mánadagur 25. oktober 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað er nú í minsta lagi hálvt
annað ár síðani at privata
trygdarmiðstøðin,
NAVIT,
kærdi
almennu
Trygd ar
mið støð ina í Klaks vík fyri
at halda trygdar skeið fyri
dump ingar prísir, men hóast
Trygdar mið støðin
síðani
hevur hækk að sínar prísir,
bíðar Kapp ingar ráðið fram
veg is eftir skjal prógvum fyri
ásetta prísin.
Og tað hóvar stjóranum á
NAVIT, Lassa Borðoy, illa.
– Tað er undarligt, at prís
urin hjá Trygdar mið støðini
skuldi enda á okkara prísi
upp á oyra. Nú kosta teirra
skeið 4.500,00 krónur, ið er
júst tað sama, sum skeiðið
kostar hjá okkum, sigur Lassi
Borðoy.
Stjórin á NAVIT vísir á, at
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík
hevur fingið 25 milliónir
til íløgur bara í ár, og at
stovn urin fær 2,7 milliónir í
rakstrar stuðli.
– Í Havn eru vit tveir
mans, ið reka NAVIT og halda
trygd arskeiðini, í Klaksvík
eru teir seks mans, so tað
sigur seg sjálvt, at skeiðini
í Klaksvík ikki verða hildin
fyri kostprís, sigur Lassi
Borðoy.
Hann sigur, at Trygdar
mið støðin í Klaksvík upp
runa liga skuldi hækka prísin
1. august 2009, men at hetta
var útsett til 1. januar 2010.
Kortini skjuldi tað verða so,
at tey, ið høvdu meldað seg til
skeið undan hesum, skuldu
fáa tað til gamla prísin.
– Tað merkti so, at prísurin
hjá
Trygdarmiðstøðini
í
Klaks vík ikki varð hækkaður
fyrr enn í mars í ár, sigur
Lassi Borðoy.
Krevur skjalprógv
Kappingarráðið hevur nú
sent Fiskimálaráðnum skriv
har kravt verður, at skjal
prógv verða Kappingar ráð
num í hendi í seinasta lagi
8. november, annars verð ur
vikulig sekt áløgd Fiski mála
ráðnum.
Skrivið er soljóðandi:
»Kappingarráðið
hevur
sent Fiskimálaráðnum skriv
um vikuliga sekt fyri ikki at
veita nøktandi skjalprógv
sambært avgerð frá 19. mai
2009. Kappingarráðið hevur
á fundi tann 7. oktober 2010
tikið avgerð um at senda
Fiskimálaráðnum eina áhei t
an um at útflýggja Kapp ingar
eftirlitinum skjalprógv fyri,
at prísurin á trygdarskeiðum
dekkar allan beinleiðis og
óbein leiðis
kostnað.
Fær
Kappingareftirlitið ikki hesi
skjøl innan ásettu freistina,
verður vikulig sekt áløgd
Fiski málaráðnum.
Málið snýr seg í stutt
um um, at alment fíggjaða
Trygdarmiðstøðin í Klaks
vík hevði ein kostnað fyri
trygdarskeið, ið Kapp ing
ar ráð ið metti vera langt
undir fram leiðslu kostn að in
fyri hesi tænastu. Trygdar
mið støðin var í kapping við
privatan veitara, ið hevði
klagað málið til Kapp ingar
eftirlitið.
Í viðgerðini av málinum
veitti Fiskimálaráðið til søgn
um at fáa hækkað prís in so at
samsvar var við fram leiðslu
kostnaðin.
Trygdarømið
støð in
hækkaði
hareftir
prís in
á
trygdar skeiðum,
men Fiski mála ráðið hevur
enn ikki skjal prógv að fyri
Kapp ingar eftir litinum,
at
nýggi prísurin dekkar allan
bein leiðis
og
óbein leiðis
kostn aðin fyri at veita hesa
tænastu. Kapp ingar eftir lit
ið hevur fleiri ferðir til fá
nýtis biðið Fiskimálaráðið
um áður nevndu skjalprógv.
