mánadagur 25. oktober 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
34
Sosialurin
Fuglin teir høvdu í huga,
allir sum skipasmíð hava dugað (..)
Líðandi royndu teir búgva
og smíða seg fram til tann dag,
at maður var førur at flúgva,
á spentum vongi avstað.
(Karsten Hoydal)
Fáar dagar eftir, at hann var farin
um tey 89 árini, legði menniskjað
og familjumaðurin, eiðismaðurin,
fakfelagsmaðurin, mentamaðurin
og tjóðveldismaðurin, Helgi Øster,
eyguni og hendurnar saman, og
andaði á seinasta sinni.
Eyguni, høvdu sæð miklar sam
felagsbroytingar og margfaldar
fruktir av stríði hansara fyri hug
sjónum og felagsstrevi. Høvdu
sæð afturstig og vónbrot í frælsis
stríðnum. Og høvdu sæð familjuna
hjá sær og konuni, Fridu, vaksa og
koma væl undan. Dóttir og synir.
Abbabørn og langabbabørn.
Góðu hendurnar høvdu skapað
so nógv í jarnsmíði, stálsmíði, skipa
smíði og øðrum handverki.
Og andin hevði blást lív í hug
sjónir, felagsskap, samleika, lærdóm
og krøv um javnrættindi og frælsi.
Hjá einstaklingum, hjá heilari stætt
og hjá heilari tjóð.
***
Helgi fór til Danmarkar at læra
til jarnsmið í 1938 á skipasmiðjuni
”Orlogsværftet”, og búði – m.a.
saman við 24 øðrum føroyskum
lærlingum – á einum lærlingaheimi
í Keypmannahavn til lærutíðin var
lokin í 1942. Hann var millum teir
mongu útisetarnar, ið ikki sluppu
heim, tí týska hersetingin undir 2.
veraldarbardaga forðaði fyri tí.
Í Keypmannahavn hitti hann
Fridu, ið var ættað av Toftum, og tey
giftust undir krígnum. Bæði tóku
virknan lut í tí sera sterka felags lívi
millum føroyskar útisetar bardaga
árini. Umframt alt mentanar og
felagslívið í Føroyingafelagnum,
var Helgi nevndarlimur í Ítróttar
felagnum Føroyar og í Oyggja
frama, sum hevði eina breiða tjóð
skaparpolitiska stevnu.
Heimafturkomin eftir krígslok,
var Helgi Øster partur av tí liði, sum
við hugsjónum og áræði fór inn
í stríðið at skipa Føroyar frælsar
og at skapa nútímans sosialan,
mentanarligan og vinnuligan fram
burð í Føroyum.
Hann stuðlaði tí nýstovnaða
”Føringafelag”, ið arbeiddi fyri at fáa
fólk at velja loysing á fólkaatkvøðuni
í 1946. Fleiri av oddafólkunum vóru
ungir føroyingar úr felagslívinum
í Keypmannahavn, ið høvdu út
búgvið seg og nú loksins vóru
slopnir heim – umframt fólk, ið
strídd ust fyri betri korum til verka
fólkið í Føroyum. Tey ferðaðust
kring landið og agiteraðu fyri
loysing. Tey løgdu fram tilfar, sum
vísti, hvussu Føroyar kundu klára
seg fíggjarliga, og tey høvdu eisini
eitt fullfíggjað uppskot til eina
føroyska stjórnarskrá (grund lóg).
Eingin ivi er um, at arbeiðið hjá
hesum fólkum var ein høvuðsorsøk
til, at ein meiriluti valdi loysing í
1946 – hóast eingin hevði roknað
við tí, og hóast eingin politiskur
flokkur stuðlaði tí fult og heilt.
Og hevði ikki ein meiriluti atkvøtt
fyri loysing í staðin fyri tí danska
stjórnaruppskotinum, høvdu før
oyingar fyri fyrstu ferð limað seg
inn í Danmark, sjálvstýrisstríðið
niðursjóðað, og Føroyar høvdu helst
verið sum Hetland í dag.
Eftir gleðina um sigurin á fólka
atkvøðuni, var vónbrotið sjálvsagt
ovurstórt, tá politisku flokkarnir
sviku fólkaræðisligu avgerðina og
samtyktin ikki varð sett í verk Tá
ið heimastýrislógin, sum fólkið
hevði vrakað á fólkaatkvøðuni,
kortini varð trýst ígjøgnum í 1948,
uttan at fólkið varð spurt, var
Helgi millum teirra, ið stovnaðu
Tjóð veldisflokkin. Saman við fólki
sum Jákupi í Jákupsstovu, Edith í
Jákupsstovu, D.P. Danielsen, Frede
rikki Hansen, Erlendi Patursson,,
Andreu Árting, Andreasi Ziska,
Hanusi
við
Høgadalsá,
Hansi
Debes Joensen, Jóhan Simonsen,
Karst eni Hoydal, Sigurði Joensen
og mongum øðrum kvinnum og
monn um.
Tey settu stevnuna hjá flokk
inum greiða: At fremja úrslitið av
fólkaatkvøðuni í 1946 og stovnseta
veruligt fólkaræði í Føroyum í
einum sosialt rættvísum samfelag.
