Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Ítróttarblaðið Talvmeistarin Sir Alex Ferguson Premier League Fríggjadagin skrivaði Wayne Rooney undir ein nýggjan fimm ára sáttmála við Manchester United, men tað var ikki uttan eitt væl spælt talv, har bæði Glazer familjan, Manchester United viðhaldsfólkin, Wayne Rooney og umboðsmaðurin hjá honum blivu settir í skák Tróndur Arge Manchester Ein telefon samrøða við Glazer fam iljuna, góð ráð frá Sir Alex Ferguson, óð Manchester United við haldsfólk og eina tvífalda lønar­ hækkan skuldu til, áðrenn Wayne Rooney eftir eina hend ingarríka viku skrivaði undir ein nýggjan fimm ára sáttmála. Tað er Sir Alex Ferguson sum vit kenna hann best. Fyrsta trekkið kom týsdagin og tað kom sum ein spann av køldum vatni fyri Manchester United við­ haldsfólk. Sir Alex skilur ikki Rooney Um vikuskifið fyri eini viku síðan eru bløðini á tremur við søgum um, at Wayne Rooney ikki er sinnaður at leingja sáttmálan við Manchester United. Sáttmálin gongur út um 18 mánaðar. Týsdagin hevur Manchester United tíðindafund og hóast fundurin skuldi havt snú seg um dystin dagin eftir ímóti Bursaspor, so er bara eitt mál á skránni – Wayne Rooney. Í yvir seks minuttir tosaði ein kensluborðin Sir Alex um at Rooney ikki vildi halda fram og at hann einki skilti av støðutakanini hjá Rooney. Sir Alex letur tó hurðina standa á glop. Eina løtu sá Sir Alex út sum ein kongur, ið hevði mist tamarhaldi á sínum kongaríki. Í yvir tjúgu ár hevði Sir Alex bart alla mótstøðu niður, men hevði hann nú tapt? Carlos Tevez, Cristiano Ronaldo og nú Wayne Rooney? Wayne Rooney váttar at hann fer Mikudagin staðfestur Wayne Rooney, at hann ikki heldur fram í Man chester United. Vantandi ambitiónur hjá felagnum er høvðus orsøkin sigur hann. Hann sigur seg hava tosa við leiðsluna í Man chester United og teir hava ikki fortalt honum tað, ið hann vil hoyra. Hann avvísur heldur ikki at fara til arvafíggindarnir og grann­ arnar Manchester City. Hann er ikki á Old Trafford, tá Manchester United í Champions League vinnur 1­0 á Bursaspor. Nøkur viðhaldsfólk hava gjørt skeltir, har tey vísa sína ónøgd við Rooney. Tað kemur eisini fram, at Rooney kann fara fyri so lítið sum 50 milliónir krónur orsaka av Webster dóminum. Meginparturin av viðhalds fólk­ unum eru ørg inn á Rooney og fleiri í fótbóltsheiminum úttala seg um søguna og flestu siga seg ikki skilja Wayne Rooney. Millum teir eru Blackpool venjarin, Ian Holloway, fyrrverandi Manchester United liðskiparnir Roy Keane og Steve Bruce, sum í dag eru venjarar hjá ávíka vist Ipswich og Sunderland. Allir venjararnir hjá stóru fel­ øgunum í Evropa verða spurdir, um teir ætla sær Wayne Rooney. José Mourinho sigur alt fyri eitt, at hann væntar at Rooney verður verandi. Um ikki, so kann hann líka ringja, sigur venjarin hjá Real Madrid og fer at flenna. »Far til City og tú ert deyður« Hósdagin veksur trýsti á Wayne Rooney og tað er einki at ivast í, at fólki velur Sir Alex fram um Wayne Rooney. Um kvøldið eru óðir Manchester United viðhaldsmenn møttir upp uttanfyri húsini hjá Wayne Rooney. Teir eru íklæddir so, at ongin kann kennast við teir og støðan sær ikki lítið ræðandi út. Rooney ringir eftir løgregluni. Á eini Nike lýsing í Manchester, har Wayne Rooney er á, stendur; »Far til City og tú ert deyður«! Rooney hevur ein fund við leiðsluna hjá Manchester United, men niður­ støðan frá fundinum kemur ikki alment fram. Rooney skrivar undir Stutt eftir klokkan tólv fríggjadagin kemur so staðfestingin, Wayne Rooney hevur skrivað undir nýggjan fimm ára sáttmála. Lønin er tvífalda og hann hevur fingið vissu frá Glazer familjuni, at felagið framvegis hevur stórar ambitiónir. Í samrøðu við sjónvarpsstøðina hjá Manchester United, MUTV, sigur Wayne Rooney orsaka fyri støðuna, sum felagið er komið í. Hann er fegin um at hava skrivað undir nýggjan sáttmála og sigur at tað er á Old Trafford hann hoyrir heima. Sir Alex Ferguson sigur eisini við MUTV, at hann er fegin um at Rooney er komin til tað niðurstøðu, at Manchester United er besta stað­ ið hjá honum at verða. Sir Alex er vinnarin Niðurstøðan eftir alt hetta er, at størsti vinnarin í hesum talv­ spælinum var 68­ára gamli venjarin úr Skotlandi. Hann visti akkurát hvussu hann skuldi gera fyri at leggja trýst á Wayne Rooney og samstundis hava øll Manchester United viðhaldsfólkini á síni síðu. Hann legði samstundis eitt óbein­ leiðis trýst á Glazer familjuna. Hann hevur eisini fingið staðfest, at ongin er størri enn Sir Alex í Man chester United. Wayne Rooney hevur fingið eina stóra lønarhækkan, men bæði hann og umboðsmaðurin hjá honum eru komnir í ringt orð. Tað skal nógv til áðrenn Wayne Rooney verður líka væl dámdur, sum hann var áðrenn. Glazer familjan, ið eigur og rekur Manchester United hava verið fyri ákoyringum, tí viðhaldsfólk eru bangin fyri at teir tøma felagið fyri pengar. Nú hevur Sir Alex eisini fingið staðfest frá teimum, at teir ikki ætla at hála fíggjarliga grundar lagið undan Manchester United. Sir Alex Ferguson kann nú aftur leggja til brots í Premeir League, har 19. meistaraheiti skal vinn ast. Kongurin hevur ikki mist tamarhaldið á kongaríkinum! trondur@sosialurin.fo Sir Alex Ferguson hevur við hesum staðfest, at eingin er størri í Manchester United enn skotin sjálvur Mynd: Polfoto