Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. oktober 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 25. oktober · Nr. 150 Sosialurin Knút Dalsgaard Kjak Hví eri eg her? Hvat skal eg gera? Hvar fór mín tíð? Hvar fari eg so nú? Og lívið her á jørð fór afturum. Vit liva í eini tíð har skema okkara hvønn dag er fult pakkað, og í eini tíð har næstan ongin hevur tíð til at seta seg í friði at hugsa ella at søkja sær eftir einari meining. Eg livi ikki bert í vón, men vissu um at Bíblian er álítandi, og at alt er sannleiki sum í henni stendur. Hví sigi eg tað? Tað er tí at eg havi upplivað Jesus uppá so nógvar og ótrúligar mátar at eg kann ikki trúgva og yvirgeva meg til nakað annað enn Hann, mín Frelsara. Og at Bíblian samsvarar so væl við tað sum eg upplivi og havi upplivað. Eg kann ikki yvirtala nakran til at blíva frelstan, men eitt skal eg lova, at um tú søkir Hann, Jesus, og bjóðar Honum vælkomnan í títt lív og hjarta, so hoyrir Hann teg. Ikki fyrrenn tú hevur gjørt tað, kanst tú siga tað sama sum eg, at tú ert vísur í at Hann livir, og at lívið saman við Honum er fantastist. Eitt vil eg leggja afturat: Jesus hevur stórar ætlanir við tínum lívi, Hann vil hava teg allan sum tú ert. At ganga á møti ella gudstænastu, frelsir ongan, at trúgva frelsir ongan, ongin er so trúgvandi sum júst Satan sjálvur. Ongin møtir so væl og trúfast upp til møtir og gudstænastir sum Satan sjálvur, og Satan vil eisini sleppa til Himmals, men hann er fortaptur, og bíðar eftir sínum dómi, tí gongur hann runt sum ein brølandi leyva og vil oyðileggja alt Guds verk, við ma. at stjala tíðina frá øllum, við at gera heimin so upptiknan at Gud ikki sleppur frammat í hugsanunum okkara. Nú eg havi úttalað meg um Hann, og hvussi veruligur Hann er, vil eg eisini sleppa at luta mín vitnisburð, tvs. alt sum eg havi upplivað gjøgnum lívið, bæði gott og minni gott. Eg eri uppvaksin við at hoyra um Jesus. Eg havi gingið á sunnudagsskúla og møtir síðan eg var heilt ungur. Tá eg var blivin 16 ára gamal, vendi eg mær frá Gudi, og læt heimin sleppa at vera harra í mínum lívi. Eg livdi frá Gudi til eg var um 19 ára gamal. Í dag kann eg vitna um at lívið saman við Jesusi er nógv betur og ríkari enn lívið úti í heiminum har eg upplivdi nógv keðiligt, so sum ótrúskap, klandur, hatur, løgregluna, alkohol, stoffir, fíggindskap osv. Mítt lív er fultkomuliga endurnýggjað, ikki fyrrenn eg gav mítt lív til Jesus, tvs. Eg vil taka upp krossin hvønn dag og stríðast tað góða stríðið. Hvussi kann eg lata vera við at fylgja Jesusi eftir tá Hann hevur víst Seg fyri mær og tá eg havi sæð Hann grøtt menniskju frá td. kreft, influensu, ryggpínu, tannapínu, knæpínu og nógv annað, og sæð Hann seta menniskju frí frá stoffum, alkohol, pornografi, illum andum og nógv annað. Eg takki Jesusi fyri at Hann hevur frelst meg frá einum ævigum Helviti, sum veruliga er ein staður, og nógv menniskju vita ikki av at tey eru á veg har til, ikki fyrrenn lívið her á jørð er farið afturum, og tey standa har í einum ævigum fortapilsi, tá gongur tað upp fyri teimun at tað er veruligt, og tá er tað ov seint. Og ein dag stendur Gud sum dómari yvir fyri tær og sigur møguliga við teg, at tú bleiv upplýstur um sannleikan, men tók ikki ímóti, tá sigur Hann: sum tú ikki vildi taka ímóti Mær, somuleiðis skal eg ikki taka ímóti tær, og eg kennist ikki við teg, tá verður tú tveittur í fortapilsi har grátur og tannagrísl skal vera. Ein og hvør hevur møgu­ leikan at taka ímóti Jesusi, og fáa eitt ævigt lív heima í Himlinum saman við Gudi. Tú skal játta teg sum ein syndara sum hevur svikið Gud og vent Honum bakið, og siga við tínum innasta hjarta: Faðir, um Tú ert her, og um Tú ert veruligur, kom so inn í mítt lív, so skal eg geva mítt lív til Tín. Royn