Tað er sera álvarsligt, at
eitt aðalráð ikki tekur við
avgerðum Kappingarráðsins
og kann ikki góðtakast. Tí
hevur Kappingarráðið av
gjørt at kunna Løgmann um
málið.
Kappingarráðið hevur av
gjørt, at um Fiskimálaráðið
ikki innan 8. november 2010
hevur útflýggjað áðurnevndu
skjalprógv, verður vikulig
sekt áløgd fyrstu ferð tann
11. november og síðan hvørja
eftirfylgjandi viku«.
Lítla vón
Lassi Borðoy hevur tó lítla
vón um at nakað fer at henda
í málinum.
–
Politikararnir
hava
víst, at teir vilja hava ein al
mennan stovn at standa fyri
trygdarskeiðunum, og eg eri
bangin fyri, at einki fer at
henda í málinum. Teir fara
at gera eitt ella annað fyri at
fáa Kappingarráðið at tiga,
men tað verður so alt, sigur
Lassi Borðoy.
Hann sigur, at tá rakstrar
stuðulin er innroknaður, eig
ur eitt skeið á Trygdar mið
støðini í Klaksvík at kosta
millum 15.000 og 25.000
krón ur, og tað er langt frá
teim um 4.500 krónunum,
sum kostnaðurin er.
– Nú bíða vit so eftir at
fáa hesi skjølini á borðið sum
vísa, hvat eitt trygdarskeið í
Klaksvík kostar, men eg havi
lítlar vónir um, at tað fer at
broyta nakað, sigur Lassi
Borðoy, stjóri á NAVIT.
Har hendir
einki
Stjórin á NAVIT, Lassi Borðoy, væntar ikki at tað stóra hendir, sjálvt
um Kappingarráðið hevur álagt Fiskimálaráðnum at koma við
skjalprógvum um, hvat eitt skeið á Trygdarmiðstøðini kostar
Leo Poulsen
Tá Jacob Vestergaard
hoyrdi tíðindini í út
varp inum í morgun, var
tað nýtt fyri honum, at
Kapp ingarráðið
hevði
sett krøv ini so skarpt
upp.
– Vit hava verið í ein
um samskifti við Kapp
ingarráðið um hetta, og
tað skal eingin ivi vera
um, at Kappingarráðið
skal fáa tey skjøl, ið teir
vilja hava, sigur Jacob
Vestergaard.
Hann sigur, at tá
Kapp ingarráðið
vil
áseta prísin til kostprís,
so gongur hann út frá,
at tað er hetta, ið Trygd
armiðstøðin í Klaksv ík
hevur gjørt.
– Tá vit fingu boð
um at áseta prísin til
kostprís, hækkaði gjaldið
upp á 4.500 krónur, og
eg rokni bara við, at
tað er tað, ið skeiðið so
í veruleikanum kostar,
sigur Jacob Vestergaard.
At skeiðið í Klaks vík
er endað á nágreini liga
sama prísi, sum NAVIT
tekur fyri síni skeið,
hevur fiski mála ráð harr
in onga viðmerking til.
– Sum eg sigi, so má
eg ganga út frá, at hesin
prísurin er tað, ið skeiðið
veruliga kostar, sigur
Jacob Vestergaard.
Hann
undirstrikar
tó, at hann persónliga
vil syrgja fyri, at Kapp
ingarráðið fær neyðugu
skjølini innan ásettu
freist ina, sum er 8. no
vember.
– Sjálvsagt skal Kapp
ingar ráðið fáa teir upp
lýs ingar, sum teir vilja
hava, sigur Jacob Vester
gaard.
Kappingar
ráðið fær
skjølini
– Eg skal syrgja fyri, at Kapp
ingarráðið fær tey skjøl, ið teir
vilja hava. Tað skal eingin ivi
vera um, sigur Jacob Vester
gaard, fiskimálaráðharri
Jacob Vestergaard skal syrgja fyri, at at
Kappingarráðið fær tey skjøl, teir vilja hav
Lassi Borðoy, stjóri í NAVIT, væntar ikki, at tað stóra fer at henda, sjálvt um
Kappingarráðið nú hevur sent Fiskimálaráðnum skriv um vikuliga sekt, eru
skjalprógv ikki Kappingarráðnum í hendi í seinasta lagi 8. november