Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 14 Sosialurin Kjak Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Orðini hjá Henrik Bjerre- Nielsen, stjóra í Finansiel Stabilitet, lata ongan iva standa eftir: Tað er full­ komiliga óviðkomandi, hvat árin tað hevur og fer at hava á føroyska samfelagið, at Eik eftir fáum tímum gjørdist ein danskur banki undir Finansiel Stabilitet. Væl gjørligt at loysa bankarnar... Henrik Bjerre­Nielsen, stjóri í Finansiel Stablitet, sigur í vikuskiftinum við Berling­ aran: »Finansiel Stabilitet skal som hovedregel overtage en bank, hvis den ikke kan løse sine solvensproblemer. Hvis vi skal fravige den regel, skal det være en fordel for Finansiel Stabilitet og vores økonomiske interessenter, Det Private Beredskab og den danske stat. Den fordel var der ikke i dette tilfælde, hvor vi kunne bruge den positive værdi af færøske Eik Banki til at dække hullet efter Eik Bank Danmark,« forklarer Henrik Bjerre­Nielsen. ... so Eik kundi bjargast Tað hevði sostatt væl borið til at latið Eik banka DK farið undir Finansiel Stabilitet uttan, at Eik Føroyar fylgdi við – júst so, sum nevndar­ formaðurin í EIK eisini upp­ runaliga fekk boð um. Tað hevði FS kunnað gjørt, um tað til dømis var til fyrimuns fyri danska statin. Men tað var tað ikki, og tí vildi ella kundi man ikki víkja frá reglunum. At tað hevði verið ein avgerandi og risastórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, er ikki partur av teimum kriterium, sum bankarnir verða vigaðir eftir. Ei heldur tann veruleiki, at Eik við hesum kundi verið bjargaður. Danin ikki fanin At eingi atlit yvirhøvur verða tikin til, hvat best er fyri at skapa størst gjørligan stabilitet á føroyska fíggjar­ marknaðinum og í okkara búskapi, ber ikki til at lasta dønum ella donsku trygdarskipanini fyri. Tí landsins stjórn, hevur ongantíð veruliga roynt at skaffa okkum neyðugu møguleikarnar at ávirka. Hevði landsstýrið frá byrjan av sett øll segl til fyri at tryggja sær luttøku beinleiðis í lógarsmíðnum við bankapakkunum og verið umboðað í skipanini við fíggjarligum støðufesti, so høvdu føroyingar ikki sitið uttan innlit og nakra sum helst ávirkan, tá avgerðin skuldi takast um lagnuna hjá einum føroyskum banka. Tað hevði sjálvandi kravt nógv arbeiði og lagt stóra ábyrgd á landsstýrisins herðar. Men, landsstýrið valdi tann lætta vegin. At lata danir orna tað heila, so eingin lítlifingur møddist. Bankapakkar uttan ábyrgd Tjóðveldi vísti beinanvegin á, at tá føroysku bankarnir gjørdust partar av trygging­ arskipanini við bankapakku­ num, so skuldi vit eisini tryggja okkum ávirkan á og umboð í teimum skipanum sum vóru settar upp. Kom føroyskur banki í trupul­ leikar og undir viðgerð í avtøkufelagnum, so skuldu føroyskir myndugleikar kunnast og takast við í við­ gerðina á sama støði, sum teir donsku. Hetta varð, sum fleiri hava víst á, lagt fram sum broytingaruppskot bæði til bankapakka I og II. Tá bankapakki II var ávegis, tyktist løgmaður hóast alt, at fara at leggja eitt sindur fyri, til tess at fáa ávirkan. Hann bað Anders Fogh Rasmussen um at landsstýrið slapp við í fyrireikingarnar til banka­ pakkan, “således at også vi kan forberede sagerne på en god og ordentlig måde i lands­ styret såvel som i Lagtinget”. Men her varð ongantíð veruliga strongt á, og lands­ stýrið góðtók, at táverandi forsætisráðharrin bara ypti øksl. (Ummælt í lesarabrævi frá undirritaðu “Takk, Takk, søde hr. Statsminister”, januar 2009) Væntandi vilji landsstýrisins Tað snýr seg ikki á nakran hátt um at frátaka fráfarnu leiðsluni í Eik og Eik­ grunninum ábyrgdina fyri, at bankin fór á húsagang. Tað snýr seg um, at høvdu vit havt innlit og ávirkan, so hevði fokusið ikki einans verið á, hvat var best fyri danska statin