hetta og royn um Hann svarar tínari bøn. Um tú ikki gert hetta, minst so til hesi orð: Tú er nú blivin upplýst/ur um Hann, og tú skal standa andlit til andlit fyri Honum ein dag, og tá fer Hann møguliga at vísa tær aftur á hetta her sum tú júst hevur lisið. Tú eigur ikki dagin í morgin ”Vit hava dugnalig og samvitskufull starvsfólk í serforsorgini, sum hvønn dag kýta seg fyri at geva teimum, tey eru um, ein innihaldsríkan gerandisdag. Starvsfólkini hava áður víst, at tey kunnu tillaga seg og leggja til rættis arbeiðið útfrá nýggjum fortreytum, og eg ivist ikki í, at hetta eisini eydnast hesaferð.” sigur Rósa Samuelsen í síni grein ”ongin verður doyvdur” í bløðunum mikudagin. Vit kunnu illa tulka úttalil­ si ørðvísi enn, at nú eiga starvsfólkini sparibóltin. ”Gerið so væl nú orðna tit restina”. Samstundis er undir­ tónin, at Javni ikki setir prís á teirra førleikar. Okkara út­ talilsi í fjølmiðlunum sipaði til sparingar, ikki til starvs­ fólkaførleikar. Rósu nýtist ikki at fortelja okkum, at vit eiga dugnalig og samvitskufull starvsfólk. Og ongin veit betri enn vit, at vit í føroysku serfor­ sorgini eiga hópin av ómeta­ liga dugnaligum starvsfólki. Ofta kunnu vit undrast yvir, at tey orka at blíva við undir teimum kørmum, tey hava at virka undir. Yvirmedisinering Úr samlaða úttalilsinum um møguligar avleiðingar av ætlaðu sparingunum reagerar landsstýriskvinnan bara uppá úttalilsi um yvir­ medisinering. Javni skilur væl, at landsstýriskvinnan reagerar, tí yvirmedisinering er sera kritisabul. Men, Rósa, vit sakna, at tú reagerar uppá hinar problematikkirnar, sum vórðu nevndir. Ikki eitt orð um, at fólkini ikki sleppa út, sleppa til ítrótt o.s.v., tí ongin er at fara við teimum. Hugsið tykkum, hvussu vit sjálvi høvdu reagerað, um vit ikki sluppu at brúka okkum sjálvi? Um ikki stundir vóru til at tosa, so vit skiltu? Um vit ikki sluppu at vera virkin og føla okkum virðismikil? Tað fyrsta, sum hevði hent var, at vit gjørdust ónøgd og grenjut. Hetta hevði viðført niðursetta immunverju, sum so, saman við væntandi rørslu, við tíðini hevði ført til fysiska sjúku. Tað er onki ørðvísi hjá fólki við menningartarni. Og hjá teimum, har evnini at samskifta í orðum tíðum eru avmarkað, er aggressión ofta fyrsti og einasti máti tey kunnu vísa sína ónøgd uppá. Í tílíkum støðum, har tað kanska enntá eru fleiri, sum vísa sína ónøgd ísenn, kann heilivágur vera einasta loysn í einum hart kroystum starvsfólkahópi. Eisini hjá dugnaligastu starvsfólkunum. Og tað kann ongin liva við. Hvørki borgari, avvarðandi ella starvsfólk. Vit í Javna er fullgreið yvir, at tað er læknin, sum fyriskrivar heilivág. Men tað eru starvsfólkini, sum standa við trupulleikanum, sum lýsa vónleysu støðuna yvirfyri læknanum. Og tað eru eisini tey, sum umsita fyriskrivaða heilivágin. Sparingarnar Í tinginum mikudagin lýsti landsstýriskvinnan í grovum trekkum, hvørjar rationali­ seringar skulu gerast innan økið. Rationaliseringar hava tað við at fara yvir gevind, soleiðis at høvuðsorkan fer til sjálva broytingina. Tað blívur ein sportur at umskipa og broyta. Hetta kostar eisini pengar. Javni hevur varhugan av, at umframt øll leiðaraløgini sum eru løgst til seinastu árini, so eru tað hesar afturvendandi broytingarnar, sum eta stóran part av játtanini upp. Men góða Rósa minst til, at tað eru livandi menniskju, vit hava við at gera. Tað er okkara vón, at landsstýriskvinnan fer at gera alt til tess, at tær spar­ ingar, ið skulu fremjast, ikki verða tær, ið eru tættast at borgaranum. Rósa snarar fokus Eigur tú dagin í morgin? Sigrun Wardum, forkvinna Vegna Javna Rósa Samuelsen leggur ábyrgdina fyri sparingum frá sær yvir á herðarnar hjá starvsfólkunum, samstundis sum hon rør uppundir, at Javni undirmetir teirra førleikar