Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Randi Jacobsen Alt ljóðaði væl, tá ið Jan Allan Müller og onnur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsens í Danmark. Tryggingarfelagið Føroyar hevði álit á fyritøkuni. – Endamálið hjá okk­ um er eisini at stuðla upp undir føroskar fyri­ tøkur, og vit mettu at trollemmarnir vóru ein tann besta uppfinningin, sum nakrantíð er gjørd. Tí settu vit pen ing í felagið, sigur Gunn ar í Liða, stjóri í Trygg­ ingarfelagnum. Men ilt er at tryggja seg móti óreglusemi, sigur hann. Tryggingarfelagið keypti seg gjøgnum eitt annað felag inn í fyri­ tøkuna og hevur síðan havt umboð í nevndini. Gunnar í Liða veit ikki nágreiniliga, hvussu nógvan pening Trygg­ ingarfelagð hevur mist, men talan er um fleiri milliónir krónur. Hann heldur hetta vera eitt sera óheppið mál. Nevndin hevur ill­ gruna um, at fyritøkan fór av knóranum vegna óreglusemi. – Vit og leiðslan í Dan mark meldaðu mál i ð til politiið, tí vit høvdu sterkan illgruna um óreglusemi. Vit vilja hava alt kannað, og er óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar. Hvør steinur skal vend­ ast, sigur Gunnar í Liða. Politiið í Horsens váttar fyri Sosialinum, at málið er meldað, men vil annars ikki upplýsa nærri um málið . Sosialurin hevur roynt at fingið eina við­ merking frá Jan Allani Müller, men tað hevur ikki eydnast. Injetor Trawl­ doors farið á húsagang Tryggingarfelagið Føroyar hevur mist nakrar milliónir krónur, nú fyritøkan Injektor Trawldoors hjá Jan Allani Müller og øðrum er farin av knóranum. Eftir situr ein long røð av kreditorum Randi Jacobsen Eitt hendiligt óhapp. Soleiðis umrøður Álv­ ur Højgaard, reiðari a fraktskipinum Hav frakt, sum tíðliga sunnu morgunin sendi á eitt sker í Norðurnoregi. Skipið hevur í fleiri ár siglt har á leiðini, men tað var myrkt, og teir sigldu innanskers. Havfrakt hevði verið í Íslandi eftir fiskamjøli, og tveir triðingar av lastini vóru komnir í land. Umborð eru um 500 tons av fiskamjøli, sigur Álvur Højgaard. Eingin vandi er fyri um­ hvørvisskaða av skip inum, og teir fimm menninir, um framvegis eru umborð, hava tað gott. Tað er tí eingin ólukka, um skipið stend ur í nakrar dagar. Nú royna reiðaríið og myndugleikarnir at finna ein máta at fáa fiska mjølið úr skipinum aftur, áðrenn skipið verð ur togað leyst. Har er grunt, so farið verður helst við flak um eftir mjøl in um. Álvur Høj gaard sig ur, at havna myndug leik arnir eru bangnir fyri, at hol skal koma á skipið, tá ið tað verður hálað leyst. Álvur Høgaard heldur ikki, at vandin fyri tí er so stórur, tí tað er ein hella, skipið stendur á. NH Frakt & Sand í Runa­ vík eigur Havfrakt, sum varð smíðað í 1979. Havfrakt stendur enn Farmaskipið Havfrakt, sum tíðliga sunnumorgunin rendi á eitt sker í Norðurnoregi, stendur framvegis. Reiðarin vónar, at tað fer at bera til á flóððini seinnapartin í morgin at toga skipið leyst aftur Randi Jacobsen Verandi bussar hjá Buss leið­ ini í Havn eru fleiri slitnir og gamlir, og nakrir skulu skiftast út. Í sambandi við, at sam­ ráðst verður um nýggjan buss sáttmála, skulu nýggir bussar keypast. Umboð fyri teir, sum koyra, fyri umsitingina hjá kommununu og forkvinnan í teknisku nevnd hava júst verið í Danmark og kannað og royndarkoyrt nýggjar bussar av slagnum Sor. Hesin bussurin verður framleiddur í Tjekkia og er øll undirgrindin frá Volvo. Bussarnir av SOR­merk ­ in um hava typu góð kenn­ ing í bæði ES og hjá danska Ferðslustýrinum og hava hægstu umhvørvis góð­ kenn ing. Umboðini eru væl nøgd við bussarnar og eru samd um, at framman­ undankunningin samsvarar við royndirnar, tey nú hava gjørt við hesum bussum. Tað var 2. september, at býráðið samtykti at fara undir samráðingar við Gund urs Bussar, eftir at arbeiðið hevði verið boðið út, fyrst í undangóðkenning, har tríggir tilboðsveitarar vórðu góðkendir. Út frá eini heildarmeting mælti tekn iska umsiting at fara undir samráðingar við Gund urs bussar og hesum tók tekniska nevnd undir við, síðani fíggjarnevnd og býráðið. Tann nýggi sáttmálin fer at fevna um allar leiðirnar, umframt býarleiðirnar 1,2 og 3, so verða bygdirnar Kaldbak, Kollafjørður, Velbastað og Kirkjubøur eisini knýttar uppí bussleiðina. Sambært fyribils tíðarætlan, sum gjørd er, verður miðað eftir, at teir nýggju bussarnir eru at síggja á gøtunum í vár. Samráðingarnar um nýggjan bussáttmála halda fram, og í tí sambandi hava umboð fyri samráðingarpartarnar verið uttanlands at kanna og royndarkoyra bussarnar Hava roynt nýggjar bussar til Buss leiðina