mánadagur 25. oktober 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
Sosialurin
Óli Jacobsen
Ì morgin kemur bókin um Dollan
út. Hetta er ein sera áhugaverd
og spennandi søga um ein havnar
mann, sum tað kann sigast um, at
hann hevur ávirkað heimssøguna,
enntá til tað betra.
Til fyri kortum var tað lítið og
einki, sum nakar visti um Dollan,
uttan at hann hevði verið í Congo
sum trúboðari 19011903. Hetta sæst
eisini á hansara gravsteini á gamla
kirkjugarði í Havn.
Tað hevur tó verið frammi, at
hann var við í eini bretskari kanning
av ræðuligu viðurskiftunum hjá
fólkinum í Congo, og at hann hevði
gjørt vart við seg á hægri stað.
Men tað var so lítið ítøkiligt,
at hetta ikki var mett vert at taka
uppá tungu á framsýningum um
norðurlendingar í Congo í norður
lendsku
høvuðsstøðunum
fyri
nøkrum árum síðani.
Eg fekk so áhuga fyri at kanna
hetta nærri. Tað var ringt at koma í
gongd, men fekk so eina slóð »Roger
Casement,« sum gjørdist byrjanin
til eitt drúgt kanningararbeiði, sum
nú er komið fyri ein dag í hesi bók.
Tá fekst í fyrsta umfari tilfar
til tríggjar Miðvikur í Sosialinum.
Síðan varð funnið fram meira tilfar
í bretskum skjalasøvnum. Hetta
merkti fimm Miðvikur afturat. Tað
varð so hildið fram at finna fram
meira tilfar bæði um Dollan og um
tíðina í Congo hesa tíðina.
Dollin gjørdi munin
Við øllum hesum tilfari varð greitt,
at Dollin hevði ein avgerandi leiklut
uppgerðini við ræðið hjá Leopold
II kongi í Congo. Víst var hann
ikki einsamallur. Men hansara
innsatsur var fortreytin fyri, at
onnur kundu vera við. Hetta er væl
dokumenterað í bókini.
Sum sagt var Dollin havnar
maður. Mamma hansara var Sigrid
f. Danielsen. Hon fekk Dollan
uttanfyri hjúnalag, meðan hon
tænti í Danmark. Sigrid kom aftur
til Føroya og giftist við Jákup
Baja, av Kamarinum. Eitt av teirra
børnum var kendi byggimeistarin
Magnus á Kamarinum. Teir báðir
vóru
tískil
hálvbeiggjar.
Frá
mammuni var Dollin systkina
barn við m.o. Victor Danielsen og
beiggja hansara Gunnar, kendur
skipari.
Kvettu hendur av
livandi fólki
Dollin fór til Skotlands, har
hann lærdi til maskinmeistara.
Hann fór út at sigla og førdi
eitt vilt lív. Men hann verður radi
kalt umvendur og fer fyrst á trú
boðaraskúla í London, og síðan til
Congo sum trúboðari. Hann kom at
virka inni í landinum við áarbakkan
á Congoánni.
Um hesa tíðina varð Congo stýrt
sum persónlig ogn hjá belgiska
konginum Leopold II. Har var eitt
ræðustýri av teimum ringastu, sum
søgan veit um.
Eitt dømi er, at Leopold hevði ein
stóran leiguher, sum myrdi fólk í
hópatali fyri eitt gott orð. Hildið var,
at neyðugt var at halda skil á nýtsl
uni á patrónum. Tí var tann skipan
galdandi, at fyri at fáa nýggjar
patrónir útflýggjaðar aftaná loknan
»arbeiðsdag« skuldu hermenninir
geva í býti avkvettar høgrahendur
á eins nógvum fólki, sum teir høvdu
nýtt patrónir. Vóru patrónir farnar
til spillis, ja so vóru eini ráð, og tey
vóru at kvetta hendurnar av livandi
fólki. Tí eru so nógvar myndir frá
teirri tíðini av fólki við einari hond.
Kanningin hjá Casement
Í 1903 sendi bretska stjórnin sín
konsul í Congo, Roger Casement, á
eina ferð eftir Congoánni at kanna
hesi viðurskifti. Til endamálið leig
aði hann eitt missiónsskip »Henry
Reed.«
Dollin
hevði
ein
eginleika,
sum bæði var hansara veikleiki
og styrki. Hann var sera ótolin.
