
høll avgjørt fyri neyðini.
Málið hevur ligið meir og
minni á býráðsins borði í átta
ár, so nú var tíð upp á at fáa
tað frá hondini.
Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevndini í Havn
Høllin við Landavegin
Mær er fortalt, at uml. 200 mill. kr. ikki
koma til skattingar um árið. Er tað satt, so
koma uml. 100 mill. kr. ov lítið inn í skatti á
hvørjum ári. Hetta kunnu myndugleikarnir
finna út av, um politiski viljin er til tess.
Sakkunnleiki um neyðugt uttaneftir
kann keypast til at loysa uppgávuna. Verður
farið 5 ár aftureftir sum lógin loyvir so
kunnu 500 mill. kr. eyka verða til taks til at
loysa átroðkandi samfelagsuppgávur. Bæði
tey, ið liva á lívsins skuggasíðum, og tey, ið
vilja bróta upp úr nýggjum kunnu soleiðis
fáa neyðugan stuðul, so liviligt kann verða
verðandi hjá okkum øllum, ið búgva í hesum
landi.
At nevndu mill. ganga leysar, sam
stundis sum skattalætti hevur verið givin
teimum vælbjargaðu, vísir politiska viljan
ella illviljan. Skattaholini eftir skatta
lættan skulu nú teir vanligu og veiku skatt
gjaldararnir fylla uppaftur við peningi, sum
tey ikki hava og við at góðtaka niðurskurðar,
sum í mongum førum eru óacceptablir.
Hetta er inkarneraður asocialur og
arbeiðarafíggindaligur
politikkur,
sum
Javnaðarflokkurin ikki bert stuðlar, men
gongur á odda fyri at reka: ein viðvend
Robin Hood útgáva, sum tekur frá teimum.
ið lítið og onki hava fyri at geva teimum,
sum longu hava í yvirflóð.
200 mill. kr.
ganga leysar
Dagfinnur Danbjørg