Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Valdi rætt Tá Símun Samuelsen í februar í ár skrivaði undir trý ára sáttmála við HB, kundi hann av góðum grundum ikki vita, hvat framtíð hansara í nýggja felagnum hevði at bjóða honum. Men leygardagin var vágbingurin fegin um, at tað var júst HB, ið hevði fingið hansara undirskrift, tá hann vendi heimaftur til føroyskan fótbólt eftir trý ár í íslendska Keflavík. – Eg hoyrdi onkrastaðni, at skuldi eg vinna nakað, so skuldi eg fara til HB, og tað gav úrslit. Tá tú stendur sum meistari og hyggur aftureftir, kanst tú ikki vera annað enn nøgdur, flenti Símun Samuelsen, eftir at hava fingið gullmedaljuna um hálsin. – Eg haldi, at vit hava havt eitt gott lið við 16 góðum spælarum, og kapping hevur verið um plássini. Tað síggi sum eina góða grund til, at vit eru ovastir, nú alt er liðugt. -hil Glaður VeGna HaVnina Ein av teimum mongu, ið fegnaðust í Gundadali leygardagin, tá HB vann føroyameistaraheitið, var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. – Tað fløvar mítt hjarta, at vit hava fingið føroyameistaraheitið til Havnar. Hóast hetta var ein lokaluppgerð, so man tað gleða allar borgarar, at vit fingu meistaraheitið til Havnar, segði hann. – Og hóast eg kanska havi eitt B36-hjarta, so bankar tað báðar vegir. Og tað bankar allarmest fyri Havnini. Dysturin kundi farið báðar vegir, men avgerðin skuldi takast, og tá hon fall til fyrimuns fyri HB, eri eg sjálvandi glaður vegna Havnina. -hil Vit vóru kyniskir fótbóltur HB-venjarin viðurkendi, at HB ikki spældi væl, men vísti sínar dygdir við at vinna kortini. Sjálvur kundi Julian Hansen ynskt at hildið fram sum venjari hjá HB, men enn er einki avgjørt Hilmar Jan Hansen Aðru ferð, Julian Hansen tók um endan sum venjari hjá HB, eydn­ aðist tað. Í 2005 var HB eisini við til tað síðsta, men ta ferðina vunnu grannarnir 2­1 og struku avstað við meistaraheitinum. Hesa ferð vann HB 2­1 og fekk meistaraheitið, so nú komu tingini líkasum upp á pláss hjá venjaranum, ið hevði minni enn hálvanannan mánað at fáa sett ting ini upp á pláss hjá HB. – Vit vóru kyniskir í dag, tí vit spældu av hundanum til. Teir vóru nógv betri enn vit, men vit vunnu allíkavæl, so vit fingu víst, at vit eru ringir at vinna ímóti, segði Julian, sum saman við Halli Danielsen hev ur havt venjaraábyrgdina av Voda foneliðnum hjá HB síðani 13. sep tember – dagin eftir, at HB á heima vølli hevði tapt 1­4 fyri FC Suðuroy. – Á pappírinum vóru tað teir truplastu dystirnir, sum vóru eftir, tá vit tóku við, so eg eri sera fegin um, at vit standa sum meistarar. Vit eru mentalt sterkari og vit hava teir vinnararnar, sum skulu til, tí tá avgerðirnar skulu fella í dystunum, eru teir klárir. Verið fokuseraðir Gullvenjarin hjá HB ásannaði, at spælið leygardagin slett ikki livdi upp til tað, sum ætlanin var, men samstundis var hann nøgdur við av rikið á vøllinum, ið vísti, hvør dug ur er í monnunum, tá mest stendur á. – Vit hava frá byrjan roynt at fingið liðið at gjørt fleiri skjótar flytingar, men tað sóu vit slett ikki í dag. B36 spældi, sum vit vildu spæla, tí teir fluttu seg øgiliga væl. Í dag sóu vit tað yvirhøvur ikki, men hava sæð brot av tí í onkrum av hin um dystunum, segði Julian. – Men vit hava eina óhugnaliga sterka verju, sum vit sóu í dag. Sjálvt um vit vóru niðurspældir fram til tann síðsta triðingin, so komu teir ikki ordiliga ígjøgnum tann síðsta partin. Hallur og eg hava eisini arbeitt við at fáa menninar at fokusera, so menn hugsa um næsta dystin, og tað hevur so riggað hesar seks dystirnar, vit hava havt liðið. Vil halda fram Upprunaliga var ætlanin, at Julian Hansen skuldi koma heim at taka sær av ungdómsfótbóltinum hjá HB, men sum støðan bleiv, endaði hann altso sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Nú er so spurn ingurin, hvat fer at henda víðari, tí talan var bara um eina av­ loysaraloysn, eftir at HB hevði sagt Kristján Guðmundsson og Jóannes Jakobsen úr starvi. – Tá tú spyrt meg, so