mánadagur 25. oktober 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Undanfarnu fimm dystirnir var
Silkeborg farið ósigrað av vøllinum,
men tá meistarnir vitjaðu, høvdu
Holst og hinir ongan kjans.
FCK, sum í farnu viku spældi
móti FC Barcelona á Camp Nou,
vann uttan stórvegis hóvasták við
mál um frá Santin, Vingaard og
Bolanos. Tað var tó um reppið, at
Silke borg tók øll og alt á bóli eftir
bara fimm minuttum, men væl
leikandi Wiland stórbjargaði nasku
royndini frá Flinta.
Christian
Lamhauge
Holst
byrjaði í vinstra borði, men eftir
65. minuttum varð føroyski lands
liðsleikarin avloystur.
Silkeborg hevur 14 stig eftir 13
dystum – júst sum Esbjerg, ið hevur
verri málúrtøku – og er bara eitt
stig omanfyri Randers og tvey stig
omanfyri AaB, sum eru tey bæði
niðastu liðini.
FCK er greitt oddalið og hevur
14 stig fleiri FC Midtjylland, ið er
nummar tvey.
Hilmar Jan Hansen
»At
kenna
sína
vitjunartíð…«
Hetta er uttan iva eitt rættiliga
slit ið orðafelli í fótbóltshøpi, men
sjáldan man tað hava verið so við
kom andi, sum nú kappingin í Voda
fonedeildini endaði leygardagin. FC
Suðuroy hevur andað B71 í nakkan
í fleiri mánaðir, men tá møgu leikin
endiliga var har, megnaði suður
oyarliðið einki, og tí noyðist FC
Suðuroy niður í 1. deild saman við
AB.
Yvirlivilsið var annars serverað
á silvurfatið, tá B71 fekk ársins
størsta avsmurning í Runavík, og
fyri hvør málið, ið fór inn, gjørdist
skrift in
á
vegginum
uppaftur
sjónsk ari: Ein javnleikur var ríkiligt
hjá FC Suðuroy fyri at yvirliva. Men
suðuroyingarnir kendu altso ikki
sína vitjunartíð og megnaðu ikki
at taka av, tá mest var brúk fyri tí,
og tí eru teir ikki longur við í »fína
selskapinum«.
AB, sum hevði eitt fantastiskt
kapp ingarár í fjør, megnaði á ong
an hátt at liva upp til tað í ár, og
nú alt er liðugt og talt upp, var AB
undir niðurflytingarstrikuni 25 av
teimum 27 umførunum. Og tá argja
menn á heimavølli taptu fyri B71
fyri góðum mánaði síðani, vendist
ikki aftur.
Fyrstu ferð, FC Suðuroy kom
undir strikuna, var eftir tíggjunda
umfar, sum var síðst í mai mánaði.
Men eftir tað megnaði liðið ongan
tíð at fáa høvdið uppundan aftur,
og hóast suðuroyingarnir onkuntíð
hava skift um pláss við AB – men
framvegis undir strikuni – endaði
kappingin, sum hon hevur sæð út
síðstu 18 umførini.
B71 var líka til tað síðsta í niður
flytingarvanda, men var bara undir
strikuni í sjey av teimum fyrstu
níggju umførunum. Tá fyrsti trið
ingurin var av, gjørdi B71 ein vørr
við sigri á B68 og AB, umframt
javnleiki ímóti B36, og eftir tað
megn aðu sandoyingarnir at halda
sær flótandi til tað síðsta.
Merkisvert er annars, at liðið,
sum mest hevur verið á odda í
ár, NSÍ, heili trý umfør lá undir
niðurflytingarstrikuni, og tað var,
tá tað gekk so illa tey fyrstu fýra
um førini, ið bara góvu eitt stig.
Men eisini EB/Streymur, sum ímóti
endanum var líka við at stinga av
við gullinum, var eina ferð undir
strik uni, eftir at liðið bara fekk
fimm stig burtur úr fyrstu seks
um førunum.
hilmarjar@sosialurin.fo
Sami botnur
allan vegin
Vodafonedeildin Hóast B71 hevur verið í niðurflytingarvanda tað mesta av árinum, hevur liðið bara
sjey umfør verið undir niðurflytingarstrikuni, har AB og FC Suðuroy lógu øll tey 18 síðstu umførini
Meistararnir søktu
Silkeborg og Holst
Superligaen Christian Lamhauge Holst
spældi ein góðan tíma, tá Silkeborg í
dag mátti lúta fyri FCK á heimavølli
Christian Lamhauge Holst,
Silkeborg