Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 12 Sosialurin Eirikur Lindenskov Hetta er ein søgubók, sum Niels Juel Arge og Jógvan Arge hava skrivað. Hon er meir enn 250 síður, prýdd við mongum viðkom andi mynd um og fevnir um flog­ søg una fram til 1963, tá Før­ oy ar lok sins fingu reglu ligt flog sam band. Bók in hevur undirheitið frá Charl es Lind­ bergh til Erlu Kongs dóttir. Charles Lindbergh var tann heimskendi ameri­ kanski flogskiparin, sum fyrst ur fleyg úr Amerika til Evropa í einum strekki. Á eini seinni ferð lendi hann á Trongisvágsfirði saman við konuni Anne Morrow. Hetta var dagur í viku á Tvøroyri, og heimskendu hjúnini gistu hjá keypamanninum Gudmundi Mortensen. Tann seinni so kendi Jørgen­Frantz Jacobsen var í Føroyum sum tíðindamaður fyri Politiken. Hann var á tíðindafundi við Charles Lindbergh, men fekk hann ikki at siga nógv um sínar ætlanir við ferðini. Lindbergh og konan vóru fáorðað hendan dagin, og tey bóru seg undan at fara í veitslu. Hetta var stutt eftir, at ein sonur teirra var rændur og dripin. ”Erla Kongsdóttir” er fyrsta flogfar, sum føroyingar áttu. Bretar lótu føroyingum flogvøllin í Vágum í gávu eftir heimsbardagan. Føroyingar við Dánjali Niclasen í Sørvági og Ewaldi Kjølbro í Klaksvík á odda vildu fegin fáa í lag flogsamband við umheimin. Til tess stovnaðu teir Føroya Flogfelag og skipaðu fyri rutuflúgving við einum skotskum DC­3 dlogfari í 1946, tá ”Tjaldrið” var farið á Mjóanesi. Ætlanin var at halda fram árini eftir, men loftferðslumyndugleikarnir vóru trekir. Tó keyptu tær sær eitt lítið Walrus­flogfar í 1949, sum teir ætlaðu at flúgva í millum lond við. Hetta flogfar nevndu teir ”Erlu Kongs­ dóttir”. Flúgv ingin fekst kortini ongantíð reiðiliga í lag, tí Erla Kongsdóttir fór út av á flogvøllinum og fór illa. Bókin kostar 299 krónur. Páll á Nesi í fleyg í fjøðurhami Tað hevur altíð hugtikið fólk at ferðast sum fuglurin. Tann hegnigi Páll á Nesi í Vági royndi um ár 1700 at flúgva um Vágsfjørð í einum fjøðurhami, sum hann sjálv­ ur hevði evnað til úr gása­ fjøður. Í haminum leyp Páll á Nesi út av einum hamri og sveimaði út yvir fjørðin, men av tí, at hann ikki helt seg kunna stýra nóg væl, vendi hann aftur og setti seg í fjøruni. Hetta var hansara fyrsta og seinasta roynd. Hann vildi heldur ikki, at nakar annar skuldi koma í óføri av haminum, og beindi fyri honum. Hetta var aftaná, at sjálvur Leonardo da Vinci hevði roynt seg við tekningum av einum sonevndum orni­ topt ara, sum var rikin við vøddum. Men hetta var næstan 100 ár áðrenn frak­ lendingar fingu ta fyrstu flog ferðina við ballón at eydnast. Amerikanskt flogfar yvir Sumba Føroyingar høvdu onki við flogfør at gera fyrrenn mið skeiðis í 1920unum. Tá kapp ingin um at flúgva yvir um Atlantshav tók seg rættiliga upp, lógu Føroyar á leiðini hjá teimum djørvu flogskiparunum. Fyrsta samband, føroy ing­ ar høvdu við eitt flogfar, var sunnumorgunin 3. august 1924, tá amerikanska flog­ vápnið gjørdi eina roynd at flúgva kring jarðarknøttin. Trý flogfør vóru í fylginum. Tá tey fóru úr Orknoyggjum í ein útnyrðing, noyddist eitt at seta seg á sjógvin. Eitt annað flogfar stevndi móti Sumba, syðstu bygdini í Føroyum, og tveitti eini boð niður um at siga fylgikrússaranum ”Rich­ mond” frá trupulleikunum. Hann fekk boðini, og mann­ ingin á hesum Douglas World Cruiser varð bjargað. Antonio Locatelli fyrstur at taka land Bara nakrar fáar dagar seinni lendi fyrsta flogfar í Før oyum. Nú var italski flog­ skiparin Antonio Locatelli á veg til Amerika við einum Dornier Wal flogfari. Fríggja­ kvøldið 15. august lendi hann á Havnarvág og varð stórliga fagnaður. Her fekk hann hvílt seg og tikið bensin til víðari ferð. Locatelli kom ikki til USA loftvegis á hesum sinni. Hann noyddist at seta seg á sjógvin eystanfyri Kap Farvel í Grønlandi. Har vórðu hann og hansara manning tikin upp av sama amerikanska hjálparskipinum ”Richmond”, sum var á veg til hús. Von Gronau og Thor Solberg Árini eftir vórðu mangar aðrar royndir gjørdar at flúgva um Atlantshav og flo g før settu seg í heilum á føroyskar firðir og vágir. Týsk arin Wolfgang von Gronau lendi í eini fýra fylgj­ andi ár á Tvøroyri og gisti har. Men hann segði ikki sínum vinfólkum har, hvørjar stórar ætlanir, hann hevði. Eitt árið fleyg hann alla leiðina til New York, og eitt annað árið fleyg hann kring allan jarðarknøttin. Norðmaðurin Thor Sol­ berg millumlendi í Havn í 1935 í síni triðju roynd at flúgva úr Amerika til Noregs. Tað eydnaðist, og hann var í mong ár frammarlaga í flogferðslu bæði í Noregi og USA. Solberg gjørdi so skjótt av á Havnarvág, at tað var ikki meir enn hann náddi at eta døgurða saman við norska konslinum Thor­ stein Petersen, býráðs for­ mann inum Mass Jacobsen og løgtingsformanninum Jó hann Poulsen, sum vildu vera blíðir við hendan sjáld­ sama gest. . Kapping um flogstøðina Tað var ikki sørt, at føroyingar væntaðu, at Føroyar fóru at verða ein týðandi støð á leiðini, tá ferðasambandið um Atlantshav fekst í lag. Vit kappaðust eisini um, hvar hendan støðin skuldi vera. Tvørámenn ivaðust ikki í, at støðin fór at verða har suðuri, men havnarmenn høvdu eisini síanr ætlanir og vístu á, at flogvøllur kundi gerast á Vatnaskørðum. Skála fjørðurin var somuleiðis nevndur sum ein møguleiki. Føroyska flogsøgan út í bók BÓKAÚTGÁVA Jógvan Arge fer fríggjadagin klokkan 16.00 at leggja fram bókina »Føroyar í flogsøguni« í Rit & Rák í SMS. Bókin hevur undirheitið »Frá Charles Lindbergh til Erlu Kongsdóttir« »Føroyar í flog søguni«, sum er meir enn 250 blaðsíður og kostar 299 krónur. Fakta