mikudagur 27. oktober 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
FaroExpo Kitty Olsen, ið hevur starvast sum tænari á Hotel
Hafnia í 13 ár, hevur øll árini verið við til at givið luttakarum
á vinnustevnuni FaroExpo morgunmat, døgurða og kaffi
Hotel Hafnia
mettar gómarnar
uppi í Atlantarhavinum.
– Vit hava lært okkum at
navigera í ringum sjógvi, og
vit hava lært at laga okkum
til skiftandi búskaparligar
veruleikar, legði hann aftrat.
Kaj Leo vísti á, at náttúran
hevur síni egnu sveiggj við
góðum og minni góðum
árum.
– Soleiðis er eisini við
marknaðum.
Eftir
aftur
gongd,
kemur
fyrr
ella
seinni
aftur
framgongd.
Hetta er eisini avbjóðingin
við at reka eina fyritøku.
Tað, sum er eyðkenni fyri
góð vinnulívsfólk, er evnini
til at umstilla seg og stýra
millum sker og at vita,
nær segl skulu setast – ella
repast.
Evnini
at
brúka
møguleikar – ikki minst í
niður gangstíðum – skapa
succesríkar vinnufyritøkur,
sum hann tók til.
Ein marknaður
Løgmaður vísti á, at globali
seringin hevur broytt fyri
treytir og umstøður hjá
okk um sum samfelag og ein
staklingar.
– Heimurin er vorðin ein
marknaður, har allar vinnu
fyritøkur – stórur sum smáar
– hava møguleikar at gera
seg galdandi. Men kappingin
er hørð – ikki minst mótvegis
londum við lágum lønum og
framleiðslukostnaði.
Kaj Leo Johannesen segði,
at skulu vit framhaldandi
megna at standa okkum í
kappingini í globaliseraða
heiminum, verður tað við
at deila vitan og við væl
eydn aðum vinnuligum sam
starvi.
– Eg havi tí stórar vónir
til eina slíka vinnustevnu
sum hesa, har møguleikar
eru at byggja upp samstarv
og skapa møguleikar fyri
menning og vøkstri, segði
hann.
Løgmaður segði seg eisini
fegnast um, at stigtakararnir
hava knýtt FaroExpo at eini
mentanarviku.
– Vinnulív og mentan
kunnu fáa stórt gagn av
hvørjum øðrum, og duga
partarnir at samstarva, eru
góðir møguleikar fyri at
skapa ”winwin” støður fyri
báðar partar. Saman kunnu
vinna og mentan skapa
málini, sum nógv søluátøk
eisini eru dømi um, legði
hann aftrat.
Fylgja fiskifrøðini
Kaj Leo Johannesen segði
seg serliga fegnast um, at
fyrireikararnir av FaroExpo
hava
valt
burðardygga
fiski vinnu til yvirskrift til
ráð stevnuna, sum verður
í Løks høll í Runavík nú
seinna partin í dag.
– Skulu vit røkka opti
mal um rammum fyri øko
log iskan
og
biologiskan
burð ardyggleika í okkara
fiskivinnupolitikki, noyðast
vinnulív, vísund og politiska
skipanin at samstarva.
Løgmaður segði, at eftir
hansara tykki hava partarnir
í størri mun enn áður fingið
eitt felags forstáilsi fyri,
hvussu vit fáa sum mest
burtur úr okkara tilfeingi í
havinum.
– Tí síggi eg eisini hesa
ráðstevnu sum eitt týdn
ingar mikið stig á rættari
leið.
Kaj Leo Johannesen segði
í síni setanarrøðu, at frá
komandi ári er mál setn ing
urin, at talið av fiskidøgum,
sum lutað verður út til
ymisku skipabólkarnar, skal
samsvara við lívfrøðiligu ráð
gevingina.
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 72 luttakandi fyritøkur vóru við á FaroExpo í ár,
harav umleið 20 útlendskar. Hinar vóru allar føroyskar
Mynd: Vilmund Jacobsen
... eftir afturgongd,
kemur fyrr ella seinni
aftur framgongd...
LØGMAÐUR
Vilmund Jacobsen
Aftur í ár er tað Hotel
Hafnia, sum hevur stað
ið fyri serveringini á Faro
Expo, og aftur í ár er Kitty
Olsen partur av hesum
tiltaki.
