Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Eg hugs­ aði ikki um at gerast toppskjútti Christian høgni JaCobsen, nsÍ Vit vóru kyniskir í dag, tí vit spældu av hund anum til Julian hansen, venJari hJá hb Tað fløvar mítt hjarta, at vit hava fingið føroya­ meistara­ heitið til Havnar heðin Mortensen, borgarstJóri Michel Platini, forseti í UEFA, stað­ festi á tíðindafundi í gjár, at UEFA ynskir at hjálpa smáu fótbólts­ tjóðunum. Tí veitir evropeiska fót bóltssambandið fíggjarligan stuðul til føroyskan fótbólt. Fót­ bólts sambandið fer í næsta ár at seta upp ljós mastrar kring Tórs vøll, og tað er millum annað orsakað av stuðlinum hjá UEFA. Inn an dura fótbóltshøllin skal eis­ ini fíggjast við stuðli frá UEFA. Christian Andreasen, forseti í før­ oyska Fótbóltssambandið, segði á tíðindafundi í FSF­húsinum í gjár, at tað er umráðandi fyri Føroyar, at Michel Platini, for­ seti í UEFA, tímir at vitja her. – Fótbóltssambandið ynskir, at sambandið við UEFA er so gott sum tilber, og ein slík vitjan er ein liður í at styrkja sambandið, segði Christian Andreasen. Platini fór úr aftur Føroyum í gjárs kvøldið. Hann handaði Fróða Benja minsen, liðskipara hjá HB, føroya meistara­ steypið í gjár. uni@sosialurin.fo hilmar Jan hansen Landskappingin 2010 endaði, sum hon so ofta hevur gjørt tað fyrr: HB er føroyameistari! Høvuðsstaðarfelagið eigur so at siga øll met í vunnum meistaraheitum hjá monnum, og sigurstraditiónirnar eru sera sterkar Í føroyskum fótbólti er tað óivað upp á sama máta, sum tað er í fótbólti aðrastaðni, at øll elska at hata tey størstu. Í so máta má Havnar Bóltfelag sigast at vera í einum ávísum hatursvanda, tí hóast tað tók felagnum 51 ár, áðrenn fyrsta meistaraheitið kom í hús, hevur tað stórt sæð ikki helmað í síðani. Leygardagin var tað meistaraheiti nummar 21, ið fingið varð til høldar, og tað í sjálvum sær sker út í papp, at HB er felagið, øll onnur mugu finna seg í at renna aftaná. Taka vit so eisini steypakappingina uppí, verður HB­dominansurin í føroyskum mansfótbólti uppaftur greiðari, tí har hevur HB ikki vunnið færri enn 26 ferðir. So tað kann vera, at onkur heldur, at HB er bara ov nógv av tí góða! At HB aftur endaði ovast hetta kappingarárið, hevur helst fleiri orsøkir. Men ein sterk orsøk er uttan iva, at HB hevði størstu og sterkastu breiddina, tí fór ein maður út, bar aloftast til at seta ein líka góðan inn. Tað hevur nógv at siga eitt langt kappingarár, sum hjá HB hevur fevnt um 29 dystir, líka frá Stórsteypadystinum í vár til seinasta landskappingardystin leygardagin. Hartil koma so teir báðir europeisku dystirnir í summar, so manningin hjá HB hevur verið ígjøgnum tilsamans 31 dystir, ið allir – á hvør sín hátt – mugu sigast at hava verið krevjandi. Og hóast tað hevur gingið bæði upp og niður á vegnum, so hevði HB enn eina ferð tað allarsíðsta, ið kravdist, tá tað veruliga ráddi um at vinna. Tað munaði so mikið væl, at gullið í ár endaði á sama stað, sum tað gjørdi í fjør. Leingi lá NSÍ sera væl fyri, men har var tað kanska júst breiddin, ið ikki strekti til. Tá onkur maður mátti sita uttanfyri ein dyst ella tveir, vóru ikki líka góðir spælarar at seta inn, og tí kom nógv