Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 20 Sosialurin Ítróttarblaðið 21-spæl í G Vodafonedeildin Havnarfeløgini líktust sær sjálvum, sum tey hava sæð út hetta kappingarárið. HB var ikki tað nógva at reypa av, men hevði tamarhald á, meðan B36 spældi nógv, men fekk einki burturúr. Tí kundi tað ikki enda við øðrum enn sigri og meistaraheiti til HB Hilmar Jan Hansen Tað var ikki meira enn so, at teir fimm eykaminuttirnir vóru farnir, tá fjøldin helt, at Petur Reinert hevði bríkslað av í Gundadali. Í øllum førum komu børn tysjandi inn á vøllin, men tá dómarin vísti, at hann var ikki heilt liðugur, fóru tey líka so skjótt tysjandi út aftur. Men so bríkslaði hann av, og brátt fyltist vøllurin av fólki. Í somu løtu var eisini tað greitt, sum onkuntíð hetta kappingarárið hevur verið væntað av øllum, onkuntíð ikki væntað av nøkrum – men í síðsta enda tað, tú næstan altíð kanst rokna við: At HB endar ovast, tá avtornar. Eftir ein dyst ímóti grannunum í B36, sum ikki fer í søgubøkurnar sum annað enn staðfestingin av 21. meistara heitinum hjá HB, vísti meistaraliðið eina dygd, ið veru liga er einum meistaraliðið verdur: At hava tamarhald á støð uni, sjálvt um mótstøðuliðið hevur bóltin og trýstið. Stigatalvan lýgur ongantíð, so hóast HB verri enn so altíð hevur fingið rós fyri síni avrik í teim um 27 umførunum, ið spæld eru, hevur eingin gjørt tað betri enn HB. Og júst eitt kappingarár, har annað lið hevur sitið tyngri á odda sessinum og uppaftur eitt annað til tað síðsta andaði HB í nakkan, vísti tann sterka sigurs­ traditiónin í Føroya nógv mest vinnandi felag seg at var hinum ov sterk – enn eina ferð! Vilji sást at byrja við HB byrjaði annars ársins síðsta lokalbrak í høvuðsstaðnum nógv bragd ligari, og í eina langa løtu var B36 trýst aftur á egna hálvu at verja og binda fyri. Tað gingu heldur ikki meira enn sjey min uttir, so hevði HB fingið løn fyri stríðið, eftir at B36 heldur óneyðugt gav eitt hornaspark. Andrew av Fløtum fór út til horna flaggið í høgru síðu at leggja sær bóltin til rættis. Síð ani sendi hann væl innfyri, so bólt­ urin dalaði mitt fyri málinum, har fyrst Milan Kuljic og síðani Þórður S. Hreiðarsson royndu at toyggja seg eftir bóltin, men uttan at røkka heilt upp. Aftan fyri teir stóð hin vegin Fróði Benjaminsen púra ódekkaður og skuldi bara seta fótin á, og so var 1­0. Leygardagin vóru tvey ár og tveir dagar, síðani HB síðst hevði vunnið á grannunum, og viljin til, at nú skuldi tað verða, sást í eina løtu eftir málið. Men longu eitt korter inn í dystin slepti HB onkursvegna sínum initiativið, og hóast tað eydnaðist at fáa eitt mál aftrat, sá HB í nógvar mátar út sum eitt lið, ið var við undirlutan tað allarmesta av dystinum. B36 tók seg longur og longur inn á HB­hálvuna og vísti stund­ um gott spæl. Men teir ítøkiligu málkjansirnir komu ikki kortini, so tí var B36 í nógvar mátar sær sjálvum líkt. Hóast síðstu dyst­ irnir hava verið góðir, sá tað út hjá B36, sum tað gjørdi í fleiri av dystunum, ið einki hava givið í ár. Har var bara roykur, men eingin grind. Tvey tøtt mál At HB so brádliga fimm minuttir fyri hálvleik fekk økt til 2­0, hevði einki við spælbýtið at gera, men tað er kanska eisini HB so líkt. Tá málini skulu koma, koma tey – óansæð, um tað er øgiliga uppi borið ella ikki. Og tað er so sann iliga ein dygd, ið ikki er at for smáa! Burtur úr einari av teimum hendinga ferðunum, HB royndi at søkja at, kom eitt fríspark nokk so uttarlaga, nakað úti í vinstru síðu. Talan mundi vera um einar 30 metrar úr B36­málinum, so tí væntaðu tey flestu helst, at bólt­ urin fór at verða skotin innfyri, so onkur av teimum høvuðsterku kundi sleppa at royna seg. Men Vagnur Mohr Mortensen, ið fekk kjansin at skjóta, ætlaði tað øðrvísi. Hann fekk sær gott renningarlop og smekkaði so til ímóti málinum, har Magnus Poulsen í B36­málinum nokk fekk fingrarnar á, so bólturin brast í stongina og útaftur í spælið. Har stakk Hendrik Rubeksen seg HB 2 B36 1 HB liðskiparin eigur sannuliga sín part av FM heitinum hjá havnarfelagnum. Fróði Benjaminsen skoraði til 1-0 móti B36 Myndir: Jens Kristian Vang FeGin Formaður – Tað verður bara betri og betri, nú tað annað árið á rað eydnaðist at vinna meistaraheitið. At vit nú hava 21 meistaraheiti, er fantastiskt, so hetta er enn ein stórur dagur, segði ovurfegni formaðurin í Pf. Havnar Fótbóltur, Jan Otto S. Holm, tá avgerandi dysturin ímóti B36 var liðugur. – Tíbetur løgdu vit væl út og komu á odda 2-0. Hóast B36 stóran part av fyrra hálvleiki sat nokk so tungt á tí, haldi eg, at verjan hjá okkum stóð ómetaliga væl. Hetta var ein javnur dystur, men vit megnaðu sjálvir at avgera tað. -hil Fm Fyri Fimtu Ferð – Kenslan er líka góð hvørja ferð, og kanska er tað serliga gott hesa ferð, tí vit vinna tað á síðsta degi. Hetta er øgiliga stórt fyri meg, segði gamli málrevurin, Andrew av Fløtum, sum leygardagin vann sítt fimta føroyameistaraheiti við HB. Og hann vísir ikki aftur, at hann saktans kundi hugsað sær at vunnið meira: – Eg vil royna at hjálpa HB víðari eisini, um eg kann vera við til tað. Felagið vil altíð vinna, og eg vil gjarna vera við, so leingi sum eg klári tað. Spurdur, hvør fremsta orsøkin er til, at HB er best av øllum, nú kappingin í Vodafonedeildini er liðug, er hann skjótur at vísa á ein av viðspælarunum, samstundis sum hann eisini vísir á aðrar styrkir hjá liðnum. – Ja, at vit eru ovastir, er Fróði Benjaminsen avgjørt ein av orsøkunum til. Men annars haldi eg, at liðið hevur verið konsentrerað í teimum týdningarmestu løtunum. Nógvar løtur hava kanska heldur ikki verið so góðar, men hóast vit hava tapt onkrar býttar dystir, so hava vit klárað at verið har, tá tað stóð á. -hil