mánadagur 25. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
12
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Uppskotið, sum Bjørn Kalsø
og aðrir tingslimir nú eru
á veg í Løgtingið við um at
skerja tingmannatalið, verður
kanska meiri umfatandi enn
upprunaliga ætlað.
Tað staðfestir tingmaðurin
fyri Sambandsflokkin fyri
Portalinum
Tað var í summar at Bjørn
Kalsø fortaldi, at hann ætl ar
at leggja uppskot fyri Løg
tingið um at skerja ting
mannatalið úr 33 niður í 25.
Men hóast onki frættist
aftur, merkir tað ikki, at ætl
anin er slept.
Tvørtur ímóti er líkt til, at
uppskotið, sum fer at leggja
fyri Løgtingið verður meiri
umfatandi enn.
Kanna møguleikar
Bjørn Kalsø sigur, at hann
ætlar at fáa fleiri tinglimir
at leggja uppskotið fram fyri
at tryggja, at tað fær undir
tøku.
Upprunaliga ætlaði hann
at leggja eitt einfalt upp
skot fram, sum einans hevði
til enda máls at skerja ting
manna talið niður í 25.
Men tinglimir, sum um
hugsa at leggja uppskotið
fram saman við honum, vilja
hava aðrar spurningar upp í.
Eitt nú er ynski frammi
um at broyta minstamarkið
fyri, hvussu nógvar atkvøður
ein flokkur skal hava fyri at
fáa umboð á ting.
Men ynski er eisini frammi
um at ein partur av peng
unum, sum verður spardur
við at lækka tingmannatalið,
skal brúkast til at seta fólk
í starv, sum skulu verða
skrivarar hjá tinglimunum
fyri at styrkja tingarbeiðið.
Bjørn Kalsø sigur, at hann
kannar hesar møguleikar.
Hann dugir ikki at siga,
hvussu leingi hann ætlar at
bíða eftir eini avgerð.
Men hann ætlar undir øll
um umstøðum at leggja upp
skotið fyri Løgtingið áðrenn
síðstu freist einaferð í vár
fyri at leggja uppskot fyri
Løg tingið í hesi tingsetuni,
sum endar á ólavsøku.
Bjørn Kalsø sigur, at or
søkin til at uppskotið verður
lagt fyri Løgtingið, er rætt
og slætt tí at tey halda, at
tað er ov nógv at hava 33
løgtingslimir í einum lítlum
landi sum Føroyum.
Men hann hugsar eis ini
um hetta sum eitt spari til
tak.
– Tað er ónetaliga dýrt
at reka hetta samfelagið og
samstundis tosa øll um at
rationalisera og effektivisera.
Og verða tað færri tinglimir,
verður tað kanska eisini lætt
ari at avmarka talið á lands
stýrisfólkum.
Vil framvegis avtaka
átta løgtingslimir
Uppskotið um at lækka tingmannatalið fer kanska eisini at bera við sær, at minsta atkvøðutalið fyri at fáa umboð á ting, skal
hækkast. Tað er eisini ein møguleiki, at ein partur av sparingunum skulu brúkast til professionellar skrivarar til tingfólk
Rex vill
leiddi
við
Fræn
dum
Rex villleiddi við
skifta fólkini, tá ið
klubburin einaferð
mitt í summar lýsti
í Sosialinum við,
at Frændur skuldi
spæla í Rex.
Í lýsingini var
mynd við teimum
trimum front monn
unum í Frændum.
Men tá ið av
tornaði, var tað bara
Eyðun Nolsøe við
og hann spældi við
egnari mann ing.
Hetta varð kært
til Brúkaraumboðið,
sum er komið til ta
nið urstøðu, at hetta
var
villleiðandi
markn að ar føring
og at Rex ikki sýndi
góðan markn aðar
føringssið.
Brúkaraumboðið
sigur, at lýsingin
kann
hava
givið
brúk aranum ta fat
an, at allir tríggir
á myndini fóru at
vera við í Frændur
manningini,
sum
spældi á Rex hetta
viku skifti
og
at
hetta kann eisini
hava ávirkað eftir
spurningin eftir at
gongumerkum.
Við tað at bert
ein av persónunum
á mynd ini í lýsingini
var á pallinum í Rex,
metir Brúk ara um
boðið, at brúkarin
ikki hevur fingið
tað virðið fyri peng
arnar, sum hann
kundi vænta eftir
lýs ingini.
Brúkaraumboðið
sigur, at umboð fyri
REX hava tikið undir
við niðurstøðuni hjá
Brúkaraumboðnum
og at hann tí ikki
ger ikki meir við
málið.
Í næstu viku verða eldradagar
í Nesvík fyri pensjónistar í
Vágum, Porkeri og í Sunda
Kommunu Vága.
Tiltakið verður hósdagn
28. oktober og fríggjadagin
29. oktober og tað er ein liður
í verkætlanini, ”okkara lív
sum eldri”
Av tí at tiltakið í ár er
í Leguhúsunum í Nesvík,
liggur væl fyri at gista har.
Skráin fyri eldradagarnar
í Nesvík er sera fjølbroytt.
Hósdagin
verður
byr jað
klokkan níggju við morg
un sangi og drekka munni.
Síðandi setir Kim Durhuus,
borgarstjóri, eldradagarnar
og
Sveiney
Sverrisdóttir,
verk ætlanarleiðari, kunnar
um verkætlanina.
Aftaná fer Helgi Jacob
sen at greiða frá um hvala
støðina við Áir, og síðani fáa
luttakararnir høvi at síggja
støðina, har Edvard Her
mansen fer at geiða frá tí
virksemi, sum einaferð var á
støðini.
Eftir
ein
matarsteðg
koma børn úr dagstovni á
vitj an. Turid Jacobsen fer
síðani at hava hugleiðingar
um hvussu ein fyrireikar
seg til pensiónistatilveruna,
og síðani fara nøkur fólk at
greiða frá hvussu umráðandi
tað er at fyrireika seg.
Seinnapartin verður eisini
útferð til Saksunar.
Tá ið døgurðin er farin
niður um, fer Knud Jacobsen,
kommunulækni, orðið, og so
er undirhald á skránni.
Fríggjamorgunin
vera
verk stovur um lívssøgur, ætt
ar gransking, føroysk klæðir,
myndabók og onnur evni
Seinnapartin
fer
Óløf
Briem frá apoteksverkinum
at tosa um heilivág. Somu
leiðis fara fólk frá Nær
verkinum at greiða frá um
ymisk tiltøk, og tað er eisini
útferð til Gjáar á skránni.
Eldradagarnir enda við
undirhaldi í Eydnuni, við
bæði harmoniku og føroysk
um dansi.
Lýst verður, hvussu verður
við tilmelding.
Virkin sum longst í Nesvík