mánadagur 25. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Tað vóru tvey lið við tveimum heilt
ymiskum fyritreytum, sum fóru
á vøllin úti í Vika á Argjum. AB
hevði longu mist tað sum missast
kundu, og hevði bara æruna at
spæla fyri, men sigast má, at hesa
æruna bardist unga argjaliðið fyri.
FC Suðuroy hevði alt at missa, og
vóru teir fjálturstungnir gjøgnum
allan dystin.
Stóra álvarsemið at kunna missa
rættin at spæla í vodafonedeildini
komandi ár, og at vita sær, at
Suðuroy einki umboð hevur í tí
fremstu fótbóltsdeildini vísti seg
at gerast alt ov møtimikið hjá tí
suðuroyar-liðnum, og tá dysturin
var liðugur var málið hjá Tróndi
Sigurðsson ikki bara tað sum skilti
AB og FC Suðuroy, men tað var
eisini tað sum gjørdist bjargingin
hjá B71, og banin hjá FC Suðuroy.
Fingu ikki tað eina stigið
Tepra 1-0 tapið á Argjum ber við
sær, at FC Suðuroy saman við AB
flytir niður úr bestu deildini. Einki
felag í Suðuroy verður sostatt um-
boðað í fremstu fótbóltsdeildini í
2011. FC Suðuroy spælararnir vóru
merkiliga tamir størsta partin av
dystinum.
At B71 tapti heili 1-9 í Runavík
bar við sær, at suður oy ingarnir
høvdu møguleika sjálvir at av gera
sína lagnu. Treytin var, at teir í
minsta lagið megn aðu eitt stig á
Argjum, men hendan setn ingin
greiddu teir ikki.
Síðstu løt una hevði FC Suðuroy
nógv fólk frammi á vøllinum, og
teir vóru onkra ferðina tætt við,
men tað eydnaðist ikki at fáa
bóltin í AB-netið, og tá ið Ransin
Djur huus hevði bríkslað fyri síðstu
ferð, tveittu vónbrotnu FC Suðuroy
spæl ar arnir seg á vøllin, og ergraðu
seg gular og bláar (B71-litirnir).
Gjørdi ein »gamlan Totti«
Tað var í 67. Minutti, at FC Suðuroy
fekk banasárið. Dómarin, Ransin
Djurhuus peikaði á ellivu metra
blettin, eftir at vongverjin hjá AB,
Yohan Borðoy, varð feldur í brots-
teiginum. Tróndur Sigurðsson var
ísa kaldur, tá ið hann royndi seg av
brotssparksblettinum.
Spurdur um hann hugsaði um
týdningin av málinum hann skeyt,
svarar Tróndur Sigurðsson, at tað
gjørdi hann ikki tá, tí tað var meir
enn ein hálvur hálvleikur eftir av
dystinum. – Vit høvdu brúk fyri
sigrinum, nú vit fara í vetrarfrí, og
tí hevði tað ein moralskan týdning,
at vit vunnu hendan dystin, sigur
Tróndur Sigurðsson.
Tá AB so hevði fingið leiðsluna,
og tíðin fór undan hjá FC Suðuroy
gjørdist Tróndur so líðandi meir
og meir bevístur um týdningin av
málinum hann hevði skotið.
Um brotssparkið sigur Tróndur:
– Eg gjørdi ein »gamlan Totti«,
har eg tjippaði bóltin í netið. Og nú
vænti eg mær also at fáa eini 3-4
krov úr Sandoynni, sigur Tróndur
Sigurðsson við einum skálkabrosi,
nú hann gjørdist partur av søguni
hjá bæði B71 og FC Suðuroy.
heris@sosialurin.fo
Tróndur sendi FC Suðuroy niður
Vodafonedeildin Tróndur Sigurðsson var
ísakaldur tá hann skoraði einasta málið í dystinum.
Málið gjørdist banin hjá suðuroyingum
FC Suðuroy fekk bara
eitt stig móti AB
Høvuðsorsøkin til, at FC Suðuroy flutti niður í næstbestu deildina, er
í stórum mun teir tríggir dystirnir, sum FC Suðuroy spældi móti AB.
Suðuroyingarnir fingu bara eitt stig móti AB í ár. Tað stigið fekk FC
Suðuroy í heimadystinum á Eiðinum í Vági í 18. umfari, tá liðini spældu
málríkan javneliki. Liðini skiftust um at leggja seg á odda, men tá tað
var liðugt stóð á jøvnum 3-3. Úti í Vika á Argjum trivust suðuroyingar
illa, tí teir fingu hvørki mál ella stig. AB hevði syndarliga lítið at gleðast
um í 2010, men í báðum heimadystunum móti FC Suðuroy eydnaðist
tað AB at vinna 1-0. Í 9. umfari var tað Téhe Aristide, sum var bøðilin,
og í gjár var tað Tróndur Sigurðsson, sum skeyt sigursmálið. Tað kann
B71 stórfegnast um. Tá FC Suðuroy skal eftirmeta kappingarárið eiga
dystirnir móti AB at verða fyrsta punktið á skránni.
AB
1
FC Suðuroy
0
SMS 3. hálvleik:
»Tróndur Sigurðsson fær seks veðurlomb frá B71«
»Suðuroyingar, suðuroyingar, missið ikki mótið!«
»Suðuroyingar, heim um fjørðin sum av torvheiðum.
Døgurðabuffétin umborð á Smyrli er skuffukøka og gravøl«
Ikki løgið at suðringar iðra seg. Á pappírinum høvdu teir meir enn
yvirkomuliga uppgávu at bjarga sær sætið í bestu deildini, men dumpaðu
so eftir trykkiliga. AB tók nemmuliga FC Suðuroy niður við sær í 1. deild, og
komandi ár verður aftur einki umboð úr Suðuroynni í Vodafonedeildini