mánadagur 25. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
Sosialurin
Ítróttarblaðið
donsku deildina, bestu føroysku
deildina, landsdystirnar og so næst
bestu skotsku deildini.
– Eg kann bara siga, at tað er
so ófatiliga ymiskt. Venjingin her
er á nógv hægri støði, enn eg havi
sæð aðrastaðni, men tað sæst ikki
aftur undir dysti. Hinvegin kann eg
dekka Anelka uttan at vera hildin
fyri skommum á nakran hátt, men
venjarin metir meg kortini ikki vera
nóg góðan til næstbestu skotsku
deildina í løtuni. Hvussu tað hongur
saman, skilji eg ikki. Mínir liðfelagar
hava eisini sæð landsdystin móti
Norður Írlandi, sum varð vístur
á Sky. Teir søgdu við meg, at tað
kláraði eg væl og spurdu so, hví
eg ikki spældi meira við teimum.
Eg dekkaði jú Lafferty, sum spælir
við Rangers í bestu deildini. Tað
gekk fínt og tað havi eg eisini gjørt
venjaran varugan við, sum sigur, at
mín tíð nokk skal koma, greiðir Atli
Gregersen frá.
Gøtumaðurin
hevur
kortini
ongan hug, at gera seg betri enn
sínar liðfelagar.
– Hevði eg verið nógv betri enn
allir mínir liðfelagar í Ross County,
so hevði eg sjálvandi spælt, sigur
hann.
– Men øgiliga ofta er tað ein
spurningur um álit, og tað havi eg
ikki frá venjaranum í løtuni.
Hóast vantandi álit og dystar
venjingin, so hevur Atli Gregersen
á ongan hátt mist hugin til fótbólt.
– Eg havi tað best í Skotlandi, tá
vit venja. Minst tveir tímar við bólti,
tað er sum at vera smádrongur
aftur. Og so veit eg eisini, at eg havi
ment meg. Eg orki væl betri, dugi
betri at avlevera og so framvegis.
Uttanfyri vøllin læri eg eisini eina
rúgvu um eina fremmanda mentan
og øðrvísi mál. Eg læri eisini nakað
um, hvat eg vil vera við til og hvat
eg ikki vil vera við til. Og so havi
eg eisini lært, at eg kanska ikki eri
heilt so góður, sum eg helt, sigur
Atli Gregersen úr Skotlandi.
rolant@sosialurin.fo
kin hjá einum
– Eg eri vanur við at hava ein stóran og sentralan leiklut á teimum liðum, eg spæli á. Tað havi eg als ikki her, og tað havi eg eisini trupult við at góðtaka, sigur Atli Gregersen
Mynd: Álvur Haraldsen
torført