Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Ítróttarblaðið Mørkøre venur nú Averøykameratene Kurt Mørkøre hevur fingið nýtt venjarastarv. Hann skal standa á odda fyri Averøykameratene, sum spælir í fjórðbestu deildini í Noregi, í 2011. Fyrrverandi landsliðsleikarin hevur seinastu tvey árini verið venjari hjá Elnesvågen. Hann gleðir seg til uppgávuna. Umstøðurnar eru betri og meira seriøsar her enn í Elnesvågen, so tað verður spennandi, sigur Kurt Mørkøre við heimasíðuna hjá Averøykameratene. Kurt Mørkøre hevur eisini verið venjari hjá KÍ og B36. Uni Holm Johannesen StÍF fekk einki mál seinastu 11 min­ uttirnar, og Neistin setti ferðina av álvara upp. Heimaliðið var annars við yvir­ lutan so at siga allatíð. StÍF hevði beina kós móti stigunum í hálv leik­ inum, tá munurin var fimm mál. Aftaná hvíldina hóttu gestirnir, og seinastu minuttirnar steðgaði full komiliga upp hjá heimaliðnum. StÍF var á odda 27­24, tá 11 min­ uttir restaðu í. Neistin vann 28­27. Leivur Justinussen og Marius Joensen skutu flest mál fyri StÍF. Teir fingu seks mál hvør. 41 ára gamli Ingi Olsen var aftur eyðsýndur hesaferð. Hann og Hanus Hanusarsson vóru toppskjúttar við seks málum. H71 vann H71 vann tvey kærkomin stig seinna partin, tá hoyvíkingar vitj­ aðu Kyndil í høllini á Hálsi. Úrslitið var 19­24. Tað var fyrstu løtuna aftaná steðgin, at lítið veiggj var í heima­ lið num. Kyndil var á odda 12­9 í hálv leikinum, men fingu ikki mál aftur, fyrr enn 13 minuttir vóru spældir av seinna hálvleikinum. Tá vóru gestirnir framman fyri trimum málum. Kyndil hótti ongan­ tíð leiðsluna. Hans Áki Dal­Christiansen, Kyndil, og Bogdan Florea, H71, vóru topp skjúttar við seks málum. Javnleikur í Vestmanna VÍF og KÍF býttu stigini millum sín, tá liðini hittust í Vestmanna seinna partin. Vestmenningar og koll firðingarnir togaðust so hvørt um leiðsluna, og tá avtornaði var úrslitið 25­25. Tað sá hinvegin einki út hjá gest­ unum úr Kollafirði, tá sjey minuttir restaðu í. Tá var heimaliðið á odda 24­21. Áki G. Olsen, VÍF, var toppskjútti við átta málum. Ási Dam skeyt flest mál fyri KÍF. Hann fekk sjey mál. uni@sosialurin.fo StÍF steðgaði fullkomiliga upp Hondbóltur Tríggir dystir vóru í bestu mansdeildini í gjár AtlAntIC-AIrWAYS dEIldIn: StÍF - Neistin 27-28 (18-13) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen 10 min.: 4-5 20 min.: 13-10 40 min.: 22-20 50 min.: 27-24 StÍF: Leivur Justinussen 6, Marius Joensen 6, Jóanes Prestá 5, Jørmund Joensen 4, Høgni Jensen 3, Jógvan Berg 3. Neistin: Ingi Olsen 6, Heini Hanusarson 6, David Edvardsen 5 (5), Finnur Hansson 5, Jón Ludvík 3, Rósing Rasmussen 2, Sjúrður Thomassen 1. Útvísingar: StÍF 6 – Neistin 5 VÍF - KÍF 25-25 (13-10) Dómarar: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr 10 min.: 2-2 20 min.: 7-7 40 min.: 17-16 50 min.: 22-20 VÍF: Áki G. Olsen 8 (1), Rúni Fossdal 4, Jákup Suni Andreasen 3, Magnus á Rógvi 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Andreas Eriksen 2, Jákup Andreas Joensen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1. KÍF: Ási Dam 7 (1), Andrias Nielsen 5, Regin Petersen 4, Teitur Joensen 4, Tony Weihe 2, Pætur Johannesen 1, Ingi Johannesen 1, Suni Johannesen 1. Útvísingar: VÍF 6 - KÍF 7 Kyndil - H71 19-24 (12-9) Dómarar: Sámal Paulason og Kári Hansen 10 min.: 4-3 20 min.: 8-6 40 min.: 12-15 50 min.: 15-20 Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6 (1), Høgni Klein-Olsen 4, Hans Arni B. Thomsen 3, Josef Abrahamsen 3, Bárður Johannesen 2, Rani Ellingsgaard 1. H71: Bogdan Florea 6, Esbern Patursson 5, Dánjal Tórgarð 4 (1), Bogi Davidsen 2, Ári J. Olsen 2, Poul Kjartan Dam 2, Tróndur Vatnhamar 2, Rógvi Sørensen 1. SunSEt-dEIldIn: Kyndil – Tjaldur 18-34 (8-17) Dómarar: Sámal Paulason og Kári Hansen 10 min.: 1-5 20 min.: 5-9 40 min.: 9-20 50 min.: 16-28 Kyndil: Heidi Maria Akselsen 7 (1), Randi S. Wardum 3, Guðrið G. Eystberg 2 (1), Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir 2, Turið Arge 1, Bjarta Johansen 1. Tjaldur: Adina Petra 10 (1), Annika Thomsen 7, Cornelia Rimbu 5, Simona Petersen 4, Jóhanna í Króki 4, Sarah Ann Thomsen 2, Benadikta Johannesen 1, Eyð Jacobsen Uni Holm Johannesen Tað var bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða, tá Kyndil og Tjaldur spældi í høllini á Hálsi seinnapartin. Gestirnir úr Runavík vunnu 34­17. Hálvleiksstøðan var 17­8 til Tjaldur. Tað skrædnaði millum liðini beinan vegin, og hóast heimaliðið royndi at stríðast sum frægast, so hótti Kyndil ongantíð leiðsluna. Heidi Maria Akselsen skeyt flest mál fyri heimaliðið. Hon fekk 8 mál. Adina Petrea, Tjaldur, var topp­ skjútti við 10 málum. Avgreiðsluspurningur í Havn Hondbóltur Tjaldur vann greitt í høllini á Hálsi móti Kyndli Bláu føroyameistararnir úr Neistanum, vundu burturúr strandingum Hoyvíkingar vunnu kærkomnan sigur á Kyndli Myndir: Álvur Haraldsen KÍF fekk eina stigi í Vestmanna