Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 32 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Gløgt er gestsins eyga, sigur gamalt føroyskt orðafelli. Í samrøðu, írsk­ ir fjølmiðlar hava gjørt við lands­ liðsvenjaran í fótbólti, Brian Kerr, verða fleiri áhugaverd evni við­ gjørd, sum annars ikki eru tikin upp í Føroyum. Í drúgvari samrøðu við Irish Times greiðir Brian Kerr millum annað frá trupulleikunum, hann fekk, tá Gunnar Nielsen gjørdist skaddur. – Tá Gunnar Nielsen fór aftur til Manchester at fáa viðgerð, noyddist eg at spyrja Jákup Mikkelsen, um hann kundi finna handskarnar framm aftur. Hann er 40 ára gamal, men spælir framvegis í heimligu deildini og er ein av fýra føroyskum málverjum í bestu deildini, sum telur tíggju lið. Seks av tíggju málverjum eru útlendingar, og eingin teirra er framúrskarandi á nakran hátt. Hetta ger tað truplari hjá ungum føroyskum málverjum at sleppa framat, og tað ger ikki mína uppgávu lættari, vísir Brian Kerr á. Í somu samrøðu við Irish Tim­ es dregur Brian Kerr Christian Restorff Mouritsen fram, sum ein leikara, hann væntar sær nógv av og umrøður hann mál hansara móti Slovenia soleiðis: – Tað var sera gott hjá dreing in­ um, sum skoraði. Christian Restorff Mouritsen er ein, ið eg havi stórar vónir til. Liðformaður á U21­ lands liðnum, sera, sera evnaríkur, er lýsingin frá Brian Kerr, sum eisini nevnir árini hjá Christiani í Manchester City, har hann var nógv skaddur. Kortini leggur Kerr aftrat: – Eg haldi, at hann hevur eina fram tíð sum yrkisleikari. Altíð fullsett Til henda dystin, har Føroyar annars taptu 5­1, var fullsett. Føroyar, sum hava sera trupult við at draga fólk til heimadystirnar, spæla altíð fyri – um ikki fullsettum – so næstan fullsettum leikvøllum, tá føroyska landsliðið er á útivølli. – Her síggi eg eitt afturvendandi fyribrigdi. Einki av liðunum, vit spæla í móti, gera tað á høvuðs leik­ vøllinum. Í Slovenia fingu vit nýggja og snotiliga vøllin í Ljubljana, heldur enn at spæla í Maribor, har teir spæla flestu heimadystirnar. Í Frankaríki spældi vit í Guingamp, har tey ongantíð hava spælt altjóða dystir fyrr. Tá vit vóru í Eysturríki, var tað í Graz, vit spældu og í Italia var tað Florence. Hetta er mannagongdin, at lond­ ini leggja okkara dystir á óvanlig støð og fáa sostatt nógvar áskoðarar, hóast tað er føroyska landsliðið, sum er á vitjan. Hetta merkir, at vit hava eitt fullsett stadion eftir okkum og dómaranum, fyri allar tær avgerðirnar, hann tekur. Tá høvdu vit heldur valt, at spælt á hálvtómum leikvøllum, ger Brian Kerr greitt. Avboð og annað Tey, sum hava havt við Brian Kerr at gjørt, ella bara lurta eftir samrøðum við mannin, hava ivaleyst lagt merki til góðu talugávur hansara. Tí er tað stuttligt at síggja, hvussu Brian Kerr greiðir frá ymsu av­ boð unum, hann hevur fingið og síðani ímyndað sær, hvørjar tankar lesararnir hjá Irish Times hava, tá teir lesa frágreiðingarnar. – Jákup á Borg gavst tí hann mátti brúka meira tíð upp á arbeiði, hann selur bilar og dekk. Nakrir aðrir góvu avboð, tí teir ikki fingu frí frá arbeiði, meðan ein ella tveir leikarar, sum lesa í Danmark, góvu avboð, tí teir máttu brúka meira tíð upp á lesnaðin, reksar Brian Kerr upp. Tað tykist tó á ongan hátt sum um, at Brian Kerr er argur um hetta. Tvørturímóti fyrikemur tað sum um, at hann hevur góðtikið, at soleiðis eru treytirnar. Av somu orsøk er tað eisini, at Brian Kerr kann taka soleiðis samanum, sam­ stundis sum hann eisini roynir at krita banan upp fyri 2011. – Tað hevur verið rættiliga spent síðani august, men vit fáa sanniliga ein steðg sum vil nakað nú, tá næsti dystur okkara ikki er fyrr enn í junimánaði. Tað besta, eg kann vóna, er ein venjingardyst og eina venjingarlegu í lýggjum veðri í februar ella mars. Vit hava ikki teir stóru pengarnar at ferðast fyri, og eingin stendur á høvdinum fyri at spæla móti okkum. Tí fáa vit heldur ongar pengar fyri at spæla móti øðrum í venjingardystum. Tað er soleiðis tað er og tað er ikki lætt. Men úrslit sum tað móti Norður Írlandi gera, at Føroyar koyra á, segði Brian Kerr við Irish Times. rolant@sosialurin.fo Kerr tosar um Mouritsen og málverjar Úrvalið av málverjum er ikki breitt, tá seks av tíggju liðum brúka útlendskar málverjar. Hetta sigur Brian Kerr millum annað í samrøðu við Irish Times, har tað eisini framgongur, at landsliðsvenjarin hevur stórar vónir til Christian Restorff Mouritsen Samrøða Føroyski javnleikurin móti Norður Írlandi fekk nógv pláss í írsku fjølmiðlunum Mynd: Álvur Haraldsen