og Finansiel Stabilitet, men eisini fyri føroyska fíggjargeiran, tá talan var um ein føroyskan banka. Og landsstýrið hevði ikki havt nakran møguleika at sitið sum nevsligin lundi, men hevði sitið við ábyrg og við møguleikanum at ávirka endaligu avgerðina. Og ein føroyskur stórbanki hevði neyvan eftir 57 tímum farið á danskar hendur. Hevði landsstýrið átt vilja og evnini at taka ábyrgd, so hevði stjórin í Finansiel Stabilitet kanska orða seg nakað soleiðis: “Vi valgte at vige fra reglerne og skille bankerne ad, så det kun var den danske del af Eik, der kom under Finansiel Stabilitet. Dette blev gjort efter en grundig vurdering, hvor der ikke kunne være nogen tvivl om, at det var af største betydning for Færøerne, at Eik banki fik mulighed for at fortsætte med ny indskudskapital.” Prísurin fyri ikki at vilja taka ábyrgd er høgur. Prísurin fyri ikki at vilja ábyrgd Hevði henda søga nú so stórt tíðindavirði, at so stórur partur av middagssendingini fór til hana. Seinastu dagarnar hevur Útvarpið spælt sær við eina oljusperring, sum Tórs­ havnar Havn hevur keypt fyri 497 túsund krónur. Olju­ sperringin skal liggja klár at rykkja út, um óhapp hendir undir bunkring o.a. Í middagssending fær útvarpsmaðurin skilamannin Jónsvein Lamhauge, havnar­ meistara, til samrøðu, sum er “borandi” og í longra lagi fyri vanliga lurtaran. Trúgvi neyvan, at onn­ ur skiltu “borandi” inni­ haldið uttan vælútbúnir journalistar. Ein spurningur tyktist sera einfaldur: “Hví skal Tórshavnar Havn hava eina sperring, tá oljufeløgini og vinnan eiga at hava eina”. Víðari er spurningurin, hví ikki hava tvinnar sperringar eina hjá Tórshavnar Havn, hina sum vinnan og olju­ feløgini hava. Skilamaðurin Jónsvein Jónsvein Lamhauge greiddi sera væl frá, hví so er. So kom sjálvandi spurningurin, “Hví skal skattaborgarin í Tórshavnar kommunu gjalda hetta”. Jú, so sendir kommunan rokningar uppá leigu fyri brúki av henni og Tórshavnar Kommuna varð heilgarderað, tá oljuóhapp henda. Sum skiltist á havnar­ meistaranum, vónaði hann ikki, at tað hendi, men tað lá líka sum í kjalarvørrinum hjá journalistinum, at vónandi fekk kommunan peningin innaftur. Tá alt hetta var liðugt, sótu mong óivað eftir við spurninginum: “Var hetta yvirhøvur nøkur søga” til Útvarpið at viðgera. Hugtakið at fáa peningin innaftur, minnir meg ikki sørt á, tá eg fyri nú nøkrum árum síðani las bókina hjá Rachlin­familjuni, “16 år i Sibirien”. Tvinnar sperringar - tvífald inntøka Ein hending var um fiskiskap við gørnum í Sibirien niður ígjøgnum holur í ísinum. Alt hetta var sjálvandi stýrt úr Moskva. Ein dagin koma boð frá teimum “serkønu” úr Moskva, fiskiskapurin var í so lakur, sum komst av, at gørnini vórðu sett hvørjar 24 tímar. Teir kravdu tí, at tey skuldu setast hvørjar 12 tímar, “fyri at fáa dupult so nógvan fisk”. Fiskimenninir greiddu frá, at settu teir dupult so ofta, kom hetta at órógva sjógvin, so fekst bara helmingurin av tí, teir fyrr høvdu fingið. – Men her var onki at gera, boðini vóru greið úr Moskva. Ístaðin fyri at fáa tvífalt, fekst bert helmingurin. ­ Soleiðis helt henda søga fram. Kom at hugsa um hetta eftir hesa longu – men onki­ sigandi – frágreiðingina í middagssendingi, hetta var hesum átøkt. Høvdu vit tvinnar sperringar, so fingust dupult so stórar upphæddir, sum síðani endaðu í einum almennum kassa – ella! Men stuttlig var henda samrøðan, eftir at hetta onki sigandi “journalistiska” málið hevur verserað í Útvarpinum í fleiri dagar. – Kanska er onkur víðari ætlan, nú stovnarnir í høvuðsstaðnum liva av at kontrolera og senda bøtur til hvønn annan her landskassin ger millum­ rokningarnar. So kunnu vit onnur hugsa, hvat endar alt hetta við, ella endar tað yvirhøvur! Hví er Høgni Djurhuus so stuttligur Jógvan við Keldu