Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Silvur í landskappingini, og gull í steypakappingini. Tað er úrtøkan hjá EB/Streymi í kappingarárinum 2010. Heðin Askham, venjari, er nøgdur. – Alt í alt, so eri eg nøgdur. Eg hevði sjálvsagt vónað, at vit fingu gull ið í dag, men vit kunnu ikki dúva upp á B36, sigur Heðin Askham. EB/Streymur hevur ongan tíð havt beina kós móti gullheiðurs­ merkj unum í ár. Sundalagsmenn hava bara hótt ovastu liðini. Heðin Askham segði aftaná lands kappingardystirnar móti NSÍ í august, at liðið fór ikki at vinna meistara heitið. Tað eru millum stigini, sum sunda lagsmenn iðra seg um. – Sum heild, hava vit spælt ov nógvar javnleikir. Vit hava spælt níggju javnleikir og tapt fýra í hes um kappingarárinum. Um vit høvdu tapt fimm og vunnið fýra av teimum, so høvdu vit verið meist­ arar í dag, sigur Heðin Askham og sipar eisini til javnleikin móti HB á heimavølli í farna mánaða. Hava spælt væl Tað er serliga í seinnu kappingar­ hálvu, at EB/Streymur hevur staðið seg væl. Liðini tapti ikki í seinastu 13 dystunum. Men eisini spælið hevur riggað væl. – Vit hava spælt undirhaldandi fótbólt og vunnið fleiri dystir. Vit løgdu ov illa frá landi, og mistu fóta festið. Teinurin upp til ovastu liðini varð langur beinanveg. Vit reistu okkum í smáum, og eg eri væl nøgdur við úrslitini og spælið sein astu umførini, sigur Heðin Askham. Vunnu greitt EB/Streymur vann uppiborið móti B68. Úrslitið var 3­1. Toftamenn byrjaðu væl, og Jóhan Petur Poulsen legði gestirnar á odda longu í fyrsta minuttinum. Tað var stórur fyrimunur hjá heima liðnum, at Eli Simosen, B68, var rættvíst útvístur í fyrra hálv­ leiki. Miðvallarin feldi fyrst Pætur Dam Jacobsen, sum noyddist út við skaða, og síðan var hann ov seinur, tá hann takklaði Daniel Udsen. Sorin Anghel, Gudmund Nielsen og Arnbjørn T. Hansen stóðu fyri málunum hjá EB/Streymi. Jóhan Dávur Højgaard, B68, var eisini vístur av vølli í seinna hálv­ leiki. Hann fekk tvey gul kort. Seinastu stóru løtuna hevði heima liðið tískil lætt spæl. Askham er nøgdur Vodafonedeildin EB/Streymur var til reiðar at taka av møguleikanum, um B36 vann á HB. Tað eydnaðist ikki, men Heðin Askham, venjari, er nøgdur við kappingarárið, hóast tað EB/Streymur 3 B68 1 Toftamenn løgdu seg á odda longu í fyrsta minuttinum, men Arnbjørn T. Hansen, ið gjørdist toppskjútti saman við Christian Høgna Jacobsen, í Vodafonedeildini í ár, og EB/Streymur vunnu tó trygt at enda. Men tað rakk ikki longur enn til silvurmerkini Mynd: Álvur Haraldsen toppskjútti silVur EB/Streyma leikararnir mugu takað til takkar við silvurmerkini Mynd: Álvur Haraldsen