vóni eg, at eg eri venjari hjá HB næsta ár, og tað fáa vit vónandi upp á pláss skjótt. Eg vil hetta øgiliga gjarna, tí tað er einki arbeiði, sum er betri, enn at vera venjari hjá HB, sigur Julian, ið tó ásannar, at hann ikki hevur øll pappírini, ið krevjast til uppgávuna, so helst má hann hava eitt undantaksloyvi upp á pláss. – Eg mangli A­prógvið, men tað vóni eg, at eg fái tikið næsta ár, og annars haldi eg, at í mun til í 2005, so havi eg fingið nógv fleiri royndir. Hóast eg var lutfalsliga stutt í FC Amager, so lærdi eg eina rúgvu ta tíðina, so eg eri nógv betur fyri nú, enn eg var ta ferðina, eg seinast stóð á odda fyri HB. hilmarjan@sosialurin.fo Fróði gull verdur fótbóltur Skal peikast á ein spælara sum tann, ið hevur mest at sagt fyri meistaraliðið hjá HB, slepst illa undan at peika á Fróða Benjaminsen, ið gongur undan og hálar restina av liðnum við sær. Einki av hinum liðunum hevur tann spælaran í eins stóran mun Hilmar Jan Hansen Fyri tað um fótbóltur er ein lið ítróttur, so skerst ikki burt­ ur, at einstakir spælarar ofta koma at standa sterkari í mynd­ ini enn aðrir. Ein av hesum spælarum er 32 ára gamli mið­ vallarin hjá HB, Fróði Benja­ minsen, sum leygardagin var tann seinasti upp til UEFA­for­ setan, Michel Platini, tí hann bæði skuldi hava gullmedalju um hálsin og taka ímóti føroya­ meistarasteypinum. Fróði, sum fekk sín fótbólts­ uppvøkstur í B68, men annars hevur roynt seg eitt skifti í Íslandi og annars var í trý ár í B36, kom til HB undan kapp­ ingar árinum 2008, og leygar­ dagin vann hann annað árið á rað føroyameistaraheitið saman við liðfeløgunum. – Tað, at vit í dag standa sum føroyameistarar, merkir, at vit nú fáa løn fyri eitt ár, har tað ikki altíð hevur koyrt so væl, men har vit hava arbeitt hart. Vit hava teir spælararnar, sum klára seg best undir ymiskum for treytum, so sum skaðum og karantenum, og tað gjørdi helst munin í síðsta enda, staðfesti HB­liðformaðurin sjálvur, tá hann kom niður aftur frá Platini – og forrestin eisini niður av herð unum á Jógvani Páll Lassen, ið vildi bera liðformannin í gull­ stóli eina løtu. – Hini liðini hava sanniliga eisini verið góð. Men NSÍ kiksaði, tá karantenurnar komu, og EB/ Streymur kom bara ov seint í gongd, hóast teir hava eitt øgiliga gott lið og kanska tann breiðasta hópin. Avgerandi mál Eingin ivi er um, at skal peikast á ein spælara sum tann, ið hevur mest at sagt fyri meistaraliðið hjá HB, slepst illa undan at peika á júst Fróða, tí hann gongur undan í mestsum hvørjum ein­ asta dysti og hálar restina av lið­ num við sær. Munurin á HB og hinum lið­ unum, ið hava ligið framvið og dyrgt eftir meistaraheitinum, er at einki av teimum hevur ein spælara, sum í eins stóran mun kann vera íblástur fyri restina av liðnum, umframt at hann kann vera avgerandi munurin, tá veruliga stendur á. Hann skoraði fyrsta málið hetta kappingarárið í Stór steypa­ dystinum mitt í mars mánaði, tá HB vann 2­1 á Víkingi, og síðani eru málini komin sløðandi frá honum gjøgnum kappingarárið, har tað næstan hevur verið reglan, at skorar Fróði Benja min­ sen í einum dysti, tapir HB ikki. Einasta undantakið alt kapp­ inga rárið var dysturin ímóti B71 ólavsøkuaftan Leygardagin var tað eisini eitt mál frá Fróða, ið setti HB á sigurs kós, og tað var hansara trett anda hetta kappingarárið, so ikki kann sigast annað, enn at raski miðvallarin eisini í mál­ skjótingini hevur verið tann stóri undan gongumaðurin á HB­ lið num hetta kappingarárið. – Jú, hetta hevur verið eitt gott ár, men tað kann altíð verða betri. Eg eri fegin um, at eg fekk 13 mál í ár, men eg hevði altso ætlað mær 15, so tað manglaðu tvey í, skemt aði hann brosandi, tá hann við gull medaljuni um hálsin og før oyameistarasteypinum í hondini var komin niðuraftur frá Platini. Tað skal vera løgið, um hann ikki longu man vera stór favo­ rittur, tá ársins spælari í næstum skal veljast… we are the champions! Fegnir HB leikarar og venjari við FM-steypinum Myndir: Jens Kristian Vang