mánadagur 25. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Nú útboðið á upsa hevur
verið so lítið, sæst hetta
eisini aftur á upsaprísinum.
Fiskiskapurin er skiftandi,
men hevur verið heldur
svikaligur yvir eina longri
tíð. Menn høvdu vónað, at
veiðan fór at gerast betri,
sum tað leið út á heystið,
men framvegis er veiðan
ógvuliga misjøvn. Summir
túrar eru hampiligar góðir,
og skip fáa uppí, tá tey
raka á, meðan aðrir túrar
miseydnast. Viðhvørt eru
tað somu skip, sum gera
góðar túrar, sum so túrin
eftir gera ein bummtúr.
Tey virkir, sum serliga
keypa og virka upsa, eru
Faroe Seafood, Kósin og
Delta Seafood, sum um
Sandoy Seafood hevur sína
upsaframleiðslu í Skopun.
TG Seafood í Hvalba
virkar eisini nógvan upsa,
men í Hvalba er ein lutfalsliga
stórur fiskifloti, sum syrgir
fyri
meginpartinum
av
ráfiskinum,
sum
verður
virkaður á virkinum har.
Ikki ótryggleiki
Vestmannatrolararnir, Vest
menningur og Fram, hava
fyri tað mesta lagt veiðina
upp til Faroe Seafood í Vest
manna, men í seinastuni
hevur reiðaríið selt veiðina
hjá øðrum skipinum til
Kósina í Klaksvík.
Higartil hava bæði skipini
tó ikki landað í Klaksvík í
senn.
Tummas Christophersen,
reiðari í Vestmanna, sigur,
at upsaprísurin hevur verið
góður í seinastuni.
Hann vísir á, at skipini
hjá teimum hava fingið í
miðal einar 8,50 krónur fyri
kilo, sum má sigast at vera
góður upsaprísur.
Vit spurdu eisini reið
aran, um tað, at annað av
skipunum hevur selt veiðina
til Kósina í Klaksvík, hevur
nakað við møguligan ótrygg
leika um avrokning frá
Faroe Seafood at gera, men
tað heldur hann ikki.
– Vit selja veiðina, har
vit fáa mest fyri fiskin, og
eg haldi ikki, at hetta hevur
nakað
við
órógvið
um
Faroe Seafood at gera, sigur
reiðarin í Vestmanna.
Misjøvn veiða
Tummas
Christophersen
sigur tað sama, sum fiski
menn kring landið annars
siga
um
upsaveiðina
í
løtuni.
– Veiðan er misjøvn.
Summir túrar eydnast væl,
og aðrir eydnast minni væl,
leggur hann aftrat.
Í fleiri ár hevur upsa
veiðan annars verið rímiliga
góð, og líkt er til, at eitt
nú
partrolaraflotin
ikki
rættiliga hevur vant seg
við, at upsaveiðan er vorðin
meiri skiftandi.
vilmund@sosialurin.fo
Hørð kapping
um upsalastir
FISKAPRÍSIR Í seinastuni hava partrolarar fingið rættiliga góðan
prís fyri upsa, og Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna,
sigur, at skipini hjá teimum hava fingið einar 8,50 krónur í miðal
fyri kilo, sum má sigast at vera rættiliga góður prísur á upsa
... eg haldi ikki, at hetta hevur
nakað við órógvið um Faroe Seafood
at gera...
TUMMAS CHRISTOPHERSEN
Í seinastuni hava vestmannatrolarar landað
og selt nakrar upsalastir til Kósina í Klaksvík
Mynd: Karstin Vang
drógu svart
araflotanum, og síðan roynd
ust tey tvey árini undan
2009 – ávikavist 2008 og 2007
– eisini rímiliga góð.
– Soleiðis, sum veiðan hjá
partrolarunum hevur verið
higartil í ár, man árið kunna
samanberast við okkurt av
árunum fyri 2007, siga tey á
Kongshavn.
Lagt verður aftrat, at helst
koma aðrir partrolarar inn
at landa miðskeiðiðs – ella í
seinna parti av hesi vikuni.
vilmund@sosialurin.fo