Hugsjónin var, at eingin stætt
skuldi eiga framíhjárætt til vald
landsins og ognir, og farast skuldi
undir at endurreisa og menna
samfelagið á egnum grundarlagi,
við
smahladsfesti
útbúgving,
ment anarstovnum, vinnumenning
og javn bjóðis samstarvi við aðrar
tjóðir.
***
Helgi var virkin partur av einum
sera fjølbroyttum liði, ið ikki bert
vildi fremja sína stevnu í parta
politiska meldrinum. Men sum í
fakfelagsarbeiði, í mentanararbeiði,
í vinnulívi, í skúlaskapi, í sosialum
arbeiði, í bókmentum, list og vís
indum framdu nútímans tjóðar
bygging í øllum lutum.
Vit geva okkum alt ov sjáld an
veruligt far um, at hesi fólk – ið
mangan fingu stóra mót støðu og
ring orð við á leiðini – hava verið
undan gongu fólk
í
m.a.
Fiski
manna felagnum, arbeiðsmanna og
arbeiðskvinnufeløgum, hand verk
ara feløgum, vinnu lívs sam tøkum,
Keypssamtøkuni og kvinnu rørsl
uni. Tey gingu undan at stovna
Fróð skaparsetur, Listasavn, nýggjar
útbúgvingar, útvarp og sjónvarp.
Skrivaðu og góvu út bøkur, bløð,
tíðarrit, vísindaligar lærubøkur,
skaldskap.
Tey hava skapað nógv av teimum
virðum og rættindum, ið vit øll
dýrmeta sum tey fremstu í dag og
eru grundarlagið fyri framtíðar
menning í landinum
Vegaðu gøtur teir vitru menn,
hugaheims vegleysa landið,
gudrøknar sálir, gudleysir menn,
sami var ylheiti andi –
ódnarhugur í aldatal
fór um so víðar grundir,
leitaði framá og vardi væl,
at ei gróðu gøturnar undir.
(K.H)
***
Helgi Øster fór eins og samherjarnir
á sínum liði um víðar grundir í
sínum virki. Hann starvaðist á Tórs
havnar Skipasmiðju og á smiðjuni
hjá Wenzel Petersen.
Og í 1950 var hann millum stovn
ararnar og fyrsti formaður í Havnar
Handverkarafelag. Seinni gjørdist
hann somuleiðis formaður í Føroya
Handverkarafelag.
Ein tann fyrsti rættindasigurin
hjá Helga sum formanni í Havnar
Handverkarafelag kom í 1951, tá
tað eydnaðist at fáa í sáttmála, at
leygardagur skuldi bara vera hálvur
arbeiðsdagur. Eitt stórt frambrot
fyri trivnað og familjulív, sum er ilt
hjá okkara ættarliði at skilja.
Og Helgi vígdi stóran part av síni
arbeiðsorku til at stríðast fyri betri
útbúgvingum og lærumøguleikum
hjá ungdómi og handverkarum. At
fáa ment teknisku útbúgvingarnar
og at geva lærlingum sømilig kor til
útbúgving uttan mun til, hvaðani
úr landinum teir komu.
Helgi gjørdist fyrsti leiðari á
Lærlingaheiminum í Kongagøtu
í 1964, og síðani eisini leiðari av
Skúlaheiminum í Marknagili, til
hann legði frá sær í 1992. Helgi og
Frida gjørdust sostatt ein institu
sjón í trivnaði og menning hjá lær
lingum úr øllum landinum, og eitt
stórt tal av persónum og familjum
eru teimum takksom.
***
Sjálvur eri eg takksamur fyri, at
mær untist at hitta og lurta eftir
fróðarmanninum og slóðaranum,
Helga Øster, Hevði sum smádrongur
hitt hann og Fridu heima hjá ommu
og abba. Og hevði eisini ta gleði at
arbeiða saman við yngsta soninum
Mikkjali í trý ár. Men eftir at eg
fór upp í politikk, hitti eg Helga í
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag,
har hann var ein dyggur stuðul.
Og á einum 14. septemberhaldi í
Sjónleikarhúsinum fyri 10 árum
síðani, helt Helgi eina røðu, sum eg
ongantíð gloymi. Sjónleikarhúsið
var á tremur, men tá Helgi røddi,
var kvirt. Hann var tá nærum
farin um tey 80 og elsti røðari, men
ongin megnaði betri enn hann
hetta kvøldið, at gera hugsjónina
livandi og framtíðarleiðina greiða.
Tá stóð alljóst fyri øll, hvussu stór
tøk eru tikin, hvat tol er ment, og
at tað enn snýr eg um fólkaræði,
samhaldsfesti og javnbjóðis menn
ing í heiminum.
Vit eru eyðmjúk og takksom fyri
strev og lív Helga. Verk hansara
livir víðari í eygum, hondum og
anda, sum hann hevur sett við. Vit
kunnu bert lova hvørjum øðrum,
at vit halda áfram og fara at vinna
upp mál.
Heiðrað veri minnið um kappan
Helga Øster.
Í einsemi teir bygdu landið,
og tíðan verk varð illa lønt,
tann gleðin untist ikki mongum
at síggja gerðið fagurgrønt.
Høgni Hoydal
Nøvn
Ein kappi farin
Til minnis um Helga Øster
13. oktober 1921 – 17. oktober 2010