Aftrat sær hevur hon
havt Helgu Nordendal,
sum er útbúgvin tænari
og Marna Ørvarodd, sum
koyrdi matin av Hotel
Hafnia og inn til Runa
víkar.
Helga er ikki í føstum
starvi á Hotel Hafnia, men
hjálpir til, tá boð eru eftir
henni.
Marni
Ørvarodd
er
tað, sum rópt verður ”alt
mulig mand” hjá mið
býar hotellinum í Havn.
Hann heintar vøru, og
hann koyrir mat út til
viðskiftafólk, umframt at
hann eisini hevur ymiskar
aðrar uppgávur, tá hotellið
skal fyrireikast til fundir
og annað virksemi, sum
Hotel Hafnia er karmur
um.
Sjálvur
hevur
Marni
starvast á Hotel Hafnia í
tilsamans 18 ár.
– Eg eri ikki bedellur,
men ein partur av mínum
uppgávum líkjast tí, sum
ein bedellur fæst við, sigur
Marni Ørvarodd.
Dámar væl
Kitty Olsen sigur, at henni
dámar væl at fáast við
tænastuvirksemi, sum er
partur av hesum arbeiði,
og
eftirhondini
er
hon
vorðin kend við umhvørvi,
sum er á vinnuráðstevnuni
FaroExpo.
Seinastu fýra árini hev ur
hon í summar frí tíðini arbeitt
á hotellinum Grand Park í
Korsør í Danmark, og í ár
arbeiddi hon har í tilsamans
fimm vikur.
– Eg ætli mær aftur til
Korsør at arbeiða komandi
summar, og eg haldi, at hetta
gevur mær íblástur til mítt
dagliga starv sum tænari
á Hotel Hafnia, sigur Kitty
Olsen.
vilmund@sosialurin.fo
Marni Ørvarodd, Kitty Olsen og Helga Nordendal
Mynd: Vilmund Jacobsen
160 fólk á FaroExpo
FaroExpo Vinnustevnan FaroExpo er ikki ein framsýning,
har almenningurin hevur atgongd. Tað eru fyritøkurnar, sum
eru við á stevnuni, ið fundast sínámillum eftir klokkutíð
Vilmund Jacobsen
Hóast FaroExpo ikki er ein
framsýning ella sølustevna,
har almenningurin hevur
atgongd, so vóru kortini
nógv fólk í Ítróttarhøllini í
Runavík týsdagin og fyrra
partin í dag.
Vinnustevnan er skipað
sum parteneriat, har fundar
borðið er miðdepilin.
Fundirnir eru avtalaðir
frammanundan og koyra
eftir
fastari
skipan
og
klokku tíð. Tá ein fundur er
liðugur, verður beinanvegin
farið undir næsta fund, og
soleiðis fáa luttakararnir á
FaroExpo høvi at hitta tær
fyritøkur, ið tær ynskja at
fundast við.
Símun Hammer, stjóri í
Virkisráðgevingini
(VRG),
sigur, at eini 160 fólk til
samans vóru í Ítróttarhøllini
í Runavík týsdagin og umleið
sama tal fyrrapartin í dag.
– Tey allar flestu eru
fólk, sum umboða ym isku
fyritøkurnar og luttakar ar
nar, men í onkrum føri er tað
so, at fyritøkur, sum eru við
á FaroExpo, biða um fundir
við fyritøkur, sum ikki eru
við á stevnuni.
Men hetta er undan tak
ið.
Stjórin í VRG sigur, at
dagurin í gjár eydnaðist
væl, og hann væntaði eisini
ein góðan dag fyrrapartin í
dag.
Bæði
fyriskiparar
og
luttakarar hava víst sítt
nøgd semi við vinnu stevn
una.
– Nú gleða vit okkum
til almenna partin av Faro
Expo, ið er ráðstevnan við
fyrilestrum í Løkshøll, sum
byrjar beint eftir døg urða
steðgin í dag, sigur Símun
Hammer.
vilmund@sosialurin.fo
Símun Hammer er stjóri í Virkisráðgevingini,
sum skipar fyri FaroExpo
Mynd: Vilmund Jacobsen