mikudagur 27. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Leo Poulsen
Á Thor Shipping hava tey
havt nógv um oyruni í allan
morgun. Reiðaríið fekk boð
frá bjargingarstøðini í Fal
mouth klokkan 06.22, at
eldur var kyknaður umborð
á Athenu.
Fyrrapartin sendi reiða
ríið út tíðindaskriv har sagt
verður, at tamarhald er fingið
á eldinum, sum var kyknaður
í pakkirúminum í bakborðs
síðu á skipinum.
Eldurin var so ógvusligur,
at skiparin gjørdi av at senda
meginpartin av manningini í
bjargingarbátarnar, so bert 13
trygdar og sløkkiliðsmenn
eru eftir umborð.
Teir hava tað allir gott,
og eru ikki í nøkrum álvars
ligum vanda, verður sagt í
tíðindaskrivinum.
Stóru ensku tíðindastov
urnar – so sum BBC og Sky
News – bóru søg una tíð liga
í morgun. Bjarg ingar støðin
í Falmouth fekk neyð boðini
frá fronsku bjarg ingar tæn
astuni, sum hevði fingið tey
frá Athenu umvegis sattelitt.
Mark Clark frá ensku
Maritime and Costal Agency
sigur við Sky News, at
vindferðin er fimm til seks
vindstig og nakað av aldu
er eisini. Í tíðindaskrivinum
frá Thor verður tó sagt, at
allir 98 av manningini, ið
fóu í bjargingarbátarnar, eru
komnir umborð á eitt bingju
skip, sum bert var 15 minuttir
frá Athenu.
Fyrr í morgun var gitt um
møguleikarnar at fáa tyrlur
til økið, har Athena er stødd,
men av tí at hon var so langt
úr landi, kundu tyrlurnar
bert vera hjá skipinum í 20
minuttir.
Rakt av eldi
Bjargingarstøðin í Falmouth
sendi beinanvegin út áheitan
á øll skip á leiðini um at koma
Athenu til hjálpar, og eitt enn
ónevnt bingjuskip hevur
sum nevnt tikið manningina
upp.
Hetta er aðru ferð, at 89
metur langa Athena brenn
ur. Fyrru ferð var í 2007,
tá eldur eisini kyknaði í
pakkirúminum. Heldur ikki
tá hendi nakar mansskaði, og
skipið var ikki verri farið enn
so, at avgjørt varð at umvæla
Athenu.
Tann umvælingin, sum
var gjørd í Kina, var júst
liðug, og Athena var á veg
til fiskiskap, nú óhapp aftur
hendi umborð.
Eisini systurskipið hjá
Athenu,
Hercules,
brann
í 2007, og har mistu 11 av
manningini lívið. Hercules
fiskaði í Kyrrahavinum, tá
eldur kom í. Tað var eis
ini Thor Shipping, ið átti
Hercules.
Seinastu tíðindini siga,
at tað framvegis brennur
um borð á Athenu, men at
eld urin er minkaður og at
manningin hevur tamarhald
á støðuni.
Miðla húsið fylgir gongdini
á portalinum og í Rás2.
Um 6-tíðina í morgun kyknaði eldur umborð á Athenu. Eldurin kyknaði í pakkirúminum í bakborðs síðu á
skipinum, men um 10-tíðina var tamarhald fingið á eldinum. 98 av manningini er farin umborð á onnur skip
Aftur eldur í
umborð á Athenu
Hetta er triðju ferð, at eldur er í umborð á skipunum hjá Thor Shipping. Meðan eldarnir umborð á Athenu ikki hava
kravt mannalív, mistu 11 av manningin lívið, tá Hercules brann fyri trimum árm síðan