Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Ítróttarblaðið undadali brád liga upp, og við einum kon­ trolleraðum sparki sendi hann bóltin í málið, so nú var 2­0. Tríggjar minuttir seinni fekk HB enn eitt fríspark, ið hesa ferð var ein metur framman fyri mið­ kringin, og enn eina ferð slapp Vagnur at royna seg. Hann høgdi til ímóti málinum, og Magnus Poulsen fekk í fyrsta umfari boksað bóltin av vandaleið, áðr­ enn hann var skotin innfyri av nýggjum. Tá eydnaðist Símuni Joensen at tveita seg fram at skalla bóltin út úr B36­brots teig­ inum. Og so gekk tað annars skjótt fyri seg hin vegin. Bárður Olsen fór avstað við bóltinum og spældi hann beinanvegin út til Hjalgrím Elttør, sum var staddur úti í vinstru síðu á egnari hálvu. Hann tók til beins og rak allan vegin fram til HB­baklinjuna, áðr­ enn hann bleiv taklaður. Bólt urin endaði fyri fótunum á Christiani Restorff Mouritsen, ið frá fimm­ metrinum var ísakaldur og við vinstra beini høgdi til upp undir nettakið. So var 2­1. Hendingarleyst Eftir hálvleikssteðgin var lítið veiggj í HB, sum mestsum einki megn aði fram eftir vøllinum. Í stað in yvirtók B36 so at siga alt spælið. Bólturin varð spældur væl fram ímóti brotsteiginum hjá HB, men so rendi B36 seg í ein sterkan verju múr hvørja einastu ferð, so ikki slapst longur. Hóast spælið hjá B36 sum so sá fínt út og í løtum var stuttligt at hyggja at, bar tað ongan veg, tí hugflogið hvarv, tá tað ráddi um at finna avgerandi sendingarnar, ið kundu skræða HB­verjuna sund ur. Serliga Vagnur og Doddi í miðverjuni stóðu stinnir, men eis ini bakkarnir báðir, Levi og Hendrik, fingu bundið væl fyri, samstundis sum miðjan hjálpti væl til í royndunum at forða fyri, at B36 skuldi koma ov nær. Onkra hendinga roynd hevði B36 útifrá, men tað gjørd ist ongantíð ordiliga vanda mikið, og tað sama var við tilvildar ligum bóltum, ið endaðu inni í HB­brots­ teiginum. Størsta møguleikan hevði Jónas Þór Næs, tá hann eftir hornaspark royndi seg við ein um krampaskoti, ið bara fór senti metrar uttan fyri stongina hjá HB. Í veruleikanum var sigurin ongantíð í vanda hjá HB, tí liðið hevði – hóast vantandi spæl fyri tað nógva av tíðini – fult tamar­ hald á tí, sum fór fram á tí part­ inum av vøllinum, har tað kundi ger ast vandamikið. Og var ikki nógvur klassi yvir tí, HB royndi seg við frameftir, var í øll um før­ um serklassi yvir verju spæl inum henda seinasta dystin! Tí kundi tað næstan heldur ikki enda við øðrum enn ein um HB­sigri og enn einum meistara­ heiti til høvuðs staðarfelagið, ið nú er farið at ganga ímóti teim­ um 30… Eingin ivi er um, at meira býr í sterka hópinum hjá HB, enn liðið vísti í ár, so helst mugu hini finna seg í, at fremsta málið aftur í næsta ár verður at koppa meistaraliðnum, sum í ár hevur víst eina mentala styrki, einki annað lið hevði. Tí er meistara­ heitið eisini so ruddiliga uppi­ borið! hilmarjan@sosialurin.fo Hendrik Rubeksen (12), hevur júst sent returbólt í málið til 2-0, og teir reyð/svørtu á FM-kós Myndir: Jens Kristian Vang mál! Trúði upp á Tað Tá HB eftir eitt fríspark fimm minuttir fyri hálvleik legði seg á odda 2-0, hóast B36 í einar 20 minuttir hevði havt bóltin mest og roynt at trýst, gav tað málskjúttanum gott mót til restina av dystinum. – Eg fekk fatur í bóltinum, tá hann kom út frá aftur, og fekk sett hann í netið. Og tá vit tá komu upp á 2-0, trúði eg av álvara uppá, at vit fóru at vinna dystin. Eisini, hóast teir beinanvegin skoraðu til 2-1, segði Hendrik Rubeksen, ið var komin fram av vinstra bakki, tá Vagnur Mohr Mortensen skuldi skjóta fríspark. At tað loysti seg at fara fram, staðfesti Hendrik, tá hann leitað framaftur gamla framherjatevið og trygt sendi bóltin í málið. Hóast útgangsstøði aftarlaga á vøllinum, var tað eisini hann, sum nakað inn í seinna hálvleik hevði tað einasta, ið minti um ein veruligan HB- kjans í restini av dystinum. -hil sálarliGa klárir – Kenslan er øgiliga góð, líka góð sum í fjør. Tað stóð avgjørt eitt sindur á í seinna hálvleiki, men trýstið var ikki so stórt. Vit løgdu okkum automatiskt aftur at verja støðuna, og eg haldi, at vit vóru sálarliga klárir til tað, segði 20 ára gamli argjamaðurin hjá HB, Rógvi Poulsen, sum er ein av trimum spælarum á meistaraliðnum, ið hevur spælt við í øllum dystunum í ár, og við átta málum er hann næstbesti málskjúttin hjá HB í landskappingini. -hil SMS 3. hálvleik: »21-spæl verður í HB-húsinum í kvøld« »Hjartaliga tillukku við heitinum, sum tit fingu forerandi frá tí betra liðnum í dag«