mánadagur 25. oktober 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
30
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
– Lívið kann skjótt gerast rættiliga
fátækt. Tak hetta vikuskiftið til
dømis. Leygarmorgunin klokkan
níggju møta vit og tólv tímar seinni
eri eg við hús aftur, uttan at hava
spælt yvirhøvur. Vit spældu útidyst
og tá koyra vit ofta eini fýra ella
fimm tímar. Heima aftur, át eg ein
skjótan bita og fór í song.
Í dag fór eg út og keypti nøkur
bløð og hæddarpunktið var, tá
Man chester United spældi. Annars
var einki á skránni.
Atli Gregersen, yrkisleikari í
Ross County í næstbestu skotsku
fótbóltsdeildini og miðverji á før
oyska landsliðnum, eigur orðini
omanfyri.
Í summar fekk hann, sum 28
ára gamal, møguleikan at royna
lívið sum fulltíðaryrkisleikari. Ein
møguleiki, hann ikki vildi lata fara
framvið borðinum, og ein møguleiki,
hann er fegin fyri at hava troytt,
hóast hetta lívið mangan er bæði
einfalt og einsligt.
Ætlaði ikki at fara
– Tað var beint eftir, at kapp ing ar
árið 2009 var av, at umboðsmaðurin
mín, Hans Jacob á Líknargøtu, segði
við meg, at eg átti at fari til Skot
lands at roynt meg í eina viku. Eg
var ikki heilt við upp á tað, men
fór at enda. Venjingin gekk fínasta
slag, tað søgdu teir eisini har og eg
skuldi frætta aftur, men eg hugsaði
ikki meira um tað. Eitt hálvt ár
seinni, tá eg var við landsliðnum í
Luksemburg, hoyri eg so aftur frá
teimum. Teir høvdu sæð onkrar
landsdystir hjá mær og høvdu eisini
fólk á staðnum í Luksemburg.
Sjálvur varð eg sáttmálabundin
at Víkingi, men teir vóru so lagaligir
og lótu meg fara uttan nakað. Og
sáttmálin við Ross County varð
avgreiddur eftir tveimum døgum,
greiðir Atli Gregersen frá.
Á heimliga frontinum var tað
ikki heilt so einfalt. Atli vildi fegin
royna møguleikan, men ikki fyri ein
og hvønn prís.
– Eg havi bæði damu og ein son,
og tey vildi eg hava við mær. Men
at skula rykkja alt upp soleiðis,
vóru vit ikki sinnað til. So tá eg fór
til songar hetta kvøldið, vit tosaðu
um tað, hevði eg avrátt ikki at fara
til Skotlands. Komin til arbeiðis
dagin eftir, ringir daman og sigur,
at hon helt, at eg skuldi fara avstað.
Hon tímdi í øllum førum ikki at
hoyra upp á meg um tíggju ár, tá
eg grenjaði um mista møguleikan,
greiðir Atli Gregersen flennandi
frá.
Reint
fíggjarliga
hevði
Atli
Gregersen eisini nøkur krøv, sum
Ross County skuldi liva upp til,
áðrenn hann setti nakra undirskrift
á nakran sáttmála.
– Lat meg siga tað soleiðis, at eg
fekk pengar fyri at spæla fótbólt
við Víkingi, umframt at eg hevði
eitt fulltíðarstarv aftrat. Sáttmálin
við Ross County skuldi ikki vera
minni enn tað, eg vann á henda
hátt – gjarna nakað betri, er svarið
frá Atla Gregersen, tá hann verður
spurdur um lønina, hann fær.
Einastandandi byrjan
Atli Gregersen og Ross County
samd ust um sáttmálan, og í júni
mánaði skifti miðverjin á føroyska
landsliðnum Víking út við Ross
County.
– Eg hevði sjálvandi mínar for
dómar um Skotland, at tað skuldi
vera egg, bacon og pubbir, og so ikki
so nógv aftrat. Síðani havi eg funnið
út av, at tað er Skotland eisini, men
fyrst og fremst er Skotland eitt
heilt fantastiskt land við ótrúliga
nógvum møguleikum. Fólk eru
eisini óvanliga blíð, og frætta tey, at
tú ert úr Føroyum, so ert tú næstan
ein hetja í teirra eygum, fortelur
Atli Gregersen.
Hetja ella ikki. Í øllum førum
kundi Atli Gregersen valla ynskt
sær betri byrjan upp á lívið sum
yrkisleikari.
– Tað gekk einastandandi væl
undir venjing. Eg haldi ikki, at eg
havi spælt betri enn tað sama, og eg
var við í øllum venjingardystunum.
Tá kappingin byrjaði segði venjarin,
at hann helt, at eg tóktist troyttur
og tí byrjaði eg á beinkinum fyrsta
dystin. Síðani eri eg at kalla ikki
sloppin upp í part, sigur Atli Greg
er sen.
Í roynd og veru hevur hann bara
verið við í einum dysti. Hetta var, tá
hann varð skiftur inn í 89. minnuti
í landskappingardysti fyri einum
góðum mánaði síðani.
– Eg eri vanur við at hava ein
stóran og sentralan leiklut á
teimum liðum, eg spæli á. Tað havi
eg als ikki her, og tað havi eg eisini
trupult við at góðtaka. Tí spyrji
eg eisini venjaran, har eg fái eina
nýggja frágreiðing hvørja ferð, stað
festir Atli Gregersen turrisliga.
Venja minst tveir tímar
Hann er tó fullgreiður um, at ein
asti mátin at vinna sær sæti á lið
num, er við at lata føturnar tala.
Tað roynir hann at gera hvønn dag
undir venjing, meðan hann roynir
at hvíla og koma seg, tá teir hava
frí.
