Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Á miðdegi í dag varð alt eldsløkkingar- apparatið í Havn sett í sving tí boð- að var frá eldi í einum set húsum. Tað vísti seg, at tað var í eini tendraðari vaski maskinum, at eld- urin var kyknaður og hann var skjótt sløkt ur, sigur Annfinn Rein ert, innsatsleiðari í sløkki- liðnum. Húsfólkið var inni og varnaðist eldin rættiliga tíðliga, áðrenn hann fekk gjørt nakað serligt um seg, og fekk sent boð eft ir løgregluni. Eldskaðin er at kalla ongin uttan tað, at vaski- maskinan fór fyri skeyt- ið. Men eldurin elvdi til nakað av royki sum fór um húsið og hann hevur elvt til nakað av skaða. Eldur í vaski­ maskinu Níggju teir fyrstu mánað- irnar í ár er avreiðingarvirðið munandi hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør. Tað sæst í feskastu upp- gerðini hjá Hagstovuni og sum er sett á heimasíðu teirra. Uppgerðin vísir, at vøkst- urin níggju teir fyrstu mán- aðirnar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør, er góðar góðar 120 milliónir, ella áleið 20%. Tilsamans vórðu av reidd 89.280 tons í hesum tíðar- skeiði í fjør, men í ár eru av- reidd 86.193 tons, ella 3087 tons færri. Men avreiðingarvirðið í ár var 696.8 milliónir krónur, aftur ímóti 575,9 milliónir í sama tíðarskeiði í fjør. Hetta kemst av, at nógv minni av upsa er komið uppá land samanborið við í fjør. Minkingin er eini 20 %. Men hóast nógv minni er fiskað av upsa í ár, er virðið vaksið. Av toski er nær um helvtina so nógv av reitt í ár, sum í fjør, men avreið- ingarvirðið økt 70%. Hýsu- fiskiskapurin hevur verið nakað tann sami í ár, men avreidda virðið á hýsuni er økt meiri enn einum fjórð- ing. Eisini av øðrum botnfiski so sum brosmu, longu og blálongu er bæði nøgd og virðið nógv økt í mun til í fjør. Av flatfiski er nakað minni avreitt í ár og til sam- ans er virðið minkað nakað. Serliga er avreidda nøgdin av svartkalva nógv minni í ár samanborið við í fjør. Samanumtikið kann staðfestast, at avreiðingar- virðið higartil í ár roynist væl betri fyri at kalla øll fiskasløg um samanborið verður við sama tíðarskeið 2009. Men her skal leggjast afturat, at samanumtikið var 2009 eitt vánaligt ár, bæði tá talan var um avreiðingarnøgd og fiskaprísir. Sí annars talvuna Íslendingar hava funn ið sínar yvirmenn í Før oy- um. Í hvussu so er tá ið tað kemur til at hava strang rúsdrekkalóg. Tað heldur bryggjarin á Borgarnesi, har før- oyska brennivínið Eld- vatn og Lívsins Vatn, verður dropadrivið. Men tað verður gjørt við føroyskum vatni, sum verður ført úr Før- oyum vestur um hav á bryggjaríið á Borg ar- nesi. Íslendska kringvarpið umrøddi margháttligu støðuna nú ein dagin og har undraðust tey á strongu reglarnar í Før- oyum. Bryggjarin helt fyri, at føroyingar eru lítið øðrvísi enn íslendingar. Í Íslandi halda tey seg hava besta vatnið í verð- ini. Føroyar eru ikki langt frá Íslandi og eisini her er nógv, gott vatn. Men tað er als ikki loyvt at bryggja sterkt í Føroyum. Tí verður vatn ført vestur um hav til Íslands at verða bryggj- að og dropadrivið til Eld vatn og Lívsins vatn, tí tað verður mark n- aðarført sum ein før- oysk framleiðsla – sum vit altso noyðast at framleiða í Íslandi har tað verður dropadrivið í stríðum streymi á bryggjaríi á Borgarnesi. – Vit hildu, at íslend- ingar høvdu strangastu rúsdrekkalóg í verðini. Men tað er komið óvart á hann, at vit í Føroyum hava eina uppa aftur strangari lóg. Íslendingar hava funnið sínar yvir menn í Føroyum Avreiðingarvirðið munandi hækkað Í hósdagin var móttøka á Klaksvíkar Sjómansskúla í sam bandi við, at kendi kokk- urin, Jákup Ziskason, legði frá sær sum lærari á skúl- anum. Har var ein hópur av fólki, sum nýtti høvi at heilsa uppá Jákup og takka honum fyri gott arbeiði og annars ynskja honum eina góðan framtíð. Hann hevur verið lærari á Kokkaskúlanum í Klaksvík í tveimum skiftum. Hann byrjaði fyrstu ferð í 1972 og helt so fram í 13 ár. Síðani tók hann við aftur í 1994, og gevst nú tann 1. november. Á móttøkuni varð tosað um, hvussu nógv og ymisk tiltøk í kokkayrkinum Jákup Ziskason hevur skipað fyri og sett á stovn. Kokkaskúlin hevur ver- ið partur av Klaksvíkar Sjó- mans skúla til 1. august í ár, tá ið hann varð lagdur undir Tekn iska Skúla í Klaksvík – heitið eftir útbúgvingina er nú matvøruástøðingur. Í løtuni ganga 28 næm- ing ar til hesa útbúgving og teir eru býttir sundur í tveir flokkar. Næmingarnir halda til á Klaksvíkar Sjómansskúla og eru bert fríggjadag á Tekniska Skúla. Í frítíðini hevur Jákup Ziskason nógv frítíðarítriv, eitt nú seyð, at standa á skí og fótbólt, at ganga uppí. Á www.portal.fo, eru nógv fleiri myndir frá móttøkuni. Kendur kokkur leggur frá sær sum lærari Jákup Ziskason var undirdíktur í gávum og góðynskjum, tá ið hann legði frá sær sum lærari á Sjómansskúlanum. Men tað skilst, at kokkayrkinum ætlar hann ikki at sleppa. Myndina tók Dávur Winther