Hetta skapti honum samstarvs
trupulleikar. Eina ferð varð hann
kærdur fyri hansara missións
felag í London fyri harðskap móti
teimum innføddu, og hann verður
kallaður heim til Bretland. Á veg
omaneftir Congoánni fær Dollin
boð um at heimkallingin er aftur
kallað, tí ákærurnar móti honum
vóru funnar at vera falskar.
Tá er tað, at Dollin hittir Case
ment, sum manglar ein skipara
og maskinmeistara, sum var eitt
starv. Dollin fer við Casement og
gerst eisini hansara hjálparmaður
í kanningararbeiðinum.
Dollin kemur aftur til Bretlands
í oktober 1903. Hann er so upp
royttur um tað, hann hevur sæð, at
hann vil hava sína missión, Balolo
missiónina, til beinanvegin at fara
í herna móti hesum ræðuleikum.
Men missiónin hevði í mong ár verið
sera ullint í síni støðu til viðferðina
av fólkinum. Hon var rædd fyri at
verða avmarkað í sínum missións
virksemi, um hon legði seg út við
myndugleikarnar.
Missiónin vildi einki gera, fyrr
enn Casement kom heim fyrst í
desember. Men tað hevði Dollin ikki
tol at bíða eftir. Hann fór skjótast
gjørligt at hava fundir fyrst í
november um Congo í Edinburgh,
har upp til fleiri túsund møttu.
Væl hevur hann dugað at tala til
kenslurnar á fólki, og tey ógvaðust
eisini um myndirnar tey sóu.
Men tá Balolomissióni sá hetta,
broytti hon knappliga hugburð. Nú
skuldi hon heldur ikki bíða eftir Case
ment og byrjaðu seinni í november
at halda líknandi fundir.
Í mars 1904 verður stovnaður
felagsskapurin
Congo
Reform
Association. Í hesum felagsskapi
vóru
tvær
súlur.
Onnur
var
Edmund Morel, eisini ein hetja
í hesi søgu, sum greitt verður
meira frá í bókini. Hin súlan var
Balolomissiónin. At hon kom við
hevur verið vegna ta broyting í
hugburðinum hjá missiónini, sum
Dollin hevði ávirkað.
Hesin felagsskapur legði sum frá
leið eitt slíkt trýst á kong Leopold
og belgisku myndugleikarnar, at
kongurin mátti lata Congo frá sær
til belgisku stjórnina í 1908. Hetta
merkti so við og við, at viðurskiftini
batnaðu hjá fólkinum.
Tað áhugaverda fyri føroyingar
er tískil, at Dollin umframt at hava
havt ein lyklaleiklut í sjálvari ferðini
hjá Casement, var tann, sum byrjaði
hesa fólkarørslu og harvið nevnda
felagsskap, sum fær heiðurin fyri
at hava koppað Leopold kongi í
Congo.
Eisini á enskum
Fyri eisini at gera hesa søgu kenda
uttanfyri landoddarnar er í bókini
ein drúgvur enskur samandráttur,
sum serliga umfatar Congopartin
av bókini. Í bókini eru úti við 80
myndir, sum eisini hava enskan
myndatekst.
Tískil er bókin sera væl egnað
at lata útlendskum kenningum, og
kunnu tey á henda hátt fáa eina
spennandi og sera áhugaverda søgu
um ein einastandandi føroying.
Dollin
virkaði
annars
sum
trúboðari í Føroyum frá 19041916,
tá ið hann doyði, 46 ára gamal.
Bókin verður send limunum í
bókaringinum hjá Leirkerinum.
Hon er um 200 síður, og vanligi
útsøluprísurin verður kr. 200.
Dollin úr Havn koppaði belgiska
kongin Leopold í Congo
Framløga av bókini Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna,
verður á Hotel Hafnia týskvøldið kl. 19 við luttøku av
Dubultkvartettini í Ebenezer og Tvey av Kamarinum. Her skal
verða greitt sindur frá ótrúligu søguni hjá Daniel J. Danielsen
Fremsta ímyndin av ræðuleikunum í Congo vóru hendurnar,
ið vóru kvettar av fólki sum gjald fyri patrónir
Hetta var revsingin fyri ikki at bera myndugleikunum nóg mikið av gummi