– Ein vanligan gerandisdag fari
eg upp um hálvgumáttatíðina. Tað
tekur tíggju minuttir at koyra til
venjing, og vit venja klokkan 11. So
eg havi tíð at lesa bløðini, drekka
the og eisini styrkivenja áðrenn
sjálva fótbóltsvenjiingina.
– Venjingarnar hjá okkum eru
ongantíð undir tveir tímar, men
liggja sum oftast út í móti hálvum
triðja tíma. Aftaná eta vit frokost.
Í dag er mánadagur, tað merkir, at
vit venja tvær ferðir og tað gera vit
eisini týsdag. Mikudag hava vit frí,
meðan vit hava eina venjing hósdag
og eina fríggjadag.
Fyri mong ljóðar hetta kanska
av nógvum, men ikki hjá Atla Greg
ersen, sum bara hevur fótbóltin at
ganga upp í Skotlandi.
– Nei, har er nógv frítíð. Eg
havi jú onga familju her, so eg
venji mest møguligt. Ofta geri eg
skotvenjingar, eftir at hinir eru
givnir, umframt at eg styrkivenji
aftrat vanligu fótbóltsvenjingini.
Men hóast mongu tímarnar á
venjingarvøllinum, umframt sjálv
valdu eykatímarnar á bæði vølli
og í venjingarhølum, kann talið
av minuttum av veruligari dystar
venjing hjá Atla Gregersen teljast á
einari hond.
Saknar familjuna
øgiliga nógv
Tað er kortini ikki tað, sum nívir
væl vaksna gøtumannin mest.
– Tað er øgiliga strævið, ikki at
hava familjuna rundan um teg. Eg
havi eina damu og ein son heima í
Føroyum, og næsta barnið er ávegis,
men eg eri í Skotlandi. Hvørjaferð
eg tosi heim, kennist tað sum eg
fái ein knív í hjartað, so svárur er
saknurin.
Vinmenn og annað, tað kanst
tú altíð tosa við í telefon, men tá tú
ikki hevur tíni egnu børn at tær, so
er tað ótrúliga hart. Hann spældi
altíð bólt, áðrenn eg fór avstað,
men at hoyra mín egna son siga nú,
at hann ikki tímir at spæla fótbólt
longur og tú veitst, at tað er tín
skyld, tað er ómetaliga hart, greiðir
Atli Gregersen hugtungur frá.
– Tá er tað, at eg hugsi við
mær sjálvum, um eg ikki átti at
fari heimaftur til Føroya, og hesir
tankar hjálpa mær ikki vøllinum,
leggur Atli Gregersen aftrat.
Hann hevur lært, at skalt tú gera
ævintýr sum tað, hann er í gongd
við í Skotlandi, skulu dama og børn
við. Samstundis er tað eisini ein
ásannan av, at tað er rættast at fara
avstað sum ungur leikari, tá tú ikki
hevur bundið teg og ikki hevur
nakrar bindingar annars. Men tað
krevur sín mann at fara avstað.
– Sum 28 ára gamal er tað lættari
hjá mær at takkla mótgang. Eg havi
eisini eitt sindur av lívsroyndum,
umframt at eg havi lætt at tosa við
fólk. Hinvegin, fert tú avstað sum
ein smæðin føroyingur, so kann
tað verða trupult, um tú fert longur
enn til eitt nú Frem.
– Men fært tú møguleikan at
fara avstað sum 17 ára gamal, so ger
sjálvandi tað, sigur Atli Gregersen,
sum er fegin fyri tann møguleikan,
hann hevur fingið í Skotlandi.
Møguleikin, Atli Gregersen tók av,
innibar eisini, at hann segði farvæl
við heimligu fótbóltskappingina.
Men tað er ikki nakað, gøtumaðurin
saknar sum so.
– Sjálvandi sakni eg adrenalin
kickið, eg fekk hvønn sunnudag.
Í staðin kann eg fylgja við á Por
talinum, á Dimmu og um veg is
Út varpið. Men føroyska lands
kapp ingin er framvegis har, tá eg
komi aftur til Føroya, uggar Atli
Gregersen seg við. Hinvegin argar
tað hann, at hann ikki spælir meira
enn tað sama.
– Sum 28 ára gamal er tað nú,
at eg skal toppa. Tí eri eg rættiliga
beiskur um, at eg ikki spæli meira.
Tó eri eg fegin um, at eg ikki tapti
kappingina um altjóða luttøku við
Víkingi um vikuskiftið, samstundis
sum eg kundi iðra meg um, at eg
ikki valdi av tilboðnum í Skotlandi,
sigur Atli Gregersen og prikar eitt
sindur til gomlu liðfelagarnar
heima í Føroyum.
Trupult at samanbera
við annað
Atli Gregersen hevur annars fingið
sína fótbóltsuppaling í Danmark,
har hann eisini náddi at umboða
bæði Randers, Lyngby, Skjold og
Frem, áðrenn hann flutti endaliga
heim til Gøtu. Atli Gregersen dugir
tó illa at samanbera næstbestu
Í landsdystum tekur Atli Gregersen fegin dystin upp við bæði Anelka og Lafferty, uttan at gera sær fyri skommum
á nakran hátt, men í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini sleppur hann ikki upp í part. Sosialurin hevur tosað
við gøtumannin í Ross County, sum greiðir frá tilveruni sum yrkisleikari. Eitt lív við mongum skuggasíðum
Beiski veru lei
yrkisleikara
Atli Gregersen
15. juni 1982
Felag: Ross County
Fyrrverandi feløg:
Víkingur (GÍ), Frem,
Skjold, Lyngby og
Randers.
Landsdystir: 13
Fakta