Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 14 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í morgin landar landingar­ mið­støð­in Kongshavn par­ trolararnar Stelk og Bak, sum hava verið­ úti síð­an 15. oktober. Hóast túrurin er úti, hava skipini bert sløk 120.000 pund av upsa, sum er vánalig veið­a. Á landingarmið­støð­ini Kongshavn vænta tey eisini onnur skip hesa vikuna, tí flestu partrolararnir, sum plaga at landa í Saltangará, vóru inni og fóru útaftur fyri júst einari viku síð­an. – Tað­ er meiri undantakið­, at skipini gera ein góð­an túr, siga tey á landingarmið­støð­ini Kongshavn. Árið­ 2009 var eitt sera gott ár hjá til nøgd hjá partrol­ Bakur og Stelkur d FISKIVINNA Tað er meiri undantakið, at partrolarar gera ein góðan túr, soleiðis sum veiðan er í løtuni Vilmund Jacobsen Bjartskygni ráddi í Klaksvík, tá stóra flakavirkið­ Kósin í Klaksvík læt uppaftur í end­ anum av november mánað­a í fjør, eftir at virksemið­ tá hevð­i ligið­ stilt í fleiri mánað­ir. Fríð­in Ziskason var settur virkisleið­ari á Kósini, og tað­ var ein bjartskygdur mað­ur, sum tá tók um stýrisvølin og setti sær fyri at fáa virkið­ uppaftur at koyra, og raksturin at hanga saman. Nú 11 mánað­ir eru um­ lidnir, er Fríð­in framvegis bjartskygdur. – Tað­ er eingin ivi í mínari sál um, at vit fara at fáa hetta at bera til. Hanga vit í, so fer tað­ eisini at bera til. Sjálvur vil virkisleið­arin ikki siga nakað­ ítøkiligt um fíggjarligu gongdina higartil, men heldur, at hon er á eini leið­. Rávørutrot – Hjá okkum eins og hjá øð­rum, sum luttaka í fiska­ framleið­slu, er ov lítið­ av ráfiski. Upsaveið­an svíkur, og lítil fiskur kemur upp á land. Fríð­in Ziskason kundi hugsað­ sær, at fiskaarbeið­i á Kósini var enn meiri støð­ugt, men soleið­is, sum ráfiskatilgongdin er, detta dagar burtur ímillum, har eingin framleið­sla er. Á Kósini, sum bæð­i hevur flakaframleið­slu og salt­ fiskaframleið­slu, arbeið­a millum 60 og 80 fólk. – Talið­ av arbeið­sfólki veldst um, hvat vit gera, og hvørji fiskasløg vit hava, sigur hann. Fríð­in Ziskason sigur, at með­an upsin verð­ur skorin til flak, fara eitt nú toskur, longa og brosma til saltingar. Við í kapping Seinastu tíð­ina hava fleiri partrolarar, sum eru heima­ hoyrandi að­rastað­ni, við­ jøvnum millumbilum landað­ veið­ina í Klaksvík. – Vit hava keypt fisk hjá eitt nú vestmannatrolarunum, Vestmenningi og Fram og hjá Vesturtúgvu og Grønanesi, sigur virkisleið­ari á Kósini. Sum skilst, hava prísirnir á upsa onkran dagin ligið­ uppi á 9 krónum fyri kilo, og tað­ er rættiliga góð­ur upsaprísur. – Men trupulleikar eru at fáa nóg mikið­ av fiski til dagsins framleið­slu. Fríð­in Ziskason sigur, at hóast eitt virki í dag vildi givið­ einar 9 krónur fyri kilo fyri 200 tons av upsa, so er ikki vist, at tú kortini fært fatur á hesum fiskinum. – Tað­ er ov lítið­ av upsa á marknað­inum, leggur virkisleið­arin á Kósini í Klaksvík aftrat. vilmund@sosialurin.fo FISKIVINNA Um ein mánaða er eitt ár liðið, síðan flakavirkið á Kósini í Klaksvík læt uppaftur við nýggjum eigarum - Hóast eitt virki í dag vildi givið einar 9 krónur fyri kilo fyri 200 tons av upsa, so er ikki vist, at tú kortini fært fatur á hesum fiskinum, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini Mynd: Vilmund Jacobsen Hava góðar vónir um framtíðina