at liggja á teimum somu ígjøgnum alt árið. Ímóti endanum var spælið slitið og rustað, og tí bar ikki allan vegin á mál hesa ferð. EB/Streymur gjørdi ein ordans vørr ímóti endanum, tá stóra breiddin har endiliga kom til sín rætt, men tað var bara ov seint. Har vóru tað nokk serliga teir nógvu javnleikirnir – ein í triðjahvørjum dysti – ið kostaðu so nógv, at EB/Streymur í ár »bara« bleiv steypavinnari. Samstundis sum vit ynskja HB tillukku við gullinum, EB/Streymi við silvurinum og NSÍ við bronsuni, takka vit AB og FC Suðuroy fyri hesa ferð. Tey bóru ikki boð í bý, men máttu taka til takkar við teimum báðum aftastu plássunum í Vodafonedeildini, sum komandi ár sigur vælafturkomin til 07 Vestur og KÍ, sum hava verið niðri í 1. deild og vent eitt kappingarár. Um framtíðina er torført at spáa, men tað skuldi verið løgið, fingu suðuroyarfeløgini ikki nú gongd á nakrar realitetssamráðingar, so øll oyggin kundi staðið saman um eitt lið. Oyggin eigur sjálvandi at vera við heilt har frammi, men tað krevur samstarv, tí tey mongu seinnu árini hava víst, at gongan har suðuri snøgt sagt ikki er nóg stór til at ganga í tveimum! Klumman: HB her, HB der… UEFA forsetin á vitjan »21. Føroya Meistaraheitið er veruleiki og hóast tað til tíðir sá sera ivasamt út, kunnu vit bara staðfesta at vit aftur eru har vit hoyra heima. Hjartaliga til lukku til liðið, venjarar, hjálparar og til okkum øll somul. SOLEIÐIS!!!!« • Heimasíðan hjá HB um føroyameistaraheitið 2010 »Neistamenn haltaðu aftaná mest sum allan dystin. Marian stóð frálíkt í StÍF málinum, og StÍF skjúttarnir høvdu góðan dag. Tað var ikki fyrr enn Ingi Olsen kom inn at stýra spælinum, at vend kom í.« • Heimasíðan hjá Neistanum aftaná dystin móti StÍF »Vit kunnu bara frøðast um, at Svangaskarð er Skansin, og hesi seinastu tvey árini hava vit bara tapt tveir heimadystir. So lítið er at ivast í, at tað smittar av tá Føroyska landsliðið leikar á Svangaskarði.« • Heimasíðan hjá B68 »Soleiðið kundu vit blivið við, men tað stutta av tí langa er, at tað gekk bara ikki. Vit mugu leggja hetta vónbrotið aftur um okkum og koma víðari.« • Heimasíðan hjá Víkingi um kappingarárið 2010 Miðlarnir skriva... Mynd: fsf.fo HB stóð seg væl ímóti hinum toppliðunum Í Sundalagnum hevur nógv verið tosað um teir níggju javnleikirnar, EB/Streymur hevur spælt í hesum árinum, og tann skaða hesir hava gjørt gullvónunum hjá sunda­ lags monnum. Men sundalagsmenn mugu samstundis stað­ festa, at í teimum seks dystunum teir spældu ímóti hinum toppliðunum, HB og NSÍ eydnaðist tað teimum bert at fáa 3 av 18 møguligum stigum. HB fekk 13 av 18 møguligum stig um ímóti EB/Streymi og NSÍ, meðan NSÍ fekk 8 stig av 18 møgu­ ligum ímóti HB og EB/Streymi. Úrslitini millum topp 3 liðini í ár: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . 2-1 NSÍ - HB . . . . . . . . . . . 2-0 HB - NSÍ . . . . . . . . . . . 3-2 EB/Str - HB . . . . . . . . . 0-1 HB - NSÍ . . . . . . . . . . . 5-2 EB/Str - HB . . . . . . . . . 1-1 NSÍ - EB/Str . . . . . . . . . 2-1 EB/Str - NSÍ . . . . . . . . . 1-1 NSÍ - EB/Str . . . . . . . . . 0-0 HB 6 d 12-8 . . . . 13 stig NSÍ 6 d 8-7 . . . . . .8 stig EB/S 6 d 5-10 . . . . .3 stig