mánadagur 25. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tá Vejle vitjaði í Roskilde í dag vóru
stívliga 1300 áskoðarar og fylgdu
slagnum. Vejle er nummar tvey í
deildini og FC Roskilde var undan
dagsins dysti nummar fimm.
Við øðrum orðum var talan
um eitt lítið oddabrak, og tað er
tað fyrsta av sínum slagi, síðani
FC Roskilde spældi seg upp í
næstbestu deildini fyri tveimum
árum síðani.
FC Roskilde, sum var ósigra í
átta dystir, hevði Atla Danielsen á
vøllinum í 89. Minuttir. Beint fyri
leiklok varð klaksvíkingurin skiftur
út, eftir at hava røkt vanliga leiklut
sín sum sentralur miðvallarleikari.
Seinast FC Roskilde tapti var
tann 20. September, altso stívliga
tveir mánaðir síðani. Hetta hevur
havt við sær, at teir hava otað seg
Haldor Holm Cup varð hildin í
Klaksvík um vikuskiftið. Fremstu
billardspælararnir
í
landinum
dystaðust í kappingini, sum er
fyri einstaklingar. Vinnari av
kappingini gjørdist Kristian Suni
Høgnesen. Hann fekk 1768 eygu
(22,1 í miðal). Nummar 2 gjørdist
Hallur Joensen, sum fekk 1584 eygu
(19,8 í miðal). Og nummar 3 varð
Sonnhard Johannesen, sum fekk
1450 eygu (18,1 í miðal).
Hilmar Jan Hansen
Leygardagin vann NSÍ størsta
sigur in hetta kappingarárið, men
lít ið man vera at ivast í, at tey í
Runa vík heldur vildu ynskt, at
okkurt av teimum níggju málunum
ímóti B71 var komið í onkrum av
hin um dystunum í síðtuni. Í øllum
før u m kostaði tað dýrt hjá NSÍ, at
liðið bara fekk 10 stig í teimum síðs
tu 10 dystunum!
Eftir eina byrjan í botninum, tók
NSÍ seg fram við einari fan tast isk
ar i sigursrøð upp á níggju sigrar á
rað, umframt at liðið ikki tapti í 15
dyst um, men fekk 39 stig í einari
rekk ju. Frá 12. til 23. umfar var NSÍ,
sum koppaði HB av oddasessinum,
á odda heili 11 umfør á rað – og so
aft ur so seint sum eftir 24. umfar.
Kortini bar ikki á mál, tí HB
raknaði við, samstundis sum eisini
EB/Streymur smeyg sær framum, tá
tey avgerandi tøkini skuldu takast.
Annars nokk so undrunarvert,
at EB/Streymur ongantíð hetta
kappingarárið lá sum nummar eitt
á stigatalvuni. Hevði tað eydnast
at sloppið fram um HB í evstu løtu,
hevði tað verið fyrstu og einasti
ferð hetta kappingarárið, at EB/
Streymur hevur verið á odda.
Men tað eydnaðist ikki, so
í staðin gjørdist HB meistari.
Oddastøðan var líkasum í tveimum,
tí fyrst var HB á odda fimm ferðir
millum sætta og ellivta umfar, tá ÍF
ta einu ferðina slapp sær framum,
men beinanvegin misti oddasessin
aftur. Seinna umfarið hjá HB var so
frá 23. umfari og út, burtur sæð frá
24. umfari, tá NSÍ lænti oddasessin
tað eina umfarið.
B68 var annars fyrsta oddaliðið
í ár, og tað stóðst av nógv bestu
málúrtøkuni eftir fyrsta umfari,
tá toftamenn vunnu 50 á B71,
meðan eingin av hinum sigrunum
var størri enn tvey mál. Men
longu í øðrum umfari yvirtók B36
oddasessin og sat á honum fýra
tey næstu umførini – fyri síðani
ikki at koma í nánd av honum
aftur. Ikki sørt av einum »déjà vu«,
samanborið við í fjør…
hilmarjan@sosialurin.fo
Fimm ymisk
oddalið
vodafonedeildin Hóast NSÍ var á odda heili 12 av teimum 27 umførunum – enntá
so seint sum eftir 24. umfar – bar tað ikki á mál. EB/Streymur, sum ímóti endanum
tók seg fram við stórum stigum, var ongantíð á odda hetta kappingarárið
Kristian
Suni vann
billardkapping
1335 fólk sóu
Atla tapa