Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum týs morg­ unin setti vinnustevnuna FaroExpo í Ítróttarhøllini í Runavík. Løgmaður takkaði fyri­ reik arunum fyri møguleikan, tey við hesum geva før oysk­ um og útlendskum vinnu­ lívsfólki at hittast og vísa fram sínar vørur, eins og høvi er at geva av sínari vitan og royndum. Hann nevndi heimsum­ fatandi fíggjarkreppuna og segði, at hóast hesa, er FaroExpo kortini eitt prógv um, at samfelagshjólini mala víðari, og at arbeiðssemi, krea tiviteturin og ágrýtni ikki eru burtur, men fram­ vegis eru í hásæti. Vøkstur í búskapi Kaj Leo Johannesen vísti á lyklatøl, sum benda á, at búskaparliga afturgongdin er vend til framgongd, og at Føroyar í ár kunnu vænta sær ein búskaparligan vøkstur á 3 prosent – eins og ein vøkstur á 5 prosent í 2011. – Hetta er ein vøkstur, sum liggur í tí betra endanum mill um evropeisku londini. Løgmaður segði, at føroy­ ingar gjøgnum tíðir nar hava lært at liva undir ymiskum og skiftandi umstøðum í tí hørðu og náðileysu náttúruni liggja væl fyri í búskapar ligari framgongd FaroExpo – Í hørðu og náðileysu náttúruni uppi í Atlantarhavinum hava føroyingar lært at liva. Vit hava lært at navigera í ringum sjógvi, og vit hava lært at laga okkum til skiftandi búskaparligar veruleikar, segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, tá hann setti FaroExpo í Runavík týsmorgunin. Løgmaður kundi eisini vísa á eina búskaparliga framgongd – fyri árið í ár og væntandi eina enn størri framgongd fyri komandi ár – Saman kunnu vinna og mentan skapa málini, sum nógv søluátøk eru dømi um, segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, tá hann setti FaroExpo týsmorgunin Mynd: Vilmund Jacobsen Hallur Joensen og Kristina Bærentsen settu sín dám á setanina av FaroExpo, og millum sangirnar var ”Gyltu ljósakrúnurnar” Mynd: Vilmund Jacobsen Petur Olivar í Hoyvík (Gimpe) var frásøgumaður undir setanini, og Rannvá Troest var millum álitisfólkini aftanfyri diskin Mynd: Vilmund Jacobsen Vinnu lív og mentan kunnu fáa stórt gagn av hvørjum øðrum, um partarnir duga at samstarva... LØGMAÐUR